Nú fær Mortan tíð til bátin

Í dag verður móttøka hjá Postverki Føroya, í sambandi við at Mortan Rasmussen, deildarleiðari, sum hevur arbeitt á stovninum í 46 ár, hevur valt at fara frá. Mortan var í nógv ár andlitið hjá stovninum úteftir

Mortan Rasmussen flutti sum seks ára gamal av Kirkju til Klaksvíkar og gekk í skúla har. Tá hann var liðugur við barna- og realskúlan, fór hann til Danmarkar, har hann 1. september 1957 fór í læru sum postassistentur hjá Post- & Telegrafvæsenet.
46 ár seinni, 1. september 2003, hevði hann sín seinasta starvsdag hjá Postverki Føroya.
Tá hann byrjaði hjá Post- & Telegrafvæsenet, var tað sami stovnur sum postverkið í Føroyum.
Mortan er í dag 62 ára gamal, nú hann hevur valt at leggja frá sær. Men tær broytingar sum føroyska postverkið hevur verið ígjøgnum hesi árini, eru heilt ómetaliga stórar.
Fyrsti partur av lærutíðini var við skúlagongd í trý ár. Í 1960 varð hann innkallaður til hertænastu í 16 mánaðir. Liðugur við hertænastuna arbeiddi Mortan sum postassistentur í Danmark, til hann í 1963 kom heim aftur til Føroya og fekk starv sum postassistentur á posthúsinum í Havn. Hann tók annan part av útbúgvingini í 1967 í Keypmannahavn.
Tá vóru umleið 30 starvsfólk á posthúsinum í miðbýnum í Havn. Stovnurin hevði ein bil til útkoyring av pakkum. Tvey av postboðunum brúktu súkklur, meðan posturin í sjálvum býnum bleiv borin út til gongu.
Martin Kúrberg koyrdi allan postin til og frá bygdunum oman og niðan av kaiuni við lastbili sínum, meðan Skipafelagið koyrdi postin úr Danmark. Onkuntíð var so nógvur pakkapostur - helst til jóla - at alt rúmtist ikki inni. Posturin til bygdirnar bleiv pakkaður upp fyrst, og posturin til Havnina kundi liggja í sekkjum heilt út í Kommunuskúlagarðin.





Postverkið yvirtikið



Í 1968 bleiv Mortan yvirassistentur og postkonrollørur í 1972. Tá føroyingar yvirtóku postverkið frá danska Post- & Telegrafvæsenet 1. apríl 1976, og Postverk Føroya varð stovnað, bleiv Mortan ein av deildarleiðarunum. Hann var eisini við til at stovnað Føroya Postfelag og at samráðast um fyrsta sáttmálan, sum bleiv undirskrivaður í februar 1977.
Tá hendu stórar broytingar innan Postverkið í Føroyum, Frímerkjadeildin bleiv sett á stovn, og føroysk frímerki vóru nógv eftirspurd um meginpartin av heiminum.
Postgirostovan varð eisini sett á stovn, og ein bygningur bleiv nøkur ár seinri bygdur á Argjum til Frímerkjadeildina og Postgirostovuna.
Hølisviðurskiftini í Havn vóru út av lagi vánalig og ov smá. Fyrst bleiv leigað á Smyrilsvegi 2, men í 1990 bleiv flutt í 2.000 leigaðar fermetrar í Idé-húsinum. Í 1995 bleiv bygningurin keyptur, og seinastu tvey árini hevur verið innrættað og umbygt, so nú lúka arbeiðshølini í stóran mun tørvin hjá Postverkinum.
So hvørt sum samferðslan og veganetið blivu útbygd, fekk Postverkið alt meira og lutvís størri akfør.
Í 1968 vóru 90 posthús í Føroyum, men so hvørt sum veganetið og bilferjurnar blivu nútímansgjørd, blivu postviðurskiftini umskipað. Í dag eru knapt 40 posthús eftir.
Í 1992 bleiv Mortan settur sum leiðari á marknaðardeildini á Postverkinum og í 1998, tá Postverkið fekk nýggjan stjóra, fekk hann nýggjar uppgávur so sum bræva- og pakkapostin í Føroyum, her undir eisini postútberingina.

Spennandi og avbjóðandi

Mortan ásannar, at hóast 46 ár er ein langur arbeiðsdagur - longri enn hjá teimum flestu - so hevur hann trivist sera væl á stovninum. Har hava verið so ómetaliga nógvar og spennandi avbjóðingar, og hevur hann í sínum arbeiði verið ein partur av menningini av Postverkinum. Hann var í mong ár andlitið hjá Postverkinum úteftir.
Um framtíðina hjá Postverkinum og tær broytingar sum eru fyri framman, sigur Mortan, at neyðugt er at geva Postverkinum somu treytir sum kappingarneytarnir hava: møguleika at taka skjótar avgerðir uttan fyrst at skula ígjøgnum ein politiskan polemikk, sum ofta tekur fleiri ár.
Nú Mortan er farin frá, hevur hann betri stundir til síni frítíðaráhugamál. Hann hevur verið limur í Havnar Bridgefelag síðan 1967. Hann hevur vunnið nakrar kappingar og verið føroyameistari fyri lið. Eisini hevur hann fleiri skeið verið formaður í felagnum og er í dag formaður í Føroya Bridge Sambandi.
Mortan hevur bát og sær fram til, at møguleikarnir at nýta hann verða betri, nú frítíðin verður meira.
Í dag, fríggjadagin 24. oktober, verður móttøka í kantinuni í bygninginum hjá Postverkinum á Óðinshædd 2, frá kl. 15.00 - 17.00, har øll eru vælkomin.