Í gjárkvøldið vann NSÍ 4-1 á útivølli ímóti Skála. Úrtøkan hjá NSÍ er nú 12 stig fyri 11 dystir, og frá NSÍ eru tað sjey stig aftur til tey bæði undir strikuni.
Annað av teimum undir strikuni er B68, sum seinnapartin í dag fær vitjan av EB/Streymi, sum við sigri kann leggja seg fimm stig framum NSÍ.
Toppdysturin í dag verður í Gøtu, har Víkingur, sum er næstfremst, fær vitjan av oddaliðnum KÍ.
Í dag vera tveir dystir í høvuðsstaðnum. Tann fyrri er millum HB og 07 Vestur, og tann seinni verður grannauppgerð millum B36 og AB.
Fótbóltslíkindini vera góð seinnapartin. Hann sigur frá 10 hitastigum, tað verður turt, og tað verður sagt frá 1 – 2 metrum um sekundið av landsynningi og eystri.
-
Víkingur – KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00
B68 – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00
HB – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
B36 – AB: Rúni Gaardbo kl. 18.00
Í gjár
Skála – NSÍ 1-4 (0-2)
0-1: Hans Marius Davidsen 14.
0-2: Einar Tróndargjógv 28.
0-3: Klæmint A. Olsen 46.
1-3: Ari Ó. Ellingsgaard br 79.
1-4: Hans Marius Davidsen 88.
Dómari: Petur Reinert
Skála: Jákup N. Olsen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, 76.) (Jamiu Ajibade, Ari Ó. Ellingsgaard – Emil Weihe Joensen, Steinbjørn Olsen, Dávid Johansen (Jan Ingason Hansen 11./Martin Johansen, 65.) – Poul Kallsberg
Gult kort: Emil Weihe Joensen
Venjari: Michael Bjørn Nielsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Meinhard Geyti, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen (Beinir Nolsøe, 57.), Betuel Hansen (Bergur Johannesen, 87.), Jógvan Højgaard (Búi Egilsson, 76.), Pætur Turiðarson Skipanes – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Klæmint A. Olsen, Beinir Nolsøe, Pætur Turiðarson Skipanes
Venjari: Todi Jónsson
-
Støðan
KÍ | 10 | 10 | 0 | 0 | 33 | 1 | 30 |
Víkingur | 10 | 8 | 0 | 2 | 32 | 10 | 24 |
B36 | 10 | 6 | 1 | 3 | 23 | 8 | 19 |
HB | 10 | 4 | 4 | 2 | 20 | 16 | 16 |
EB/Streymur | 10 | 4 | 2 | 4 | 14 | 20 | 14 |
NSÍ | 11 | 4 | 0 | 7 | 17 | 30 | 12 |
AB | 10 | 3 | 1 | 6 | 18 | 26 | 10 |
07 Vestur | 10 | 2 | 3 | 5 | 11 | 25 | 9 |
Skála | 11 | 0 | 5 | 6 | 11 | 22 | 5 |
B68 | 10 | 1 | 2 | 7 | 8 | 29 | 5 |