StÍF klóraði sær eitt stig

Eftir at sera vánaliga byrjan høvdu hoyvíkingar sigurin í pottinum, men teir gloymdu at gera arbeiðið liðugt

Hondbóltur

Við trimum minuttum eftir av dystinum var H71 á odda við tveimum málum. Teir høvdu eisini brotskast, men Esbern Patursson megnaði ikki at umseta hetta til mál móti Marian Cirloganescu, og so kundi StÍF ístaðin vinna síni fyrstu stig í hálvan triðja mánað. Seinastu stigini komu forrestin móti júst H71 í Hoyvíkarhøllini.
Tá var StÍf á kós móti einum finaluplássi ímóti Neistanum. Og hóast teir framvegis eru við í stóra feltinum, sum spælir um finaluplássið, so er niðurlfytingarvandin eisini rímuliga akuttur. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu tung gongdin hevur verið seinastu nógvu umførini.
Tað var tó lítið at síggja til nakra kreppu fyrstu løtuna av dystinum leygardagin. Strandingar lupu avstað, tá dysturin varð blástur ígongd. Hoyvíkingar hava eisini havt sínar trupulleikar at dragast við seinastu umførini, og tað var ikki líkt til, at nakrir av hesum vóru loysir.
Sum hálvleikurin leið, fekk H71 tó betur fatur á dystinum. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at munurin gjørdist millum lítil og eingin. Og hóast StÍF framvegis var á odda, tá steðgurin kom, so var talan nú um víðopnan dyst.
Og góða gongdin hjá heimaliðnum helt fram eftir steðgin. Teir vunnu seg framum, og hóast StÍF fleiri ferðir svaraði aftur, so bendi alt á, at H71 hevði gjørt nóg mikið, tá endin av dysinum nærkaðist.
Men tað gjørdist akkurát ov lítið hjá H71, sum tó við eina stiginum fekk otað seg upp á plássið, sum gevur atgongd til finaluplássið. Men tað er eingin ivi um, at teir iðra seg um, at teir ikki liggja einsamallur á hesum plássinum í dag.

Fakta um dystin
H71-StÍF 27-27 (13-15)
10 min: 3-7
20 min: 8-10
40 min: 18-18
50 min: 24-24
Málskjúttar
H71: Esbern Patursson 7(1), Janus Sørensen 6, Poul Kjartan Dam 5, Dánjal Tórgarð 3(1), Tróndur Vatnhamar 3, Gunnar Bláberg 1, Freddie Poulsen 1
StÍF: Cristian Preda 7, Marius Joensen 6, Bárður Danielsen 5, Borgar Danielsen 2, Sune Erntsson 2, Jógvan Berg 1, Jóannes Prestá 1, Høgni Jensen 1
Brotskøst: H71 5
Útvísingar: H71 3, StÍF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen