liðugt saman við honum. - Mær hevur dámt sera væl prosessina hesaferð, tí hesin sangurin var slettis ikki til fyri tíggju døgum síðani og nú kann hann keypast á iTunes, so tað hevur gingið skjótt fyri seg, sigur [...] sigur Lena Andersen. Lena Anderssen hevur seinastu vikurnar verið á konsertferð í sambandi við, at fløgan »Letters From The Faroes« kom út í Danmark í oktober. Hon hevur somuleiðis verið gestur á útvarpssendingum [...] útvarpssendingum í P1 og P4 hjá Danmarks Radio og eisini við í innslagi á TV2 Nyhederne. Somuleiðis hevur P4, sum er støðin við flest lurtarum í Danmark, valt »Letters From The Faroes« sum »ugens album« fyri
fleiri ferðir hevur vent sær til politisku myndugleikarnar, men einki hevur rinið við. Stýrið hevur havt uppskot eitt nú um at sleppa undan mvg, at hækka kringvarpsgjaldið og annað, men einki hevur borið til [...] til. Nú hevur kringvarpsstjórin fingið boð um at høgga bremsurnar í sum skjótast, so hallið í ár verður so lítið sum gjørligt. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu uppsagnirnar falla. Ein tanki er by
Grannskoðarafyritøkan Nota hevur nú gjørt sína árligu roknskapargreining yvir gongdina hjá fiskiskipaflotanum fyri 2011. Hetta er eitt arbeiði, sum felagið hevur gjørt heilt aftur til 1996, tá byrjað varð [...] feløgunum, sum eiga og reka skipini - og á tøl, sum felagið hevur fingið frá Føroya Fiskimannafelag. Ymiskt gongd Afturvendandi í fleiri ár hevur verið, at botnfiskaflotin undir Føroyum - lemmatrolarar, [...] sum eru væl fyri. Lakari veiðivirði Nota sigur, at gongdin hjá uppsjóvarflotanum higartil í 2012 hevur víst, at veiðivirðið er heldur lakari, samstundis sum oljuútreiðslurnar eru øktar. - Tí kann roknast
vanda fyri vanlukku, tað hevur við sær. Vakthavandi sigur, at sv tí sama hevur løgreglan fyrireikað seg upp á at vera nógv sjónligari úti ímillum fólk nú í desember. Annars hevur løgreglan havt tað friðarligt [...] Nú jólaborðini so smátt eru farin at taka seg upp allastaðni, hevur løgreglan eisini fyrireikað seg til at hava størri eftirit við rúsdrekkakoyring ymsastaðni í landinum. Tað sigur vakthavandi á politistøðini [...] yvirkoyrdur. Tað er ikki ólólgligt, men tað er so aftur ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur at brúka endurskin.
Rossakjøt hevur verið í miðdeplinum í stórari europeiskari matvørugølu seinastu vikurnar. Høvuðsorsøkin hevur verið, at merking av liðugtrættum hevur verið misvísandi og ikki boðað frá, at rossakjøt hevur verið [...] Guðmundur Guðmundsson, sum nógv fólk ivaleyst kenna frá sjónvarpssendingini Okkara kokkar. Seinastu árini hevur hann verið kokkur umborð á Fagrabergi eftir 25 ár sum kokkur á hotellum í Føroyum. Sum ungur var Guðmundur
Kimball er hetta ein tann besti bólkurin, ið hann hevur havt. Á konsertini, har Kimball bjóðar til intimkonsertir við hittløgunum frá Toto-tíðini, hevur hann ein fimmansbólk við sær. Sjálvur syngur Bobby [...] og spælir tangentar, men guitarleikarin Tommy Denander er eisini eitt navn í heimsflokki. Denander hevur spælt á fleiri enn 2.000 útgávum við nøvnum sum: Michael Jackson, Paul Stanley, Alice Cooper, Ricky [...] Yngwie Malmsteen. Eisini hin gittarleikarin, Sayit Dölen er kendur á altjóða tónleikapallinum og hevur spælt við eitt nú nøvnum sum Katie Melua, Yngwie Malmsteen, Enrique Iglesias og Jimi Jamison. Ken
gongur strilti at pláss á liðnum hjá Liverpool. Í 16 ár hevur hann verið partur av besta liðnum og hevur spælt yvir 700 dystir, men nú hevur hann tikið avgerð um at gevast sum fótbóltsspælari, sigur hann [...] Liverpool spælarin hevur boðað frá, at hetta er hansara seinasta kappingarár sum yrkisfótbóltsspælari. Hann hevur samanlagt spælt næst flestar dystir fyri Liverpool. Jamie Carragher er í 35 ár og tað gongur
við altjóða Down Syndrom dagin, hevur Sosialurin viðgjørt evnið fosturkanning. Í Danmark verða fosturkanningar bjóðaðar til allar kvinnur, sum eru við barn, og hetta hevur ført við sær, at munandi færri [...] bjóðað kanningar, um ikki serligar umstøður gera seg galdandi. Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta verandi skipan í Føroyum, men hann ivast í, um tað yvirhøvur [...] at hava ta vitanina, sum fosturkanningarnar geva. Hann heldur, at lógarfesta fosturtøkan í Danmark hevur ført ein serligan hugburð við sær. - Um umstøðurnar ikki eru til vildar, so velur man barnið frá.
HM-endaspælinum í Suðurafrika í 2010. Joaquín Mémoli Suárez hevur ein dreym um at koma til Føroya at ganga í skúla, gjarna í Kambsdali. Hann hevur stóran áhuga fyri oyggjasamfeløgum yvirhøvur. Á myndini sæst [...] Føroyska fótbóltslandsliðið hevur fjepparar kring allan heimin, eisini uttanfyri Europa. Hesir fjepparar eru hugtiknir av lítla landinum, sum tekur dystin upp ímóti teimum stóru londunum. 16 ára gamli [...] høvuðsstaðnum, Montevideo í Uruguay. Hann býr stutt frá tjóðarleikvøllinum hjá Uruguay, sum gjøgnum árini hevur vunnið HM í fótbólti tvær ferðir, OL gull í fótbólti tvær ferðir, og Copa America heilar 15 ferðir
Krabbameinsfelagið skipar aftur í heyst fyri skeiði í listterapi. Hetta er eitt tilboð til fólk, ið hevur ella hevur havt krabbamein. - Royndirnar frá skeiðnum síðsta vetur vóru góðar og hava víst, at listterapi [...] viðurkennandi umhvørvi, har tú sum luttakari - saman við øðrum í somu støðu - hevur møguleikan at verða hoyrdur við tí, tú hevur uppá hjarta. - Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og [...] at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum. - Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað. Tær nýtist ikki at hava royndir við listarligum arbeiði frammanundan. Verkini eru áhugaverd