saman og ver hugbundin, vísir kommunan á, hvussu tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna. Kommunan sigur, at mentanardagarnir eru gott høvi at koma út, vera saman og vera hugbundin um eitt hvørt. Nógv ymiskt [...] forkunnug listaframsýning verður. Eisini til stóra morgunmatarborðið í Hósvík, tá ið børnini fáa høvi at hoyra Ingunn Christensen lesa upp úr barnabókum sínum. Sunda kommuna er partur av ABC-fyri sálarliga [...] handað eitt kelvi, har bygdarnavnið er rist. Tað, sum er sermerkt fyri mentanardagarnar, er eisini, at tiltøk eru í øllum bygdum í kommununi. Á Oyrabakka er framsýning av nýggja skúlanum, málningaframsýning
Runavík. Setningurin hjá báðum liðum er greiður. Tað ræður um ikki at tapa og helst at vinna fulla ú,rtøku,, nú bæði liðini stríðast fyri at halda tørn fram til toppin. Gestirnir í HB hava vunnið fulla úrtøku [...] um. Hjá HB er tað smeitur, at stríðsmaðurin á miðvøllinum, Brynjar Hlöðversson, er leikbannaður, tí hann sjey ferðir hevur sæð gula kortið. Á hinari síðuni telur tað upp, at Símun Samuelsen er tøkur aftur [...] eftir leikbann. Í kvøld er Búi Egilsson leikbannaður. Einar Tróndargjógv, sum fyri stuttum er farin at venja aftur, og sum var á næstbesta liðnum næstsíðsta leygardag, var ikki á næstbesta NSÍ liðnum í
Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera, siga fyrireikararnir. Hetta verður [...] Fundurin verður á Skúlatrøð. Á valfundinum fáa øll valevnini, sum eru uppstillað í Norðoyggjum, høvi at greiða veljarunum frá sínum boðskapi. Áhoyrarar kunnu seta spurningar til valevnini bæði munnliga og [...] ein ørgrynna av tiltøkum á skránni. Føroyameistarakappingar í nógvum greinum, framsýningar, høvi eru at vitja umborð á træseglskipum, og fleiri fyritøkur bjóða mat av ymiskum slag eins og nógv onnur tiltøk
vaksnum fólki. Men tað gleðiliga er hent, at í Noregi hevur tað víst seg, at leikurin hóskar líka væl til børn heilt niður í 10 ára aldur. Sagt verður frá, at bæði børn og vaksin skifta orð um tað, ið [...] Í døgunum 12., 13. og 14. Juli, verður høvi at uppliva hesa serstaku pallseting við leikinum Quotes í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. ##med2## Quotes granskar tað torgreidda menniskjasinnið og vísir sálarliga [...] handritshøvundur og stendur fyri framleiðsluni í Spytt i Panne Teater (SiPT). Henni dámar sera væl at ganga egnar leiðir og hevur við Quotes gjørt eina pallseting, sum er heilt serstøk. ##med3## Í sjó
Írlands at royna styvlar Jóhannes Haukur minnist hugtikin aftur á mannagongdirnar í sambandi við upptøkurnar, sum vóru nokkso serstakar og margháttligar. - Fyrst flugu tey meg til Írlands fyri at royna klæðini [...] klæðini, og eina viku seinni flugu tey meg enn einaferð fyri at royna eitt par av styvlum. Tey komu eftir mær á flogvøllinum, fingu meg at royna styvlarnar, og so sendu tey meg heim aftur. Tað føldist [...] Tað eru lutfalsliga fá, ið kunnu erpa sær við, at tey hava spælt við í víðagitnu sendirøðini Game of Thrones. Men tað kann sjónleikarin Jóhannes Haukur Jóhannesson, sum er hálvur føroyingur og hálvur
ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi staðfesti eitt framúr gott avrik hjá NSÍ, ið var hansara monnum at bana. Jákup Martin Joensen fer nú at brúka komandi vikuna at fáa sínar [...] í venjaratoyminum noyddir at taka Klæmint A. Olsen av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki, tí hælsinan argaði. Bæði Jákup Martin Joensen og Trygvi Mortensen staðfesta, at 8-1 stórsigurin var ikki eitt
til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Jan Hentze var viðmerkjari. 2) Hoyr Jan Hentze seta orð á avrikið. Hann undirstrikar, at tað [...] Olsen, ið stórfegnast at fáa metal um hálsin. Liðið hevði sett nøsina upp ímóti einari finalu og gyltari metali, men tað var gott at enda kappingina við einum heiðursmerki. 4) Hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran [...] tað var av týdningi, at føroyska liðið hevði virðing fyri norðurírska liðnum, og ikki tók sær av løttum. 3) Hoyr samrøðu við Barbaru Herdalur Poulsen, Anju Sonnadóttir Danielsen & Hannu Andriasdóttir Olsen
Hagstovan sigur, at tá ið arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum. Men hesi síðstu tvey - trý árini, hevur munurin verið so at siga óbroyttur [...] Arbeiðsloysið í Føroyum hevur ongantíð verið so lítið, sum tað er nú. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í januar í ár var arbeiðsloysið 1,1 prosent, og tað er eisini 1,1 prosent minni enn tað var fyri einum [...] arbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør. Hagstovan sigur, at hetta er tað minsta arbeiðsloysið, sum nakrantíð er skrásett. Frammanundan var arbeiðsloysið minst
nógvum árum síðani at læra meg at spæla eftir nótum, - men nei, eg gavst tíverri við tí. - Eg gekk eina tíð til spæl hjá Knút Olsen, men hvussu hann enn royndi, so kláraði eg ov illa at læra meg nótararnar [...] urguleikarar á ymiskum stigum. Og hetta ger sjálvandi sítt til at lyfta bæði urguspæl og sálmasang. Tað er tó ikki allastaðni kring oyggjarnar at kirkjurnar kunnu ”lýsa” við útbúnum urguleikarum. Her er í [...] í størstan mun talan um tær smærru kirkjurnar. Helst er tað meiri undantakið enn reglan, at ein lítil kirkja á bygd hevur ein útbúnan urguleikara í tænastu – um yvirhøvur nakar urguleikari er á staðnum
Fjarlestrardepilin í Vági boðar í dag frá, at Glasir og Fjarlestrardepilin fara at kunna um møguleikar fyri hægri lestri í vetur, um tey fáa nóg nógvar tilmeldingar. Á heimasíðuni hjá Fjarlestrardeplinum [...] í longd ov vavi, men felags fyri hesar er, at tann lesandi arbeiðir fulla tíð, umframt lesturin. Undirvíst verður um kvøldið ella í vikuskiftum. Vanligt er at taka millum 20 og 30 ECTS um árið. Útbúgvingarnar [...] skránni í heyst: HD 1. og 2. partur, Akademiútbúgving innan leiðslu, marknaðarføring og búskap, og at enda Diplomútbúgving innan leiðslu. - Fulltíðarútbúgvingar á Glasi eru útbúgvingar, har tann lesandi