hevur skapt nógvar konfrontatiónir og naggatódn í viðurskiftinum landanna millum. Hesum vil Javnaðarflokkurin koma burtur úr, og kann fólkatingsumboðið vera eitt hent og gott amboð til at brúka í hesum sambandi [...] sambandi. Eisini fer Javnaðarflokkurin at virka fyri at kunna um Føroyar og føroyingar, lív og mentan, bæði á Fólkatingi og millum vanliga danan, sigur Føroyar Javnaðarflokkur í valuppleggi sínum upp undir [...] skulu viðgerast á Føroya Løgtingi, meðan rætt er at viðgera felagsmál Føroya og Danmarkar í millum av røðarapallinum á Fólkatingi. Og tað fer komandi fólkatingsmaður Javnaðarfloksins eisini at gera, sigur
BT var í Týsklandi, tá Rolling Stones byrjaðu teirra turné. Og hann tók rívan til og segði, at Rolling Stones vóru betri enn nakrantíð - og gav seks av seks stjørnum. Góðar royndir Børge B. Hansen frá [...] Rolling Stones og kanska serliga Robbie Williams fáa føroyingar á flog. Greatest Rock And Roll Band In The World, sum Rolling Stones verða róptir, spæla í Idrætsparken í Keypmannahavn 13. juli. Hóast tað [...] til konsertina, so eru atgongumerki at fáa í Føroyum. Flogfelag Føroya og Atlantic Airways skipa í felag fyri ferð til konsertina, og har eru atgongumerki eftir, verður upplýst. Tað er kortini eingin trupulleiki
fíggjarlógini í 2023 og 2024 (200 mió. kr. í 2023 og 150 mió. kr. í 2024), umframt at ein partur av láninum fer til landsins gjaldføri. Sambært lóg skal landskassin hava 15% av BTÚ í gjaldføri, og tað er 3,975 [...] Tað skrivar Landsbanki Føroya í dag: Í gjár, 13. mai 2025, vóru lánsbrøv á 1,32 mia. kr. seld. Lánsbrøvini, sum vóru seld í gjár, eru seld í Føroyum og uttanlands. Landskassin hevur síðsta árið tikið tilsamans [...] 2028. Áljóðandi rentan er 2,375% og kursurin fyri lánið var 99,874; tað vil siga, at effektiva rentan er 2,419%. Effektiva rentan tekur hædd fyri bæði áljóðandi rentuni og kursinum. Rentustøðið er hækkað
Líkindini eru av teimum fagrastu. Sólin sær frá heiðum himni, og tað er stilt og turt og lýtt. Hetta er fjórði FM kappróðurin í summar. Tað er hásummar, og líkindini eru væl betur, enn tey annars hava verið. Í [...] fyrr í ár. Fípan Fagra sprakk avstað, og tá ið startspurturin var av, var hvíti báturin við reyðu stokkunum og bláu rimini meiri enn eina hálva bátslongd undan hinum, og tað var heilt skjótt, at Fípan var [...] undan næstu bátunum, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Fípan Fagra meiri enn tvær bátslongdir undan teimum næstu. Kappingin um næstfremsta plássið var milum Koll, Bylgjuna og Firvald, og har var eingin ivi
um. Bakkafrost vónar at fáa fótin inn á kinesiska marknaðin og higartil sær tað út til at eydnast væl. Í 2011 var útflutningurin til Kina 13,1 prosent av útflutninginum av feskum laksi. Í 2012 var útf [...] samanborið við einans 4 prosent fyrsta ársfjórðing í fjør. Minni fiskur verður tí fluttur til USA, ES og Asia. Árni Olsen sigur við undercurrentnews, at hann heldur, at útflutningurin til eysturevropa hevur [...] Russlands fer at veksa meiri. Okkara avmarkaða framleiðsla loyvir okkum ikki at fara frá verandi kundum og ístaðin selja til Russlands. Okkara framleiðsla er um 70.000 tons, meðan russiski eftirspurningurin
