Í dag endar panamerikanska endaspælið í manshondbólti sum hevur verið í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk seinastu dagarnar.
Grønlendsku vertirnir hava vunnið á nógvum mótum. Teir hava skipað fyri einum góðum endaspæli, meir enn 2000 áskoðarar hava verið til dystirnar at stuðla Grønlandi, og grønlendska KNR hevur havt eina dygdargóða sjónvarpsframleiðslu, ið hondbóltshugaði í Føroyum eisini hava notið gott av.
Grønland hevur eisini rokkið einum hálvfinaluplássi, men enn manglar ein sigur fyri, at panamerikanska endaspælið skal verða fullkomið fyri Grønlendingar. Klokkan 17 í dag spælir Grønland bronsufinalu ímóti Chile, ið altjóða veddingarfyritøkur tó hava sum favoritt at vinna bronsufinaluna. Vinnur Grønland bronsufinaluna vinna grønlendingar seg í HM-endaspælið sum verður í Danmark og Týsklandi í januar.
Meðan Chile fekk eitt liviligt hálvfinalutap 24-32 (11-14) ímóti Brasil, so gekk av skriðuni hjá Grønlandi sum tapti heili 17-39 (8-17) ímóti Argentina.
Ingi Olsen tekur fulla ábyrgd av stórtapinum í samrøðu við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Ingi Olsen sigur við Sermitsiaq, at hann hevði ikki megnað at seta grønlendsku spælararnar nóg nógv upp til hálvfinaluna ímóti Argentina: - Hetta var veruliga ein torførur dystur. Vit blivu útspældir, og nú mugu vit síggja um vit ikki kunnu gera tað betri sunnudagin. Vit mugu gloyma hendan dystin sum skjótast, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.
Um bronsufinaluna sigur Ingi Olsen: - Chile hevur spælt heilt væl ímóti bæði Argentina og Brasil, so vit kunnu rokna við einum torførum dysti. Men vit fara sjálvandi eftir at vinna bronsuheiðursmerkini, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.
HERber til at stroyma dystin millum Grønland og Chile. Finalan millum Argentina og Brasil byrjar klokkan 19 og kann eisini stroymast hjá grønlendska kringvarpinum, KNR.
Seks altjóða veddingarfyritøkur hava Chile sum rættiliga greiðan favoritt at vinna á Grønlandi, men favorittstøðan hjá Chile er ikki líka stór sum favorittstøðurnar Brasil og Argentina høvdu í sínum dystum ímóti Grønlandi:










