Fjarlestrardepilin í Vági boðar í dag frá, at Glasir og Fjarlestrardepilin fara at kunna um møguleikar fyri hægri lestri í vetur, um tey fáa nóg nógvar tilmeldingar.
Á heimasíðuni hjá Fjarlestrardeplinum stendur soleiðis skrivað:
- Glasir tekur lesandi upp til tvær fulltíðar útbúgvingar í heyst. Hesar eru Fíggjarbúskapur og Byggifrøði. Harafturat eru hesar parttíðar útbúgvingar á skránni í heyst: HD 1. og 2. partur, Akademiútbúgving innan leiðslu, marknaðarføring og búskap, og at enda Diplomútbúgving innan leiðslu.
- Fulltíðarútbúgvingar á Glasi eru útbúgvingar, har tann lesandi brúkar umleið 40 tímar um vikuna til útbúgvingina, har undirvíst verður um dagin. Útbúgvingarnar geva 60 ECTS um árið og taka vanliga 2 ár, íroknað er praktikk og høvuðsuppgáva. Útbúgvingarnar geva rætt til lestrarstuðul.
- Parttíðarútbúgvingar á Glasi eru ymiskar í longd ov vavi, men felags fyri hesar er, at tann lesandi arbeiðir fulla tíð, umframt lesturin. Undirvíst verður um kvøldið ella í vikuskiftum. Vanligt er at taka millum 20 og 30 ECTS um árið. Útbúgvingarnar kosta og geva ikki rætt til stuðul. Hinvegin er tað ofta arbeiðsplássið hjá tí lesandi, sum fíggjar lesturin.
Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi og lestrarstað. Ein depil, sum hjálpir teimum, ið ætla undir útbúgving sum fjarlesandi, at finna útbúgvingarstað.
Meira um tiltakið og tilmelding sæst á heimasíðuni hjá Fjarlestrardeplinum.
Tiltakið er ókeypis, og verður hildið á Fjarlestrardepilinum í Vági hóskvøldið 23. august kl. 19.30.