einaferð er so, at hann trýr, at Gud er góður, og tað kunnu allir heimsins pástandir ikki broyta. Eg fari at byrja mín kritikk her við at siga, at munur er á einum leysum pástandi og einum, ið er væl undirbygdur [...] vil? Hansara er hóast alt jørðin og allur skapningurin«. ? Hetta er ein av teimum elstu royndunum at rættvísgera gerðir Guds, og um ein gongur eftir orðatakinum »magt er ret«, so hevur Gud jú rætt til alt [...] at Hann jú er almáttugur. Men hetta orðatakið er í fullkomiligari andstøðu til hugtakið »náði«. Tann sterki hevur makt til at gera, sum honum lystir við tann veika, men taka vit moral uppí, so er tað ikki
bispur, sum hægsti kirkjuligi myndugleiki, kemur sær at seta hatta á prent, er skelkandi. Eg spyrji sorgarbundin: Lesur hann ikki Bíbliuna? Er hon ikki rættisnórur fyri boðan, lív og levnað innan kirkjugátt [...] bispur, og tey, ið hugsa sum hann, ikki eisini? Jú, so sanniliga! Tað prógva m.a. teir 7 spurningarnir. Tað er bara hvør sítt stríð. Stríðið hevur sín prís, rætt er tað, men her vil eg minna á Ole Hallesby?s [...] mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni« Ymiskt er, hvussu menn týða hetta ørindið, men út frá Pæt. 2,4-6 síggja vit, at kletturin er Kristus, og at tey trúgvandi eru steinar (klettar) bygdir
kappróðrinum á Sundalagsstevnu. Og tað er ikki sørt, at tað er við bivandi hjarta. ? Eg eri komin til tað resultat, at tá báturin kemur inn ímóti málinum, og tætt er ímillum teir fremstu; tá má eg hyggja [...] Sambært honum, er tað sami maður, ið hevur bygt báðar, so kanska er ongin munur á teimum. ? Eg haldi bestemt, at tað man vera manningin, sum ger munin. Tað ber ikki til at siga, at nakar bátur er betur enn [...] liggja og títta og títta og pøsa seg upp. Hatta er ikki at rógva kapp. Nei, segði Arngrímur, tá teir róðu, tá róðu teir ein langan og seigan. Hetta her við at títta er so kort síðani komið. Eisini hetta við
málið, sum kom í allarsíðstu løtu. 2-0 haldi eg, at vit høvdu kunnað vent her heima í Føroyum, men 3-0 er nógv verri at taka inn aftur, sigur GÍ miðvallarin, tá vit høvdu hann í telefonini seinnapartin mánadagin [...] fór oman fyri málið. Og beint eftir hetta skoraði bosniska liðið so. Bólturin varð sendur innfyri, Poul Ennigarð skuldi skalla burtur, men fekk ikki rættiliga høvdið undir bóltin. Hann datt beint niður [...] komu eftir, at GÍ hevði mist bóltin uppi á hálvuni hjá bosniska liðnum. Kunnu vinna teir í Føroyum ? Hatta var eitt keðiligt úrslit, men eg rokni við, at vit hava kjans at vinna á hasum liðnum, tá tað kemur
eisini sigur so. Men tað er ikki so. Okkurt býr í øllum. Onkustaðni inni í tykkum er ein rødd sum sigur: Hetta er tað, eg haldi! Hetta eru míni virði! Hetta er mín áhugi - tað er hetta, eg vil! Tann sum [...] - og hóast hetta er ein serlig tíð hjá tykkum, so ger tað ikki tykkum til nakað serligt. Tað er tvørturímóti nettupp tað, sum er tað serliga - at tað ikki er so serligt. Tað serliga er, at í Føroyum kunnu [...] veruliga - hann bara er. Ein treyt fyri at liva sum man hugsar - tað er sjálvsagt, at man hugsar. Ein treyt fyri at kunna standa við síni ideal - tað er at man hevur nøkur ideal. Og tað er í dag ofta vanligt
