Russland hevur víst aftur fyrispurningi hjá ST um hjálp til økini, sum vórðu rakt av herviligari vatnflóð, tá stóra byrgingin í syðra parti av Ukraina herfyri skrædnaði.
- Tú kanst ikki sýta fólki hjálp, sum eru í neyð, sigur ST-samskiparin fyri neyðhjálp í Ukraina, Denise Brown.
Hon heitir á Russland um at fylgja altjóða humaniterari lóg.
Tá stóra Karkhovka-byrgingin skrædnaði, gjørdust stór øki á báðum síðum av Dnipro-ánni undir í vatni. Hetta er eitt øki í Ukraina, har russar hava ræðið yvir einum parti - og ukrainar yvir einum øðrum parti.
Higartil eru 45 fólk staðfest deyð í vatnflóðini - 16 í økinum, sum Ukraina ræður yvir og 29 í økinum, sum russar hava hertikið.
##med2##
Fólk í túsundatali eru flutt burtur úr økinum, samstundis sum onnur, sum framvegis eru í økinum, verða ávarað ímóti kolera og øðrum vandamiklum bakterium í vatninum.
Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í kvøld, har ST sigur, at russar sýta fyri at lata ST sleppa inn í økið í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.












