- Hetta var ikki tað, sum vit ætlaðu. Vit vóru væl við í dystinum og vóru betri í fyrra hálvleiki. Vit høvdu nógvar møguleikar, men tá ið vit ikki megna at skora og støðan leingi er 0-0, so er tað hetta, sum kann henda. Teir skora og teir megna at halda tað heim, segði Helgi eftir dystin.
- Vit royna at koyra Pól Jóhannus (Justinussen, red.) longri fram á vøllin og seta Jens (Joensen, red.) í álopið. Vit lossa og tað gevur okkum nakrar støður, men tíverri fingu vit ikki tað útjavnandi málið, helt hann fram.
Komandi vikuskifti fáa teir vitjan av B36 í einum at kalla týdningsleysum dysti.
- Tað verður ein dystur, har liðini kunnu sleppa hondbremsini. NSÍ og B36 plaga at borga fyri málum, so tað vænti eg, at tað eisini verður tá, segði Helgi L. Petersen í práti við Rás2 eftir dystin.