juni 1920 inni í Líð í Kollafirði, hann var næstelstur av teimum tíggju børnunum hjá Onnu Sofíu, f. Hansen, ættað úr Lon í Miðvági, og Olivar Djurhuus, úr Kollafirði. Sverri gekk í skúla í Kollafirði og [...] Danmarkar á Haandværkerhøjskolen í Haslev. Undir krígnum var hann í Danmark og í Týsklandi. Hann kom heim aftur til jóla í 1946. Eftir tað koyrdi hann hýruvogn í Havn, til hann í 1949 kom at arbeiða á bilverkstaðnum [...] Reyni í Rættará. Í 1952 gjørdi hann sveinaroynd sum bilmekanikari og arbeiddi nógv ár í Rættará, har hann eisini hevði bilverkstað sjálvur. Hann hevði eisini bilverkstað í Janstovugøtu og í Hornabø. Í desember
lærutíðini var við skúlagongd í trý ár. Í 1960 varð hann innkallaður til hertænastu í 16 mánaðir. Liðugur við hertænastuna arbeiddi Mortan sum postassistentur í Danmark, til hann í 1963 kom heim aftur til Føroya [...] starv sum postassistentur á posthúsinum í Havn. Hann tók annan part av útbúgvingini í 1967 í Keypmannahavn. Tá vóru umleið 30 starvsfólk á posthúsinum í miðbýnum í Havn. Stovnurin hevði ein bil til útkoyring [...] Postgirostovuna. Hølisviðurskiftini í Havn vóru út av lagi vánalig og ov smá. Fyrst bleiv leigað á Smyrilsvegi 2, men í 1990 bleiv flutt í 2.000 leigaðar fermetrar í Idé-húsinum. Í 1995 bleiv bygningurin keyptur
náttúran er stórbar og hugtakandi. Hetta ger, at vit kanska í tí dagliga ikki geva okkum far um, at náttúra okkara ikki er "stór". Hon er í roynd og veru lítil, soleiðis at skilja, at hon tolir ikki nógv [...] útstykkingin hjá Tórshavnar býráð í Hoyvíkshaganum. Øll unna vit teimum ungu at seta búgv, men vit hugsa ikki um prísin, nevniliga, at eitt hitt ríkasta øki til heiðafugl í landinum hvørvur eftir einum degi [...] víst so. Men samstundis hvurvu stór og rík náttúruøki, sjáldsamar urtir hvurvu med alla, og fuglasløg í hópatali mistu síni livistøð. Vit kundu nevnt mong onnur dømi um, at framburður kostar náttúruni dýrt
Leygarnáttina fekk ein maður eina fløsku í høvdið uttanfyri Kaggan í Havn. Hann varð koyrdur á skaðastovuna, har hann fekk pentur í oyrað og í vinstru síðu av hálsinum. Beint áðrenn fekk løgreglan fráboðan [...] fráboðan um, at ein ungur drongur, hevði sligið ein annan í andlitið niðri í býnum. Talan var um fleiri persónar, sum lupu á ein annan, sum fekk skoynur í andlitið umframt at onkur tonn var loysnað. Ferðsluóhapp [...] vestaru síðuni av Tilhaldinum. Sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Argja skúla. Gerningsmenninir høvdu tikið ein pengakassa frá skrivstovuni. Kriminaldeildin arbeiðir nú víðari
Øll minnast vit søguna um hin skriftlærda, sum í bøn síni í halgidóminum takkaði Guði fyri, at hann ikki var sum tollarin, sum stóð skamt frá og í sínum lagi eisini bað. Og eins væl kenna vit hesi fólkini [...] minna tey á, hvussu framúrskarandi tey eru. Hendingin henda dagin í løgtinginum, har Høgni Hoydal tekur bæði tingfólk og formansskap í skúla um borðbart orðaval, fær meg at hugsa um ein gamlan Western-film [...] allir flokkar luttóku í tí viðgerðini, heldur enn at Høgni Hoydal skal seta mørkini. Ikki tí, Høgni Hoydal er í orðavali og framburði vanliga sera hampuligur, men sum útbúgvin í fjølmiðlafakinum, so veit