staðfesta, at føroyska samfelagið innflytir brennievni fyri millum 1,2 og 1,3 milliardir krónur um árið. - Tí er bæði neyðugt og eisini upplagt at gera íløgur í varandi orku, heldur enn at keypa olju, [...] Kári M. Mortensen. Hann nevnir sum dømi íløgur í vindmyllulundir, í vind/vatn orkuskipanir og íløgur í jarðhita og sjóvarhita. Suðuroy Av nevndu orsøkum er Kári M. Mortensen ein íðin forsprákari fyri at gera [...] hátt at endurnýta og økja vatnorkuna í orkuverkinum í Botni. Sambært útrokningum hjá Jarðfeingi er talan um eina íløgu á 180 milliónir krónur. Fyri pengarnar fáast 31,8 GWh um árið, og tað er útvið tað
frægastu hjá Wales, sendi hornaspark innfyri úr høgru, og mitt fyri málunum var Ashley Williams á blettinum og skallaði bóltin niður í vøllin og inn. Bale ímóti Ronaldo Tíggju minuttir eftir steðgin var [...] trýsta og var eisini fleiri ferðir nær við, men ímóti endanum var tað allíkavæl Wales, ið svaraði aftur og lukkaði dystin. Í 85. minutti fór Christ Gunters frameftir í høgru síðu, hugdi upp, og sendi bóltin [...] ið hevði spælt seg í hálvfinaluna – og tað enntá fult uppiborið eftir ein sera góðan innsats, har walisisku spælararnir vóru skilagóðir, hildu seg til spæliætlanina og stríddust fyri hvørjumøðrum. Gamaní
ein hondbóltsdystur í teimum bestu deildunum hjá monnum og kvinnum er blivin spældur í vikuskiftinum. Talan var um dyst í FTZ-deildini, har StÍF og Neistin hittust í høllini á Skála. Talan er um tvey lið [...] num. StÍF er nummar fimm í deildini, meðan Neistin er næstaftast og nummar seks. Munurin ímillum liðini í fyrra hálvleiki var lítil og ongin - hálvleiksstøðan var 15-14 til StÍF. Í seinna hálvleiki tyktist [...] merkir, at StÍF framvegis er nummar fimm og hevur 16 stig. Fimm stig eru upp til VÍF, sum er á seinna finaluplássinum, men tó hevur StÍF spælt ein dyst meira enn VÍF, og tí skal ótrúliga nógv henda, um StÍF
krónu her, og eina 10 krónu har til ymisk tiltøk, tað verið seg ein betri døgurða til børnini, eina útferð ella okkurt líknandi. - Í skúlanum er tað verri, upphæddirnar blíva størri og størri og krøvini til [...] teirra, og sigur stutt og greitt: - Vit kunnu gera mun við, at halda okkum til reglurnar í verandi skipanum. Brúkaragjald er longu í dagstovnunum, har ásett er at gjaldast skal í mesta lagi 1/3 av rakstrinum [...] Jógvan Philbrow skrivar í lesarabrævi í dag um, hvussu skúlar og dagstovnar, kanska av óvart, eru við til at økja um byrðuna á herðunum á teimum veikastu í samfelagnum. Hann vísir á tann óvanan, um ein
fótbólti. Chelsea og Manchester City høvdu seinnapartin møguleikan at lyfta seg framum Arsenal, men tað var bara Chelsea, sum tók av. Á heimavølli var avrikið sannførandi ímóti Norwich, og tað var ongantíð [...] maðurin var Eden Hazard, sum skoraði øll málini – tvey í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki. Hann er framúr væl fyri og ivaleyst kandidatur at verða ársins spælari, hóast hann ikki enn hevur vunnið [...] hevur skift felag fleiri ferðir – Arsenal, Manchester City, Arsenal og nú Chelsea, sum kennist vera betri fyri enn kappingarneytarnir og harvið kanska er størri favorittur at verða meistari enn hini liðini