raðfylgjan tann rætta. Men tað er hon ikki í tykkara føri. Tað er so tað. Viðvíkjandi loysingini, tú nevnir í greinini, so er hatta eisini tikið úr leysum lofti. Eg segði (eg siteri): ? Ethvert forlig ligger altid [...] merkir. Politiskt er kósin sett ímóti fullveldi uttan mun til, hvat Hvítabók sigur. Politiska støðan er tikin, um henda samtykt skal takast fyri fult, og tað skal hon sjálvandi, og síðan er arbeiðið við g [...] gongd. Hetta er raðfylgjan, tit hava valt. Eg royndi í míni røðu at undirstrika mótsatt forsætismálaráðharranum, at ein hvitbók er besta grundarlagið fyri einari politiskari støðutakan. Og tá er raðfylgjan
líka Unga Sambandi ), at støðan er ikki haldbar sum er. Men kanska tann løtan kemir tá Unga Smbandið leggur okkurt fyri dagin - sum er vert at viðgerða, men tann løtan er helst langt burtur; tí so leingi [...] sjálvt hann hevur gott støðufesti í pástandum sínum, men hatta er helst gott nokk, tá hugsað verður um hvussu støðuleysur formaðurin í Sambandsflokkinum er. Fyri tað triðja at tosa um at føroyingar hava nakað [...] tað er ómøguligt at kortleggja alt samfelagið í dag, og greiða fólki frá hvussu Føroyar verða eftir at fullveldið er verðuleiki, tí sum øllum kunnugt so bíða vit eftir einari kanning, sum helst er ein
fyri hesi ónøgd er, at føroyski sponsormarknaðurin er so lítil, at pengarnir eru so smábýttir frammanundan. Vit hava spurt formannin í Tórsvølli um henda spurningin. Poul Michelsen er ikki samdur við sínum [...] ognarpart í Tórsvølli í staðin, sigur Poul Michelsen. Men er tað ikki so, at tit hava fingið rokning frá feløgunum fyri teirra part? ? Jú, tað hava tey, men orsøkin til tað er einføld. Grunnurin kann søkja um [...] hvørjum slag« loyvið til at lýsa á teirra stadion, og tað er hetta mynstrið, sum vit eisini hava brúkt, sigur Poul Michelsen. Tí sæst, at tað bara er eitt tryggingarfelag, sum lýsir á Tórsvølli, eitt oljufelag
sum P. W. skrivar, er m.a., at tíðin »at halda í hond«, er farin, t.v.s. hann leggur seg her út í eitt øki, sum einki hevur við starv hansara at gera, nevnliga sjukrarøktina . Tað er nógv fyri at svølgja: [...] ga láturligar: eitt nú gransking viðv. spiki. Fyrigevið mær, hvat skuldi hatta tvætlið til, hvat kunnu vit brúka hetta til? Jú: Nógvar skuffur eru at goyma í. (Pengar eru settir av til útgerð). Síðani [...] varð. Eyðun Joensen, kliniskur psykologur legði kortini á borðið og var sera kontantur, sum hann altíð er. Síðani var samrøða við Pál Weihe, arbeiðsmedicinara. Eg skrivi ikki læknastjóra, tí eg góðtaki ikki
plaseringin av lýsingunum er rættiliga góð nú Tórsvøllur er komin. Men er tað ikki áfallandi, at tit hava lýsarar, sum eru í somu vinnugreinum, sum teir, sum lýsa á Tórsvølli? ? Tað er møguligt, men tað hevur [...] heldur enn á Tórsvølli. Er henda søgan sonn? ? Tað er ein møguleiki, sum vit halda opnan um so er, at vit ikki fáa nakra semju við grunnin um lýsingarnar. Men fyri at siga tað sum tað er, so vænti eg, at tað [...] Kristian á Neystabø er ikki samdur við Poul Michelsen og hansara sjónarmiðum um lýsingarnar, sum standa á takinum á B36-húsinum. ? Fyri tað fyrsta er tað soleiðis, lýsingarnar hava verið á veg í eina tíð, og