Tað eru tvey lið á aldukambinum, sum í kvøld klokkan 19 bresta saman við Løkin í Runavík.
Setningurin hjá báðum liðum er greiður. Tað ræður um ikki at tapa og helst at vinna fulla ú,rtøku,, nú bæði liðini stríðast fyri at halda tørn fram til toppin.
Gestirnir í HB hava vunnið fulla úrtøku í seks teimum seinastu landskappingardystunum, og einki mál er farið ígjøgnum hjá Teiti Matras Gestsson í fýra teimum seinastu landskappingardystunum.
Hjá HB er tað smeitur, at stríðsmaðurin á miðvøllinum, Brynjar Hlöðversson, er leikbannaður, tí hann sjey ferðir hevur sæð gula kortið. Á hinari síðuni telur tað upp, at Símun Samuelsen er tøkur aftur eftir leikbann í málleysa javnleikinum ímóti B36.
NSÍ hevur ikki tapt í landskappingini síðani 14. apríl, tá ið tað endaði við 2-0 heimasigri í Klaksvík.
Síðani tá hevur NSÍ spælt tíggju landskappingardystir. Úrtøkan er níggju sigrar og ein javnleikur – 1-1 í Gundadali ímóti B36 – við málmuninum 33-8.
Pætur Hentze er framvegis skaddur. Jóhan Troest Davidsen er tøkur aftur eftir leikbann. Í kvøld er Búi Egilsson leikbannaður.
Einar Tróndargjógv, sum fyri stuttum er farin at venja aftur, og sum var á næstbesta liðnum næstsíðsta leygardag, var ikki á næstbesta NSÍ liðnum í Gundadali ígjár, tá ið tað ímóti B36 endaði 2-2. Hann verður á listanum hjá NSÍ íkvøld.