framtøkini í álopunum higartil eru smá, men hann staðfestir eisini, at tað heldur ikki hevur eydnast russum at leggja fleiri landaøki undir seg. - Í nøkrum økjum flyta okkara herdeildir seg frameftir, og í øðrum [...] Maliar. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi. Útlendskir miðlar vita at siga, at bæði Russland og Ukraina hava mist nógv fólk og nógva útgerð í krígnum seinastu dagarnar. [...] Ukrainsku mótálopini á russiskar støðir har eysturi í Ukraina hava higartil ikki givið tey heilt stóru úrslitini, men ukrainski herurin hevur tikið nakrar landsbygdir aftur frá russum hesa seinastu tíðina
teimum, sum eru í kavbátinum. Amerikanska og kanadiska bjargingartænastan hava sett umfatandi leiting í verk eftir ferðavinnukavbátinum, og her eru eisini flogfør við sonar-útgerð við í leitingini. Hesi [...] sunnumorgunin, tey mistu sambandið við kavbátin. Tað er eitt nú tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun. [...] Talan er um pakistanska ríkmannin, Shahzada Dawood og sonin, Sulaiman, vita miðlarnir at siga. Familjan í Pakistan sigur við CNN, at teir báðir vildu síggja, hvat er eftir av vrakinum av tíðarinnar mest umrøddu
privatar. Í desember í fjør var Silvitni á sínari fyrstu kórferð; leiðin gekk tá til Íslands. Kórið var eisini við á G! Festivalinum í fjør, og verða tær aftur at hoyra í Fjósinum á G! í ár. Konsertin í Finsen [...] tíggju limir úr flestu økjum og oyggjum í Føroyum: frá Kalsoynni, Eystur- og Streymoynni til Vágarnar. Kvinnurnar hava allar drúgvar royndir í kórum bæði í Føroyum og úti í heimi og umboða tríggjar ymiskar [...] "Altíð syngur havið", og av Sámali Matras Kristiansen, "Renn sól upp úr havi".Silvitni varð stovnað í Gøtu í september 2020. Tær tá átta kvinnurnar settu sær fyri at syngja góðan og avbjóðandi kórtónleik saman
arum úr Føroyum, Álandi og Grønlandi. Eisini aðalskrivarin í Norðurlandaráðnum er við. Ísland hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum í 2023. [...] forsætisráðharrarnar verður í Vestmannaoyggjum 25. og 26. juni. Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, verður við sum serligur gestur á fundinum. Eitt av høvuðsmálunum í kjakinum verður samfelagsligi [...] igi treystleikin, men hetta árið eru tað eisini liðin 50 ár síðani eldgosið í Vestmannaoyggjum 23. februar í 1973. Norðurlond høvdu tá ein stóran leiklut við endurbyggingini eftir skaðarnar av eldgosinum
hvørji krøv og treytir skulu setast til býtið av makreli og sild fyri 2023. Sermitsiaq veit at siga, at tey fimm feløgni, sum í ár hava fingið kvotu av makreli og sild, eru hesi: Polar Pelagic hevur fingið [...] makreli og 730 tons av sild. - Vit miðja eftir at koma í gongd við makrelfiskiskapinum hin 1. juli, og vit hava eyguni við fiskiskapinum eystanfyri - í føroyskum og íslendskum sjógvi, sigur ein av reiðarunum
vandamiklum bakterium í vatninum. Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í kvøld, har ST sigur, at russar sýta fyri at lata ST sleppa inn í økið í Ukraina, sum Russland hevur hertikið. [...] Dnipro-ánni undir í vatni. Hetta er eitt øki í Ukraina, har russar hava ræðið yvir einum parti - og ukrainar yvir einum øðrum parti. Higartil eru 45 fólk staðfest deyð í vatnflóðini - 16 í økinum, sum Ukraina [...] herviligari vatnflóð, tá stóra byrgingin í syðra parti av Ukraina herfyri skrædnaði. - Tú kanst ikki sýta fólki hjálp, sum eru í neyð, sigur ST-samskiparin fyri neyðhjálp í Ukraina, Denise Brown. Hon heitir á
Tað skrivar Læknafelag Føroya í tíðindaskrivi í kvøld, sum er soljóðandi: »Tað hevur í vár aftur verið umrøða í miðlunum av fosturtøkulógini. Í tí sambandi vil Læknafelag Føroya geva sítt íkast til hetta [...] loyvd í færri førum enn í dag. Læknafelagið heldur at lógin um fosturtøku, sum er danska lógin frá 1956, seinast broytt við løgtingslóg í 2021, eigur at verða endurskoðað.∆ Tórshavn, 18. juni 2023 Pál Weihe [...] Galdandi lóg eigur at taka burtur ásetingarnar í lógini um revsing, men annars eigur lógin ikki at vera broytt. (2 ella 1.7%) Fosturtøka loyvd í færri førum enn í dag. Galdandi lóg um fosturtøku eigur at verða
drúgvastu teinum í Føroyum. Tað ger avrikið hjá Eiriki ikki minni flott. Eirikur kom á mál sum fimti maður. FM í Býarsúkkling útsett Eftir ætlan skuldi FM kappingin í Býarsúkkling koyrast í dag. Vegna ov [...] Byrjað var í Runavík, og málið var í Havn. Ein teinur á 104 kilometrar tá leiðing gongur um Eiðisskarð og eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Talið á súkklarum var metstórt, eftirsum SST aftur í ár hevði avgjørt [...] fyrst í juli. Ein kvinna hevði avgjørt at royna seg í kappingini um FM heitið, og er tað ein sum tvær ferð áður hevur súkklað á Team Rynkeby liðnum. Sigrid Bjartalíð royndi seg á fyrsta sinni í einari
Á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn uppjustera alsamt fleiri bankar vónirnar til yvirskot í ár. Í gjár skrivaðu vit um BankNordik, sum fyri aðru ferð í ár uppjusteraði vónir sínar um yvirskot. Les [...] eisini: BankNordik væntar enn hægri avlop í ár Og BankNordik er als ikki tann einasti bankin í ríkinum, sum ger tað. Tí tað hava næstan allir bankar í Danmark gjørt. Bara í mai og júni hava Sydbank, Jyske Bank [...] yvirskot í ár við í minsta lagi 1,4 milliard krónum tilsamans. Fyri alt árið hava bankarnir uppjusterað ætlanirnar um yvirskot við fimm milliardum krónum. Sambært Mikkel Emil Jensen, greinara í Sydbank
vit skriva 2023, verður Knudsen í álopinum. Håkan Ericson, A-landsliðsvenjarin hjá monnum hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Kekkia, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan [...] teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Kekkia, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45. Fyri 33 árum síðani var Knudsen í málinum. Men tíðirnar broytast, og tað sæst [...] klokkan 19:45. Teitur Gestsson verður í mál, og verjuna manna Gilli Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Jóannes