Jógvan Philbrow skrivar í lesarabrævi í dag um, hvussu skúlar og dagstovnar, kanska av óvart, eru við til at økja um byrðuna á herðunum á teimum veikastu í samfelagnum. Hann vísir á tann óvanan, um ein so kann siga, at heitt verður á foreldrini um at geva eina 20 krónu her, og eina 10 krónu har til ymisk tiltøk, tað verið seg ein betri døgurða til børnini, eina útferð ella okkurt líknandi.
- Í skúlanum er tað verri, upphæddirnar blíva størri og størri og krøvini til pengar somuleiðis. Samlast skal inn til skúlaútferðir, gjaldast skal til vanligar útferðir og ymiskt annað, ið ikki er “beinleiðis” tengt at vanliga skúlatímunum, skrivar Jógvan Philbrow.
Jógvan Philbrow ásannar, at tað er ikki altíð kravt, at næmingarnir taka lut í hesum, men, spyr hann, er tað nú veruliga so?
- Barnið sum ikki kemur við missur nakrar upplivingar saman við sínum floksfeløgum og er í vanda, at vera sett/ur uttanfyri sosialu samveruna í flokkinum. Trivnaður er longu eitt týðandi arbeiðsøkið í skúlanum, skrivar hann.
Jógvan Philbrow, ið sjálvur starvast innan námsfrøðiliga økið, heitir á sínar starvsfelagar um at gera tað, teir kunnu, fyri at lætta um hjá nógvum teirra, og sigur stutt og greitt:
- Vit kunnu gera mun við, at halda okkum til reglurnar í verandi skipanum. Brúkaragjald er longu í dagstovnunum, har ásett er at gjaldast skal í mesta lagi 1/3 av rakstrinum, tey við lægst inntøkur kunnu fáa frípláss, ímeðan skúlin eigur at vera ókeypis, skrivar hann.
- Her haldi eg at kommunur, dagstovnar, dagrøktir og skúlar eiga at tryggja, at nokk av pengum eru settar av til raksturin, soleiðis at eingi eykagjøld koma sníkjandi inn í skipanina, skrivar Jógvan Philbrow, fyrrverandi næstformaður í Føroya Pedagogfelag.
Les lesarabrævið her.










