Tíðindastovur vita at siga, at umframt bretska ævintýraran og miljarderin, Hamish Harding, eru eisini ein pakistanskur pápi og sonur við ferðavinnukavbátinum, sum er horvin á leiðini, har Titanic sakk fyri meira enn 110 árum síðan.
Talan er um pakistanska ríkmannin, Shahzada Dawood og sonin, Sulaiman, vita miðlarnir at siga. Familjan í Pakistan sigur við CNN, at teir báðir vildu síggja, hvat er eftir av vrakinum av tíðarinnar mest umrøddu skipsvanlukku.
Familjan sigur, at tey seta stóran prís upp á samkensluna, tey hava fingið frá vinum og kenningum, og tey ynskja, at øll vilja biðja fyri teimum, sum eru í kavbátinum.
Amerikanska og kanadiska bjargingartænastan hava sett umfatandi leiting í verk eftir ferðavinnukavbátinum, og her eru eisini flogfør við sonar-útgerð við í leitingini. Hesi flogfør kunnu eisini finna kavbátar við sínari útgerð.
##med2##
Fimm fólk eru við kavbátinum, og sagt hevur verið, at tey hava ilt til 96 tímar. Tað er fyritøkan, OceanGate Expeditions, sum skipar fyri túrum niður á vrakið av Titanic, og tað var sunnumorgunin, tey mistu sambandið við kavbátin.
Tað er eitt nú tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.