Nú skal oddurin markast

VB skal enn einaferð royna at staðfesta oddasessin, og í hinum báðum dystunum kappast fýra lið um rættin at fylgja oddinum

Kvinnuhondbóltur

Enn er grundspælið hjá kvinnunum ikki liðugt, og tað verður tað heldur ikki um vikuskiftið, men fyri tað er spenningurin longu nú í hæddini. Sum úrslitini hava lagað seg í ár, so tykist einki at skula verða avgjørt fyrr enn seinasta leikumfar, og í løtuni kappast seks av teimum sjey liðunum um at vinna sær so gott útgangsstøði sum gjørligt til endaspælið.

Sjeynda liðið - og á pappírinum tað klárt veikasta ? er Tjaldur. Hóast tær fleiri ferðir hava verið hampuliga nær við, so hevur tað bert verið ta einu ferðina, at tað hevur bragdað, og tí er avgerandi neyðugt, at tær vinna sær stig nú, um tær ikki skulu verða dømdar til niðurflyting, longu áðrenn endaspælið byrjar.
Mótstøðan hesa ferð kundi tó neyvan verið harðari. Kanska hevur VB ikki verið so sannførandi seinastu umførini, sum tær annars hava verið, men tær eru framvegis oddalið, og einki er at ivast í, at tær ætla sær at staðfestsa hetta leygardagin. Seinasti dysturin hjá VB er í Vestmanna, og fáa tær ikki fulla úrtøku hesaferð, er ilt at ímynda sær, hvussu tær tá kunnu halda fast um oddasessin til endaspælið.

Kyndil uttan Lotte
Í Havn verður dystur millum Neistan og Stjørnuna, og á Skála verða tað StÍF og Kyndil, sum fara at takast. Í báðum førum er talan um dystir millum lið, sum fyri alt í verðini skulu hava tvey stig, soleiðis at tey kunnu liggja so nær oddinum sum gjørligt, tá grundspælið er av.
At gera nakran part til favoritt í hesum uppgerðum er ivaleyst sera trupult. Neistin tykist seinastu vikurnar at hava fingið so toluligt glið á spælið, sum annars hevur verið heldur stirvið, og kunnu tær halda fast um tað, so áttu tær at havt góðan møguleika móti Stjørnuni. Hinvegin gjørdi Stjørnan bart móti VB, nú Danijela Ercevic var aftur á liðnum, og tí eigur enn ein sigur móti Neistanum so avgjørt ikki at útilokast.
Á Skála eigur StÍF helst at metast sum favorittur. Heilt einfalt av teirri orsøk, at Lotte Sørensen ikki er á Kyndils-liðnum hesaferð. Hon er farin til Danmarkar at halda jól, og so má Kyndil so klára seg uttan vanliga spælskiparan. Hóast hetta, so hevur tað hinvegin fleiri ferðir víst seg, at tá lið mangla teir mest týðandi leikararnir, mennast hini á liðnum, so hóast hetta á pappírinum er eitt viknað Kyndils-lið, so eigur StÍF ikki at kenna seg trygt.