Danski kavbátabyggjarin, Peter Madsen, megnaði í morgun at flýggja í Herstedvester flongsli, har hann situr lívstíðsdóm fyri at myrða svensku tíðindakvinnuna Kim Wall.
Danskri miðlar skriva, at løgreglan hevur megnað at handtikið Peter Madsen aftur, men at bumbuserfrøðingar og annað eru komnir upp í leikin.
Ekstrabladet boðar frá, at tveir løgreglumenn lógu á vegnum við vápnum peikandi móti Madsen, ið sat upp móti einum runni við onkrum belti um miðuna umframt møguligari pistól.
Peter Madsen hevði eisini hótt við einari bumbu, og tí er bumbuliðið hjá løgregluni á staðnum við Rullumariu.
Ekstrabladed skrivar eisini, at Peter Madsen hevur áður sitið í avbyrging, tí at illgruni hevur verið um, at hann hevði ætlanir um at flýggja.
Tað er ikki greitt, hvussu Madsen megnaði at flýggja úr Herstedvester fongslinum í Albertslund, og nýggja kona hansara, Jenny Curpen, hevur ongar viðmerkingar.