spurdi ella meðan hon segði frá. Soleiðis eisini tá iðhon tókst við eitthvørt arbeiði. Fekst hon við slakt og tílíkt, setti hon føt, trog og spannir mitt á roykstovugólvið. Gjørdi hon blóðpylsu ella súltaði [...] var ikki pírin tá iðhon gav tær okkurt. Var tað eplir, turrur seiður, tálg ella okkurt annað, fylti hon uppí blikkkassar ella posar, so tað var roki omaná ? Hygg, tak og tveit hetta smátingið inn til mammu [...] Fyrstu ferð eg minnist meg hava sæð Tomasiu, var eitt kvøldið nótakast var. Sum lítil óviti var eg sloppin oman í fjøruna í skýmingini at hyggja at, meðan pápi og aðrir bygdarmenn kastaðu nót. Náttarkuldin
nú, um tær ikki skulu verða dømdar til niðurflyting, longu áðrenn endaspælið byrjar. Mótstøðan hesa ferð kundi tó neyvan verið harðari. Kanska hevur VB ikki verið so sannførandi seinastu umførini, sum [...] staðfestsa hetta leygardagin. Seinasti dysturin hjá VB er í Vestmanna, og fáa tær ikki fulla úrtøku hesaferð, er ilt at ímynda sær, hvussu tær tá kunnu halda fast um oddasessin til endaspælið. Kyndil uttan [...] metast sum favorittur. Heilt einfalt av teirri orsøk, at Lotte Sørensen ikki er á Kyndils-liðnum hesaferð. Hon er farin til Danmarkar at halda jól, og so má Kyndil so klára seg uttan vanliga spælskiparan
Eg var jú heilar tveir túrar í gjár í Vágum, so ofta havi eg ongantíð verið fyrr, síðan eg fyrstu ferð var í Vágum á eini Vestanstevnu fyri 30 árum síðani. Og hon var hildin í Sørvági. Vit búðu í telti [...] heila byrjaði so óskyldugt. Týsdagurin vaknaði akkurát sum allir aðrir týsdagar, og hann er jú linur hesa ársins tíð, so sól sá tú onga fyrr enn út móti middegi. Bilurin stóð pakkaður, eg hevði avtalur norðanfyri [...] seinasta túri Ternunar, ið rættuliga vaktu kenslur í mær. Týðuliga rørdur ljóðaði hann á málinum, ella var nú tað vánaliga telesambandið, broytti røddina, greiddi hann frá hesum allarseinasta túri. Teir
meira, ella hoyrdi betur enn vit, er ilt at siga. Dýrini hava ikki fingið vitskuna, sum vit hava, men teimum er beskorið at hóma onnur ting og hoyra onnur ljóð, ið mannavitið hvørki tekkir ella varnast [...] krinum. Kettan sat frammi í skut og lurtaði eftir alduskvatlinum og visti lítið og einki um hesa løgnu ferð, sum hon óviljað var farin undir. Hon var rænd. Ofta hevði hon fingið at vita frá mammu síni [...] sínum frá forfedrunum frá upphavi av. Einoygdi, glaruti Sputnikk fór eftir himmalhválvinum við miklari ferð. Lítla, svarta, fitta kettumurran mín fór at mjava eins og Khrustsjtjovsputnikk, tá ið hann fór um
danskur prestur hjálpti okkum, og vit vóru send undir jørð, greiðir Zeljka frá. - Vit gjørdu onki hesa tíðina. Vit høvdu onki arbeiði, og børnini vóru ikki skúla í eitt heilt ár. Vit bara ótu og svóvu [...] svóvu. Tað var ein ræðulig tilvera. Síðani fingu vit at vita, at vit skuldu antin aftur til Kroatia ella til Føroya, og tá valdu vit at sleppa til Føroya. Sjálvt um familjan bara búði í Danmark í hálvt triðja [...] Børnini gleða seg mest til jólini tann 24. desember - júst sum børnini í Føroyum. Meðan tey hava verið á ferð, siga tey, at tey hava ikki rættiliga havt møguleikan at halda fast við allar siðirnar frá heimlandinum
