Í tríggjar mánaðir hevur flogfelagið SAS leitað eftir nýggjum konsernstjóra, og nú er navn sett á mannin, sum skal leiða norðurlenska flogfelagið frameftir.
45 ára gamali Anko Van der Werff skal um tveir mánaðir taka við stjórastarvinum í SAS. Van der Werff, sum er úr Hollandi, hevur seinast verið konsernstjóri í kolumbiskan flogfelagnum Avianca, sum hevur havt stórar fríggjarligar trpulleikar av koronukreppuni. Frammanundan var hann í fimm ár marknaðarstjóri Aeromexico, og hann var eitt skifti sølustjóri hjá Qatar Airways, umframt at hann hevði stjórastarv í KLM fyri tað.
Rickard Gustafson, sum hevur verið stjóri hjá SAS, segði seg úr starvinum á ársskiftinum, og tað var nevndin vónbrotin av. Nú heldur sama nevnd, at tey hava funnið rætta avloysaran til stjórastarvið.
Hetta er fyrstu ferð í 75 ára longu søguni hjá SAS, at konsernstjórin í felagnum ikki er norðurlendskur ríkisborgari.