tóktist ósemjan ikki at stinga so djúpt sum ósemjan í samgonguni. Andstøðan fanst at landstýrinum fyri ikki at hava eina ætlan, ið røkkur fram um 2010. Andstøðutinglimur gjørdi vart við, at vit ikki kunnu halda [...] andstøðan júst at hesum veika punkti í politikki samgongunar, men synd er at siga, at andstøðan umframt at finnast at, hevði nøkur ítøkilig uppskot til tess at fáa samfelagið burtur úr í óhepnu gongdini [...] ímóti at halda einum ávísum virksemi uppi í ávísum pørtum av landinum og í ávísum pørtum av vinnuni, serstakliga byggi- og handverksvinnuni. Hetta er alt gott og væl, men samstundis má staðfestast, at eingin
um nevndin metir seg eiga at viðgera hetta málið, sigur Høgni í Stórustovu. Sum skilst, so hevði Aganevndin fund um málið longu í gjárkvøldið, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt, um nevndin [...] Eftir at málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen í eina tíð hevur ferðast kring føroyska fótbóltsheimin, tykist KÍ nú fáa sín vilja við málinum. Starvsnevndin hjá FSF hevur viðgjørt kæru [...] kæru frá KÍ, og eftir hetta er málið nú lagt til Aganevndina. - Vit hava fingið eina løgfrøðisliga meting av málinum. Vit hava latið hesa til Aganevndina, og vit hava biðið Aganevndina tikið støðu til, um
StÍF-málverjan. Mistu á stokkinum Hetta var viðvirkandi til, at Kyndir fyri fyrstu ferð í dystinum fekk togað seg framum, og so ráddi um at halda fast. Hetta vísti seg tó at vera sera trupult, tí hóast mansverju [...] tvey ár í gloymskuni tykjast kyndilskvinnurnar nú av álvara at vera í ferð við at ota seg upp ímóti føroysku hondbóltstindunum. Sunnudagin høvdu tær vitjan av StÍF, og tey bæði stigini, sum hetta kastaði [...] førdu Kyndil upp á triðja plássið í stigatalvuni, og so ovarliga hava tær ikki verið, síðani á heysti í 1999. Málverjin bjargaði Tað var tó um reppið, at Kyndil als ikki fekk nakað burtur úr dystinum móti
BluesPerlan byrjaði í Perluni í Tórsgøtu í Havn (harav navnið), og tá tiltakið síðan flutti inn í Reinsaríið valdu fyrireikararnir at taka navnið við - tí hetta er blivið ein perla í føroyskum bluestónleiki [...] Gjøgnum árini hevur dentur verið lagdur á at hava eina fjølbroytta skrá við bæði nýggjum, góðum gomlum og útlendskum. Hetta seinasta hevur ikki borið til hvørki í ár ella í fjør, tá BluesPerlan var stroyma á [...] trummuspælaran James Philip Goodwin, sum í nøkur hevur búð og virka í Føroyum. Alt í alt ein forkunnug skrá, sum borgar fyri einum fjølbroyttum upplivilsi í blueslandi hetta leygarkvøldið.
