Bert ein hondbóltsdystur í teimum bestu deildunum hjá monnum og kvinnum er blivin spældur í vikuskiftinum. Talan var um dyst í FTZ-deildini, har StÍF og Neistin hittust í høllini á Skála.
Talan er um tvey lið, sum ikki hava tað stóra at spæla fyri restina av kappingarárinum. StÍF er nummar fimm í deildini, meðan Neistin er næstaftast og nummar seks.
Munurin ímillum liðini í fyrra hálvleiki var lítil og ongin - hálvleiksstøðan var 15-14 til StÍF. Í seinna hálvleiki tyktist ein sigur til StÍF at vera sannlíkur, tí at tá ið bert seks minuttir restaðu í, var StÍF á odda 28-25. StÍF misti tó sigurin á gólvið, tí at endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 29-29.
Úrslitið merkir, at StÍF framvegis er nummar fimm og hevur 16 stig. Fimm stig eru upp til VÍF, sum er á seinna finaluplássinum, men tó hevur StÍF spælt ein dyst meira enn VÍF, og tí skal ótrúliga nógv henda, um StÍF skal koma í námind av nøkrum finaluplássi.
Neistin hevur 13 stig eftir dagsins dyst. Neistamenninir hava tískil ikki tað stóra at spæla fyri eftir steypafinaluna ímóti H71, sum varð tapt 28-21.
Kvinnuliðini hjá júst StÍF og Neistanum spæla sínamillum í høllini á Skála klokkan 18.30 í morgin.
Málskjúttarnir í dystinum á Skála vóru hesir:
StÍF: Pætur Johansen 10, Sveinur Justinussen 9, Fríði R. Djurhuus 4, Jógvan G. Joensen 3, Danny Brandt 2 og Marius Joensen 1.
Neistin: Jugoslav Djumic 7, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 5, John í Innistovu 3, Teis Horn Rasmussen 3, Andras Joensen 2, Rasmus Müller 1, Torkil Hentze 1 og Terji Mørk 1.