men eg nú havi eg fingið hesa gávuna, so eg eri sera takksamur. Eg eri so fegin sum eg kann vera, tí eg havi funnið pápa mín. Hugsa tær, at eg nú kann siga pápi fyri fyrstu ferð í mínum lívi. Eg kenni tað [...] hugsaði bara um tað inni í mær sjálvum tey nógvu næstu árini, greiðir Jan frá. Men so fyri umleið fýra ella fimm árum síðani, tá Jan var mitt í tjúgunum, segði hann við konu sína, Elin, at nú var nóg mikið [...] kláraði ikki meira at ganga runt og vita, at eg átti ein pápa onkrastaðni, men ikki vita, hvør hann var, ella um hann yvirhøvur var á lívi. Jan setti seg so í samband við Henning Bøgesvang, sum tá var prestur
góðari hjálp frá feløgunum varð fíggjarligi parturin fingin upp á pláss, og so við og kom alt meira ferð á landsliðsaktivitetin hjá Hondbóltssambandinum. Leisturin er skeivur Í løtuni hevur Kári tó ein fyribils [...] landsliðsarbeiðið ikki riggar nóg væl. Arbeiðið við yngru landsliðunum verður antin prioriterað ov lágt, ella er orkan til hesi ov lítil, og upp á longri sikt er hetta stórt spell fyri menningina av føroyskum [...] hvørjir ungir leikarar gera seg galdandi í bestu deildunum í dag, so eru tað júst tey, sum hava fingið hesa elituskúlingina. Í seinasta enda er hetta eisini til gagns fyri A-landsliðið, tí leikararnir, sum
lítið nýtt á árligu nýggjárskonsertini. Høllin á Hálsi var karmur um konsertina. Hvørki uppmøtingin ella áhugin bilaðu nakað, og hetta sigur kanska heldur ikki so lítið, serliga tá hugsað verður um aldurin [...] gott upplivilsi, og teir sýntust eisini at trívast. Tá fimm skulu vera við, skal onkur vera fyrst, og hesa lata vit vera ein framførslu, sum mestsum fellir uttanfyri meting. Sýra Til ungdómin høvdu fyrireikararnir [...] okkurt annað. Nakað við so fáum variatiónum eigur í ógvuliga stóran mun at vera umhugsað til eina aðru ferð. Tað er ikki ein spurningur, hvat fyri desibel tann einstaki áhoyrarin vil hoyra, sum onkur kanska
dagurin, tá ið oyggjar fyrstu ferð vórðu samanbundnar undir sjónum, og tá meira enn 2.000 fólk frøddust og nýttu høvið til at ganga ella renna undir Vestmannasundi fyri at kenna hesa søgugongd á egnum kroppi [...] øðrum, og tú kanst lesa tín teldupost, antin tú ert staddur í Nuuk ella Nýjork. Vit eru vorðin partur av alheiminum, tað veri seg gott ella ringt. Alt hetta samskiftið skapar nýggj lívsvirði og nýggjar møguleikar [...] eiga at kanna og finna møguleikar fyri at varðveita lív í øllum landinum. Bygdin, antin hon er lítil ella stór, eigur at varðveitast sum ein góður karmur um eitt ríkt lív í Føroyum. Á bygd hava vit røtur
og gomul hava sitið undir orðinum og sungið jólasangir og glett seg yvir, at okkum untist enn eina ferð at uppliva hátíðina, sum ber av øllum. So vist sum heimurin stendur vita vit eisini, at tá fari er [...] í Føroyum, og eydnaðist hon sera væl. Nærum allir teir somu sum luttóku seinast verða við aftur hesaferð, umframt fleiri nýggir so økið verður víðka við einari høll og einum telti. Eitt gott býtislutfall [...] silvitni, stundum kunnu vit hava undanvind í langa tíð. Tíðir kunnu eisini koma við liggjandi sjaskveðri ella ódn sum kastar lívsfar okkara higar og hagar. Hesum sleppur ongin undan, men okkum nýtist ikki at