tølandi teldutíðum. Og við hesum spælihátti, ið tó ikki á nakran hátt kann sigast at ríða á tí næstan slætnaðu un-plugged-alduni, er tað djarva og ikki minst upprunakenda huglagið longu undirstrikað. At [...] íblástri heilt úr eysturlondum, hóast »The North Atlantic is our home and Annika is a child of that ocean«, sum Ian McCalman málber seg í tí einfalda, men væl úr hondum greidda húsanum, har eg enn ikki havi [...] skal eftir, kann ein altíð kjakast um. Men er hetta málið, ein av fyrstu tíð hevur sett sær, er tað ikki mini eitt bragd, tá tað eydnast. »Havið eg bar við mær, inn um hugans gátt«, kundu vit kanska umyrkt
limaskapi í Norðurlandaráðnum. Hetta er mikið spell. Landsstýrið eigur ikki at bakka fyri donsku stjórnini í hesum spurningi. Hetta er ikki ein spurningur um donsku grundlógina, men ein spurningur um, hvat [...] við at koma til sættis við donsku stjórnina um uttanríkispolitisku heimildirnar. Almenningurin hevur ikki fingið nógv at vita um hetta mál, men tað, sum er komið fram bendir á, at talan er um ein skipan, [...] fremmanda stjórn ella ætlar at taka upp samband við altjóða stovn um samstarv. Sum nú er eru Føroyar heilt uttan innlit í verju- og hernaðarmál, sjálvt um hesi snúgva seg um føroyskt land- og sjóøki. Hetta
sekstiárunum vóru hugskot og átøk innan vinnuframa, sum skuldu lætta um útflutning – eisini av vørum, sum ikki høvdu stert. Í sjeytiárinum var Ídnaðarstovan virkin, sum bleiv avloyst av Menningarstovuni í áttatiárunum [...] hevur verið í fokus – serliga við atliti at nýskapandi og útflutningsfremjandi virksemi. Í so máta er ikki so nógv nýtt, antin karmarnir um átøkini eru íverksetarastovur, -ráð ella –hús. Nýggjan leist Men [...] og 1. apríl verður víðka við 600m2 afturat. Hetta virksemi er ment á handilsligum grundarlagi. Men heilt síðan stovnan hevur Bitland havt eitt fyrimyndarligt samstarv við fyrst Menningarstovuna, og nú SamVit
Tórsbátinum, ella um talan var um annað brek, sum ikki hevði við Tórsbátin at gera. Høvuðsdómararnir tóku avgerð um, at talan var um brek við línu, sum ikki hevði við Tórsbátin at gera. So varð starturin [...] Tað var heilt stórur dramatikkur, áðrenn tað var greitt, at Tórsbáturin, sum undan ólavsøku hevði vunnið allar seks róðrarnar og harvið undan ólavsøkuróðrinum var FM vinnari, kundi vera við í róðrinum [...] Tórsbáturin tvey gul kort, og tað vil siga, at um hann í dag sá gult, so varð hann kolldømdur og slepp ikki upp í part í dag. Beinanvegin tá ið startskotið hoyrdist sást, at okkurt var galið umborð á Tórsbátinum
aftur, og hesum er Jóhannus Danielsen als ikki ósamdur við. - Tað vísir seg, at arbeiðsøkini hjá skúlastýrunum eru sera møtumikil. Mann klárar snøgt sagt ikki at gera alt, men mann kann koma langt, um [...] sínum máli, tí har møttu 40 fólk upp til uppstillingarfundin, og hóast formaðurin er keddur av, at tað ikki vóru fleiri, ið møttu, vóru knapt 80 av 200 børnum umboðaði. Tað er nógv størri undirtøka enn í størru [...] viðlíkahildið skipanina, hugt at grannalondunum, og síðani lært av tí hini gera, so hevði støðan heilt víst verið ein onnur, sigur Jóhannus Danielsen. Hann leggur afturat, at tað er ov galið, at einasta
