Heilsu- og innlendismálaráðið boðar í dag frá, at útoyggjastuðulin er hækkaður við 300.000 krónum. Endamálið við útoyggjajáttanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.
Talan er um eina játtan í ár á 1,1 mió. krónur. Hækkingin á 300.000 krónur er komin, tí áhugin fyri at gera tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjarnar er vaksin seinnu árini, skrivar ráðið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur soleiðis:
- Útoyggjarnar eru okkara dýrgripir. Eg upplivi, at alt fleiri fólk - yngri sum eldri - fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum. Samstundis sum ynskið um eitt burðardygt lív nærri náttúruni tykist vinna frama. Tað má vera okkara uppgáva í politisku skipanini at virka fyri, at møguleikarnar verða til tess og er útoyggjastuðulin ein partur av hesum, sigur Sirið Stenberg.
Í fjør fingu 18 verkætlanir stuðul til útoyggjamenning. 26 umsóknir vóru. Sí yvirlit yvir verkætlanirnar her. Freist at søkja um stuðul til útoyggjamenning í 2019 er 1. februar.
Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.









