»Tey reinu ? tey røttu ? tey rættvísu«

   

Øll minnast vit søguna um hin skriftlærda, sum í bøn síni í halgidóminum takkaði Guði fyri, at hann ikki var sum tollarin, sum stóð skamt frá og í sínum lagi eisini bað. Og eins væl kenna vit hesi fólkini, sum halda seg vera eitt vet betur enn vit onnur. Tað eru tey, sum eru tey seriøsu, tað eru tey, sum siga sannleikan, og tað eru tey, sum eru tey røttu. Og so hava tey okkum øll onnur til at styrkja teirra egna ego við. Vit minna tey á, hvussu framúrskarandi tey eru.

Hendingin henda dagin í løgtinginum, har Høgni Hoydal tekur bæði tingfólk og formansskap í skúla um borðbart orðaval, fær meg at hugsa um ein gamlan Western-film við heitinum "The Good, the Bad and the Ugly." Uttan at hava fingið leiklutin tillutaðan, so hevur Høgni Hoydal sjálvur átikið sær leiklutin sum tann góði, tann reiðiligi, tann sakligi, tann hampuligi og sum tann einasti av mongum, sum altíð er seriøsur. Apropos film, so hevur sami Høgni Hoydal enntá stuðla Ulla Boye Rasmussen við 200.000 kr. av skattgjaldarans pengum fyri júst at tekna hesa somu myndina av sær sjálvum.
Formansskapurin í løgtinginum hevur so gjørt eina niðurstøðu, og vit vanligu tingfólk kunnu ikki annað, enn taka hana til eftirtektar. Sjálvandi skulu vit seta mørk fyri, hvat man kann loyva sær at siga á tingi, men tað kundi kanska verið gjørt við, at allir flokkar luttóku í tí viðgerðini, heldur enn at Høgni Hoydal skal seta mørkini.
Ikki tí, Høgni Hoydal er í orðavali og framburði vanliga sera hampuligur, men sum útbúgvin í fjølmiðlafakinum, so veit hann betur enn onnur, hvussu boðskapurin best kemur fram. Men hann veit sanniliga eisini, hvussu rætti boðskapurin ikki skal koma fram.
Hugsið bert um, hvussu væl hann dugur at seta dagsskránna soleiðis, at veruligi málini, sum koma okkum øllum við, glíða afturum.
Tá hann nú hevur átikið sær leiklutin sum The Good, so kunnu vit spyrja, hvar hansara egnu mørk eru - ella hvar eru mørkini hjá tí flokki, hann er formaður fyri? Lat okkum taka nøkur dømi:

-Tjóðveldisflokkurin skírdi meg fyri hálvan føroying, og Lisbeth L. Petersen fyri hálvan dana, meðan Høgni Hoydal var einasti rætti føroyingurin. Hvat minnir slíkt okkum um? Hvør brúkti júst somu terminologi um ta reinu rasuna?

-Fólkatingsvaldagin stóð Høgni Hoydal fram við mynd av sær sjálvum í bløðunum og segði, at oljan var funnin. Hvat er slíkt, er tað reiðiligt - umboðaði hann sannleikan - var hann seriøsur? Høgni Hoydal er so einasti føroyingur, sum higartil hevur fingið nakað persónligt burturúr oljuni. Hann bleiv jú partvís valdur við hjálp av hesi lygnini.

-Hvat við tí skoðsmáli, Høgni Hoydal hevur givið andstøðuni frá tingsins røðarapalli? Hann sigur, vit eru tey, sum standa fyri ábyrgdaloysinum - vit vilja reka landið aftur í kreppu - vit høvdu ábyrgdina av 80´unum. Er slíkt reiðilig tala. Er hetta styrkjandi fyri fólkaræðið?

-Hvat við, tá eg av formanni í tingbólki Tjóðveldisfloksins á tingsins røðarapalli eri lagdur undir at vera landasvíkjari. Revsingin hjá landasvíkjarum er at missa lívið. Er slíkt reiðiligt?

-Hvat við, tá aðrir tjóðveldismenn hava skírt meg fyri at vera ein quisling og ein, sum móttekur blóðpengar úr Danmark (hetta seinna eisini av tingsins røðartapalli). Er slíkt reiðiligt?

Ikki tí, ivaleyst hava eisini javnaðarfólk í onkrum hørðum orðadrátti brúkt orð og myndir, sum kanska liggja á markinum, men hví í Guðs garði Høgni Hoydal skal átaka sær leilutin sum tann einasti, sum dugur sær hógv, ja tað skilji eg bara ikki. Tað kann so bert skyldast eini ótrúligari trongd eftir at royna at geva fólki eina aðra mynd enn ta røttu.
Vit mugu enn einaferð staðfesta, at lætt er at síggja flísina í eyganum á bróðrinum, tó uttan at man fær eygað á bjálkan í egnum eyga.