Á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn uppjustera alsamt fleiri bankar vónirnar til yvirskot í ár.
Í gjár skrivaðu vit um BankNordik, sum fyri aðru ferð í ár uppjusteraði vónir sínar um yvirskot.
Les eisini: BankNordik væntar enn hægri avlop í ár
Og BankNordik er als ikki tann einasti bankin í ríkinum, sum ger tað. Tí tað hava næstan allir bankar í Danmark gjørt.
Bara í mai og júni hava Sydbank, Jyske Bank, Arbejdernes Landsbank, Ringkøbing Landbobank og Vestjysk Bank uppjusterað ætlanirnar til yvirskot í ár við í minsta lagi 1,4 milliard krónum tilsamans.
Fyri alt árið hava bankarnir uppjusterað ætlanirnar um yvirskot við fimm milliardum krónum.
Sambært Mikkel Emil Jensen, greinara í Sydbank, eru bankarnir væl fyri.
– Tað er millum annað hækkandi rentur, sum hava givið bankunum góðan undanvind, sigur hann.
– Tað stendur væl til. Niðurskrivingarnar eru enn ógvuliga lítlar. Virkini hava tað gott, so tey veruligu tapini hjá bankunum eru ógvuliga fá.
Sum svar upp á hækkandi inflatiónina í 2022 hava miðbankarnir í til dømis USA og í evruøkinum hækkað rentuna. Tað hevur smittað fíggjarmarknaðirnar.
Tí eru inntøkurnar hjá bankunum frá rentum við at læna pengar vaksnar.
Tá miðbankarnir hækka renturnar, er endamálið í veruleikanum at hvølva kalt vatn á ovurhitaða búskapin og soleiðis minka um virksemið.
Ein partur av frágreiðingini uppá, at bankarnir hvødu lægri væntanir til 2023, er eisini, at tey høvdu væntað, at hetta fór at føra til tað og húsagangir – við niðurskrivingum av tí, sum bankarnir høvdu útistandandi.
Men hvørki í danska ella altjóða búskapainum hava rentuhækkingarnar fingið búskapin at frysta. Harvið hava bankarnir niðurskrivað minni enn væntað.
Tey fyrstu herðindini við uppjusteringum komu í vár undan roknskapunum fyri fyrsta ársfjórðing. Har var tað í krónum Danske Bank, sum kom við størstu uppjusteringini.
Bankin hækkaði væntanina til úrslitið fyri árið við 1,5 milliardum krónum frá 15 til 17 milliardir krónur til millum 16,5 og 18,5 milliardir krónur.
Danke Bank hevur ikki uppjusterað fyri aðru ferð enn. Men tað væntar Mikkel Emil Jensen fer at henda, áðrenn hálvársroknskapurin kemur í juli.
– Eg havi í mínum metingum, at eg rokni við eini uppjustering frá Danske Bank. Eg fái tað til yvir 19 milliardir krónur. Altso oman fyri teirra væntanir, sigur hann.
/ritzau/