hópinum. Einasti nýggi maðurin, sum var á beinkinum, var Eyðstein Skipanes, sum kom á vøllin, tá tað restaðu átjan minuttir. Tveir av ungu monnunum, sum eru uppaldir í B68, vórðu eisini skiftir inn. Teir [...] Teir vóru Jann Ingi Petersen og Kristian Poulsen. Hesin seinni loysti Súna Fríða Johannesen av, og tað eydnaðist honum at tiltuska sær eitt brotsspark, sum Jan Petersen umsetti til mál. Tað vóru átta minuttir [...] ikki, men tað var týðuligt, at spælararnir eru betri fyri í ár, enn teir hava verið hesa tíðina fleiri av undanfarnu árum. Allir teir fyrstu ellivu hjá B71 spældu við í fjør. Beinanvegin eftir steðgin komu
gerst trupulleikin so stórur hjá hýruvognunum. - Seinastu sunnunátt vóru Mastercardini sett út úr skipan ófráboðað, og tað endaði við, at flestu hýruvognsførarar góvust við at koyra. Sjálvur steðgaði, tá [...] ófráboðað, sigur Siggvard Joensen. Tað er sum oftast annað vikuskifti í mánaðinum, at Mastercard er sett út av funktión í tímavís. - Hetta er ein trupulleiki, ið vit bert hava í Føroyum. Eg havi veri í samband [...] tann, at har rindar tú við diskin, meðan hjá hýruvognsførarum verður ikki goldið, fyrr enn túrurin er av. - Hetta er strævi at fáast við, tí tað gongur drúgv tíð, meðan roynt verður at fáa kortið at rigga
verður ikki neyðugt at seta seg fyri stór bústaðalán í sambandi við keyp av lutaíbúðum, tí ein stórur partur av skuldini verður borin av sjálvum lutaíbúðafelagnum. Fyri ungar familjur er hetta funnin fressur [...] helst vilja eiga teirra egna bústað. Tí hava ymisk norsk modell fyri skipan av lutaíbúðum verið nýtt í sambandi við lóggávuarbeiðið, av tí orsøk, at norski bústaðamarknaðurin er tann í norðurlondum, sum [...] økja um útboðið av bústøðum til fólk við serligum tørvi – fólkum, ið bera lættari brek, men eru so sjálvbjargin, at tey kunnu klára seg í eini vardari íbúð. Skapar sirkulasjón Eitt annað av fremstu málunum
verið royndarkoyrd hjá útvaldum virkjum, er nú klár til at taka í nýtslu. ? Hetta er ein sera einføld skipan, har vit hava lagt dent á, at skipanin skal verða góð og liðilig at brúka, sigur Símun Michael Sørensen [...] við Sildberan er gjørt her í húsinum, sigur Símun Michael Sørensen. Com Data hevur áður ment skipanir av ymsum slagi, og Lundin má verða ein tann best kenda skipanin frá teldufyritøkuni. Lagast til brúkaran
tað bert lítil partur av fiskinum, sum verður hangandi á húkinum. Nýggjar húkar Upptøkurnar vísa greitt, hvat gongur fyri seg undir vatnskorpuni og geva okkum eina greiðari mynd av, hvussu fiskurin ber [...] kunnu eitt nú nótabátar og ikki at tala um fiskirannsóknarskip fáa stórt gagn av henni, so neyvari fæst at vita um stødd og slag av fiski, tá tað skrivar á brúnni. Nær vit eru komin hartil, at henda snella [...] Sonur ment eina serliga skipan, har dorgin verður pakkað í magasin, so hon ikki er um allan bátin. ? Bæði norðmenn og skotar hava fiskað nógvan makrel við dorg, men teirra skipan er nakað øðrvísi, enn tann
at teirra prosentvísi partur av tingumboðum verður lægri enn prosentparturin teir hava av samlaða atkvøðutalinum, fáa tillutað eykamandat har, sum flestar atkvøður »leypa av«. Sum oftast eru tað teir smærru [...] bara Fólkaflokkurin, sum er undirumboðaður. Hann fær einans 11,1% av valdømisvaldu tingsessunum, meðan hann í kanningini fær 18.7% av atkvøðunum. Hetta gevur honum heili trý eykamandat. Tað er kortini [...] hvar hesi fella, men nógvar atkvøður loypa av í Suðurstreymoy, og tað kundi givið flokkinum tvey eykaumboð úr Suðurstreymoy, og nógvar atkvøður loypa eisini av í Norðoyggjum. Men hetta er kortini ikki neyvt
verður boðað frá í tíðindaskrivi nú fyrrapartin. Í hesum sambandi er avtala gjørd ímillum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá báðum miðlunum saman frá 1. januar. Men miðlarnir [...] www.in.fo heldur fram sum higartil. Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært [...] fyri blaðútgávu í Føroyum skert, og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin av geva avkast, soleiðis at til ber at geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey
syndararnir. Tí fara vit at gera serliga skipan fyri hendan aldursbólkin, sigur landsstýrismaðurin. Hesaferð er veruliga ætlanin at seta í verk serliga skipan við royndarkoyrikorti til ungu bilførarnar [...] sum hava koyrikort. _ Har er ætlanin, at fólk fáa eitt ávíst tal av stigum. Gera tey so eitt ávíst lógarbrot, so missa tey tað talið av stigum, sum svarar til álvarsemið í lógarbrotinum, sigur Bjarni Djurholm
Gaman í hava vit nógv gomul og vøkur hús í miðbýnum í Havn, men ongin livir av romantikki aleina, sigur borgarstjórin í Havn. Summi av teimum eldru húsunum í miðbýnum liggja eisini kroyst millum størri bygningar [...] Tískil er ein av tankunum við heildarætlanini fyri økið við Tinghúsvegin, at minkað verður munandi um ferðsluna við at gera torg og aðrar vegforðingar, uttan tó at vegurin verður stongdur av fyri ferðslu [...] dag. Tekniski stjórin hjá kommununi og býararkitekturin mæltu til at ganga umsóknini á møti, treytað av at ein heildarætlan verður gjørd fyri økið við Tinghúsvegin frá Jacob Lützen niðan til Bøkjarabrekku
stólparótina. Føroyska liðið var framúr væl skipað í verjupartinum. Fraklendingar høvdu bóltin mesta partin av tíðini, tað vóru nógvar spentar støður í føroyska brotsteiginum, men tað var ikki so ofta, at talan [...] men talan var ongantíð um upplagdan føroyskan málmøguleika. Tá ið tað restaðu átta minuttir var annar av føroysku miðverjunum, Áki Johannesen, óheppin at gera sjálvmál eftir flatt franskt innlegg úr høgru [...] annars ein brandur í miðverjuni. Bæði tá ið hann var saman við Børga Petersen, sum noyddist skaddur av vøllinum, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, og tá ið hann var saman við avloysaranum Elias Rusborg