teir uppií og hava framvegis møguleika at sleppa víðari í fjórðingsfinaluna, sjálvt um møguleikin ikki gjørdist størri, tá tað frættist, at vágbingar høvdu vunnið í Klaksvík. Men B68 hevur framvegis avgerðina [...] skotroynd úr átjan metrum frá innskifta Øssuri Jacobsen hevði tikið tvørtræið aftanfyri Magna Hentze, sum ikki rakk upp til bóltin. Gera nýíløgu Tvørámenn ætlaðu sær javnleik, og hóast teir sum 2. umfarið leið [...] sjón fyri søgn, at útskiftingarnar hava verið nógvar síðani í fjør, og heildaravrikið var avgjørt ikki eina deild betri, enn tað hjá TB var. Millum teir fyrstu ellivu var tað bara ein, sum var stuðulsspælari
Skála vitjan úr Klaksvík. Dagsskráirnar eru heilt ymiskar. Hjá Skála er brekkan fram ímóti at sleppa undan niðurflyting øgiliga brøtt, tí um niðurflytingin ikki skal verða veruleiki, so er neyðugt í sjey [...] umførunum at vinna 10 stig fleiri enn kappingarneytarnir. Tað ber neyvan til, men tað vil ikki siga, at skálamenn í dag ikki hava fokus á uppgerðini seinnapartin og ætla sær at vinna annan sigurin í ár. Hjá Skála [...] spælararnir eru so mikið viðtiknir, at teir ikki eru førir fyri at spæla. Deni Pavlovic noyddist av vøllinum hóskvøldið, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við í dag. Heini Vatnsdak er tøkur aftur
allir verða klárir til hálvfinaluna mikukvøldið. Nógv at rætta upp Heilt so miðvísar hava fyrireikingarnar hjá KÍ til hálvfinaluna ikki verið. Í klassisku uppgerðini móti HB fekk KÍ av at vita sunnudagin [...] vera Harley Bertholdsen fyriuttan. Hann hevði ein smávegis skaða undan dystinum móti HB, og tá hann ikki megnaði at spæla meira enn knappan tíma, er neyvan hugsingur um, at hann fer á vøllin mikukvøldið
tey kunnu, og hvat tey ikki kunnu. Í fyrstuni, eftir at Katrin var komin til Føroyar at búgva, dugdi hon als ikki at ganga í fjøruni, men nú rennur hon lætt avstað og dettur ikki eina einastu ferð. Gott [...] kaninir, um eg tók mær væl av teimum, og tað havi eg so gjørt, sigur Katrin. Og tað er ikki nógv, ið Katrin ikki veit um hesi djórini, sum hon so væl tekur sær av. Í bilportrinum stendur ein kaninkassi [...] tá tær eru bara 5 mánaðar gamlar. Katrin sigur, at kaninir mugu ikki búgva inni, tí har er alt ov heitt fyri tær, og so koma tær heldur ikki at klára seg í kuldanum, sleppa tær leysar. Og tað kemur meiri
í heintan. Ikki tí, Nú verður ikki heintað sum í gomlum døgum. Nei, nú klárar snellan alt sjálv. Hjá manninum er í grundini bara at kasta og so taka inn, krøkja av og kasta aftur. Tá tað ikki trolar. Seks [...] smátt at vera fiskiljóst, so tað er ikki at vera ov seinur. Skúmandi um stokkar Báturin liggur í einum bási við flótibrúnna, so vit hava líkasum framíhjá rættindi. Skulu ikki, sum so mangir aðrir, loysa fleiri [...] nakað út í Flógvan verður hugt aftureftir. Og tað er eitt satt ljóshav, har opinberast inn móti Torvanesi. Alt loypur saman í sundinum. Tað ber ikki til at siga, hvat er topljós, og hvat eru gøtuljósini við