GÍ bert lítlan møguleika at sleppa víðari

Fótbóltur: Tað var málleyst í hálvleikinum, men so skoraði bosniska liðið tíðliga í seinna hálvleiki, fekk eitt afturat, tá eitt korter var eftir, og økti til 3-0 í yvirtíðini

Leygardagin spældi GÍ niðri í Bihac í Bosnia-Hersegovina móti liðnum NK Jedinstvo í Intertoto kappingini.

Gøtumenn taptu 0-3, og tað var eitt sindur ov nógv.

Pauli Jarnskor sigur, at bosniska liðið ikki hevði so nógv upp á seg, men at teir fingu nøkur kloddamál.

? Serliga spell var tað, at teir fingu triðja málið, sum kom í allarsíðstu løtu. 2-0 haldi eg, at vit høvdu kunnað vent her heima í Føroyum, men 3-0 er nógv verri at taka inn aftur, sigur GÍ miðvallarin, tá vit høvdu hann í telefonini seinnapartin mánadagin.

Tá vóru teir júst komnir aftur av longu ferðini, sum byrjaði klokkan 9.00 sunnumorgunin úr Bihac.

Tað gekk væl hjá føroyingunum í fyrra hálvleiki, og í steðginum var framvegis einki mál komið.

Beinanvegin í seinna hálvleiki hevði Henning Jarnskor ein risastóran møguleika, tá hann inni í brotsteiginum tveitti seg fram og skeyt, men bólturin fór oman fyri málið.

Og beint eftir hetta skoraði bosniska liðið so.

Bólturin varð sendur innfyri, Poul Ennigarð skuldi skalla burtur, men fekk ikki rættiliga høvdið undir bóltin. Hann datt beint niður til ein bosniara, sum úr 16 metrum smekkaði hann í kassan.

Tað var heitt niðri í Bosnia leygardagin, men málið var sum ein køld spann av vatni fyri gøtumenn.

Jedinstvo ? sum merkir samanhald á bosniskum og sostatt kann metast sum bosniska svarið upp á »United« ? økti til 2-0 í 75. minutti, og sami maður skoraði til 3-0 í yvirtíðini.

Bæði tey seinnu málini komu eftir, at GÍ hevði mist bóltin uppi á hálvuni hjá bosniska liðnum.


Kunnu vinna teir í Føroyum

? Hatta var eitt keðiligt úrslit, men eg rokni við, at vit hava kjans at vinna á hasum liðnum, tá tað kemur til Føroya, sigur Pauli Jarnskor.

Uttan at hann vil leggja taktikkin fyri venjaran Johan Nielsen heldur Pauli, at GÍ kann leypa á í heimadystinum, tí bosniska liðið er ikki so øgiliga gott, og hann roknar eisini við, at teir verða troyttir av ferðingini til Føroya, eins og gøtumenn vóru rættiliga móðir, tá teir vóru komnir upp á pláss niðri í Bihac.

? Annars vóru umstøðurnar heilt góðar. Vit búðu á einum fínum hotelli, og vit merktu ikki so nógv til ófriðin, sum hevur verið har niðri í seinastuni. Eg haldi, vit sóu ein mann við byrsu, men tað var eisini alt, sigur Pauli Jarnskor.