Orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið og tjakið í KRV í gjárkvøldið avdúkaði stóru ósemjurnar í samgonguni. Taka vit tingviðgerðina, so sóu vit vanligu samanbrestirnar millum andstøðu og samgongu, og hóast tað mangan gekk harðliga fyri seg, so tóktist ósemjan ikki at stinga so djúpt sum ósemjan í samgonguni.
Andstøðan fanst at landstýrinum fyri ikki at hava eina ætlan, ið røkkur fram um 2010. Andstøðutinglimur gjørdi vart við, at vit ikki kunnu halda fram við einum stórum halli á fíggjarlógini fleiri ár á rað. Hóast hesin er mest brennandi spurningurin í føroyskum politikki í løtuni, so kom einki svar, ið kundi bent á, at landsstýrið hevur eina yvirskipaða strategi.
Tað næsta vit koma nøkrum, sum líkist eini strategi, er umraðfesting av íløgunum, sum miðar ímóti at halda einum ávísum virksemi uppi í ávísum pørtum av landinum og í ávísum pørtum av vinnuni, serstakliga byggi- og handverksvinnuni. Hetta er alt gott og væl, men samstundis má staðfestast, at eingin verulig strategi tykist vera fyri fiskivinnuni, sum jú hevur grundleggjandi týdning fyri allan samfelagsbúskapin. Sum vera man fanst andstøðan júst at hesum veika punkti í politikki samgongunar, men synd er at siga, at andstøðan umframt at finnast at, hevði nøkur ítøkilig uppskot til tess at fáa samfelagið burtur úr í óhepnu gongdini, sum nú gerst alt meira týðulig við vaksandi arbeiðsloysi og álvarsomum trupulleikum innan fiskivinnuna.
Báðir partar talaðu nógv um bygnaðarligu trupulleikarnar, men hvørgin var serliga greiður. Eingin tóktist hugaður til nærri at allýsa, hvørjir bygnaðarligu trupulleikarnir eru. Hetta er spell, tí tað skapar ótryggleika og ein kann hava varhugan av, at hvørki samgonga ella andstøða hava sannkent bygnaðarligu trupulleikarnar innan almenna so væl sum privata geiran. Av somu orsøk kom hvørgin parturin við ítøkiligum hugskotum til loysnir. Tað kann eisini hugsast, at partarnir hava hugskotini, men aftra seg við at koma fram við teimum, tí einhvør loysn á bygnaðarligu trupulleikunum kemur at svíða bæði til løntakarar so væl sum til tey, ið taka ímóti almennum veitingum.
Hólmgongan millum Eidesgaard og Kallsberg avdúkaði djúpa ósemju í samgonguni um raðfestingarnar. Hetta orðaskiftið vísti, at Javnfl. og Sambandsfl. standa saman ímóti Fólkafl. , tó so at Gerhard Lognberg helst er meira í parti við Fólkaflokkinum enn við sínum egna flokki. Í stuttum snýr ósemjan seg um raðfesting av íløgusíðuni. Fólkafl, vil tunlar – Javnaðarfl. minus Gerhard og Sambandsfl. vilja røktarheim, serstovar og skúlar. Hetta sigur fíggjarmálaráðharrin er at velja vælferð fram um hørð virði. Annfin sigur tunnlar er vælferð – vælferð fyri útjaðaran. Tað er torført at spáða, hvussu hetta endar. Annfinn plagar at fáa sín vilja, hann hevur jú sum formaður í fíggjarnevndini buktina og báðar endarnar. Ella hevur hann nú tað? So skal hann alliera seg við Tjóðveldi, men orðaskiftið í tingsalinum bendi ikki á hendan møguleikan. Nú fæst at síggja, hvussu leikur fer, enn er alt óvist uttan hetta, at tey, sum nú hava lítið, fara at hava minni eftir 1. januar 2010.









