Tað er ikki vandaleyst at koyra aftan fyri lastbilar, sum koyra við gróti.
Tað mátti ein bilførari ásanna seinnapartin í gjár, tá hann koyrdi á strekkinum millum Skipanes og Skálabotn.
Knappliga datt ein stórur steinur úr lastbilinum og traff bilin aftanfyri. Steinurin kom á ovara part av rútinum og fór so eftir takinum.
Eitt hol kom í vegin, og bilurin fekk eisini stóran skaða.
Persónurin í bilinum var heppin, at tað ikki vildi heilt illa til.
– Viðkomandi hevði verið í lívsvanda, um steinurin var komin mitt á fremra rútin. Man kann bara ímynda sær tað, sigur vaktleiðarin.
Nógv arbeiði er í gongd fyri tíðina, sum merkir, at nógvir lastbilar koyra við gróti um alt landið. Politiið vónar, at lastbilaførarar hugsa um vandan.
– Tað er ein týdningarmikil partur av tí, at lúkan er í ordan og at man tryggjar sær, at grót og annað ikki er í vanda fyri at detta av. Bilførarin hevur áyrgdina av tí.