tímar um vikuna í Kollafirði, t.d. í teimum handaligu fakunum og í ítrótti. Í framtíðini "kann hugsast", at skúlanæmingarnir í Kaldbak "heldur fara" í framhaldsdeildina í Kollafirði enn í Eysturskúl-an. [...] til annan spurningin í yvirskriftini: Hvussu skal framhaldsdeildin í fólkaskúlanum skipast í framtíðini í Tórshavnar kommunu? er at siga, at: Nýggja fólkaskúlalógin, sum kom í gildið í 1997, setur heilt øðrvísi [...] Brævið hevur í yvirskriftini 2 spurningar: Hvussu skal framhaldsdeildin í fólkaskúlanum skipast í framtíðini í Tórshavnar kommunu? Nær verður uppskotið um felags framhaldsdeild viðgjørt í mentamálanevndini
leikararnar varð endaliga støðan tikin. Rógvi var í árunum frá 1999 til 2001 knýttur at venjingini í Stjørnuni, men tey bæði seinastu árini hevur hann gingið í skúla í Havn, og hevur hann her verið venjari hjá [...] Bak-ketan hjá okkum man vera ein hin sterkasta í landinum, og fáa vit alt at rigga, so ivist eg ikki í, at vit kunnu øllum liðunum í landinum ein skarpan gang. Fyrsta royndin av hesum verður sunnudagin [...] Mánadagin tók nevndin í felagnum nevnliga avgerð um at siga hana úr starvinum, og skuldi hon ætlandi fara aftur til heimlandið týsdagin. Um orsøkina til uppsøgnina sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur
skulu halda í oyruni á sínum fólkum. Tað eigur at vera upp til hvønn tingmannin sær. ? Tað kann ikki vera okkara uppgáva at taka fólkavaldar politikara í skúla. Teir mugu sjálvir finna sín leist í tinginum [...] at málið um málburðin í tinginum, steðgaði við niðurstøðuni hjá formansskapinum, fóru skeiv. Í blaðnum í gjár legði Jóannes Eidesgaard harðliga eftir Tjóðveldisflokkinum, og í dagsins blaði fær hann aftur [...] góður málburður, heldur hann. Tað týdningarmesta er, at øll fáa eins viðgerð, men tað ivast hann í, um øll fáa í dag. ? Tað, sum er mest umráðandi, er at øll vera viðfarin líka. Eg havi sjálvur merkt á mínum
Sandell var borin í heim 3. okt. 1832. Hon fekk navnið Carolina Wilhelmina, men bleiv vanliga kallað Lina. Lina vaks upp á prestagarðinum í Frøderyd, í tí vakra og romantiska landslagnum í Smálandi. Foreldur [...] og kom í svensku søguna sum fyrsti kvinnuligi forlagstjóri. Í føroyskum sálmabókum eru nógvir sangir hjá Linu Sandell sum t.d. í sálmabókini hjá føroysku fólkakirkjuni, Missiónssangbókini og í Songbók [...] Kirkjugarðinum í Stokhólmi. Eitt stórt kór sang sangir hennara, og saman við kórinum sang fólkið "Ongin so kann síni varða". Í 1953 varð standmyndin hjá Axeli Wallenberg av henni reist í urtagarðinum í Frøderyds
heilsan við í eskjuna saman við eini mynd. Í hesum sunnudagsskúlanum ganga umleið 100 børn í fýra flokkumum. 25 fólk eru knýtt at sunnudagsskúlanum, sum er hvønn sunnudag frá 12-13.15 í Hoyvíkar Skúla. Frá [...] við at geva gleðiboðskapin og skógvaeskjur fullar av gávum. Her í Føroyum var tað sunnudagsskúlin í samkomuni, Lívdin, í Hoyvíkar Skúla, sum stóð fyri innsavningini av skógvaeskjunum. Børnini kundu lata [...] taka ímóti skógvaeskjunum. Eimskip í Føroyum stuðlar tiltakinum við at fíggja flutningin úr Føroyum. Í 2002 vórðu sjey milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í umleið 100 londum. Myndatekstur: Umleið