har sum sethús í stórum tali verða bygd í dag, staðfestir stjórin, Eivind Jacobsen. Henda møguleikan sær hann fyri sær, nú Norðoyatunnilin letur upp um stutta tíð. Sjálvur dugir hann ikki at meta um, hvussu [...] fara vit undir hetta tiltakið. -Hetta skuldi verið besta tíð til húsabygging besta timburtíð, sigur Eivind Jacobsen. Hann er tó greiður um, at samstundis sum tað verður lættari hjá teimum at fara aðrar staðir [...] timburhandlinum er at fáa lag eina fasta rutu við tilfari hagar til tey, sum taka av tilboðinum hjá teimum um byggitilfar. -Vit hava enn ikki tikið støðu til, nær vit av álvara fara undir hetta. Men tá komið
munnu fara at koma aftrat!?! Tú fert at hugsa um Grønland, Thule, íbúðarblokkar og nøkur av heimsins daprastu hagtølum, sum ríkisfelagsskapurin man eiga sín lut í!?! Man hetta vera nakað at samflagga fyri [...] flaggdagshaldinum. Sum áskoðari visti tú ikki rættiliga, hvussu tú skuldi bera teg at eftir lokna talu. Var hetta skemt ella álvara? Røðarin vildi vera við, at tíðin var farin frá tjóðríkjunum. Løgið, [...] hátíðarhalda síni 100 ár sum tjóðríki! Hetta sokallaða ríkisflagg varð síðani hongt upp á tjóðlistarsavni okkara. Slíkt kann vist bert henda í Føroyum!? At Merkið ikki tykist vera við á hesum nýggja flaggi
landsstýriskvinna í almannamálum ---- Sambandsmaðurin á Fólkatingið, Edmund Joensen, gevur í dag ilt av sær í viðmerking til málið um Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Heldur enn at leggja eftir mær [...] borið í Løgtingið. Men tá uppskotið kom aftur úr Fíggjarnevndini vóru 100.000 krónur færri til Ráðgevingina, við tí grundgeving, at neyðugt var at tálma útreiðsluvøkstrinum. Í dag er støðan tann, at Ráðgevingin [...] virksemið, um ikki játtanin verður hækkað aftur á upprunastøðið. Hetta er harmiligt og álvarsamt. Sum eg greiddi frá í Degi og viku fríggjadagin, so fari eg beinanvegin at taka málið upp í landsstýrinum
- Hetta var ikki tað, sum vit ætlaðu. Vit vóru væl við í dystinum og vóru betri í fyrra hálvleiki. Vit høvdu nógvar møguleikar, men tá ið vit ikki megna at skora og støðan leingi er 0-0, so er tað hetta [...] Teir skora og teir megna at halda tað heim, segði Helgi eftir dystin. - Vit royna at koyra Pól Jóhannus (Justinussen, red.) longri fram á vøllin og seta Jens (Joensen, red.) í álopið. Vit lossa og tað [...] tað gevur okkum nakrar støður, men tíverri fingu vit ikki tað útjavnandi málið, helt hann fram. Komandi vikuskifti fáa teir vitjan av B36 í einum at kalla týdningsleysum dysti. - Tað verður ein dystur, har
Býráðið í eysturríkska Braunau am Inn er komið í neyð, tí tey hava ikki ráð at keypa barnaheimið hjá fyrrverandi týska einaveldisharranum Braunau am Inn er vanliga ein ókendur býur norðarliga í Eysturríki [...] sigur Gerhard Skiba, borgarstjóri, at fær býráðið ikki samrátt seg til ein lægri prís, ætla tey at biðja stjórnina um fíggjarligan stuðul, soleiðis at óynsktir keyparar ikki keypa húsini. [...] sølu, og tað hevur skapt órógv í býráðnum. Har óttast tey nevnliga, at nýnazistar ella -fascistum vilja keypa heimið og brúka hetta sum miðstøð. Tí ynskir býurin sjálvur at keypa húsini, men ein ætlaður
Ísland ikki góðtaka makrelsemjuna millum ES, Noreg og Føroyar, tí hon ger, at veiðan verður nógv størri enn tilmælið frá fiskifrøðini. Men íslendski fiskifrøðingurin Jón Kjartansson heldur ikki, at hetta [...] við Morgunblaðið, at íslendingar hava leingi verið samdir við norðmonnum um at avmarka makrelstovnin, tí tann nógvi makrelurin ger, at ov lítið er av føði til eitt nú sild og laks. -Í fleiri ár hava menn [...] menn tosað um, at tað er neyðugt at fiski meiri makrel, tí hann etur so nógv her hjá okkum, og at tað er nógv meiri makrelur, enn menn hava hildið. Tí skilji eg ikki kúvendingina, sum vit nú hava sæð, sigur