Á altjóða marknaðinum

At seta i verk

Íverksetan hevur verið á breddanum í eina tíð. Tað er at frøast um, at áhugi er fyri evninum. Men munur er á iverksetan. Tað veldst um markna fyri tí, sum verður sett í verk, og um krøv til tann, sum er stigtakari til íverksetanina.

Tey flestu vinnulívsfólkini munnu vera samd um, at á lítla føroyska marknaðinum er nóg mikið av kappingarneytum. Í so máta kennist tørvurin neyvan stórur á íverksetan – tíansheldur almennari hjálp til at vaksa um kappingina.

Øðrvísi er við íverksetan innan nýskapan, sum vendir sær til altjóða marknaðin. Enn sum áður verður stríðst við at finna leistin, sum lættir um at koma út um landoddarnar. Longu í fimti- og sekstiárunum vóru hugskot og átøk innan vinnuframa, sum skuldu lætta um útflutning – eisini av vørum, sum ikki høvdu stert. Í sjeytiárinum var Ídnaðarstovan virkin, sum bleiv avloyst av Menningarstovuni í áttatiárunum. Í nítiárunum var TK Stovan sett á stovn sum ein partur av donskum kreppuloysnum, og fyrst í hesi øldini fekk Menningarstovan heiti Útflutningsráð, og um somu tíð bleiv bjóða innivist í Klekingardepli. Í fjør bleiv so lagt saman við Ferðaráðið, og nýggi stovnurin fekk navnið SamVit.

Felags fyri hetta vinnuframavirksemi hevur verið, at íverksetan hevur verið í fokus – serliga við atliti at nýskapandi og útflutningsfremjandi virksemi. Í so máta er ikki so nógv nýtt, antin karmarnir um átøkini eru íverksetarastovur, -ráð ella –hús.

 

Nýggjan leist

Men tað er altíð áhugavert at viðgera íverksetan, um endamálið er at menna og betra um møguleikarnar fyri at fremja nýskapan í Føroyum, og at vinna føroyskari íverksetan altjóða marknaðarmøguleikar.

Tað var júst hetta, sum fekk nakrar íverksetarar at taka stig til at skipa Bitland sum eitt vakstrarhús fyri nýskapan fyri 4 árum síðani. Hetta eru íverksetarar, hvørs vitan ella virksemi er so mikið serstakt ella nýskapandi, at tað gevur marknaðarfyrimunir – serliga uttanlands. Dømi um slíkar íverksetarar eru innan serfrøðisráðgeving, undirvísing, simulerings – og kunningartøkni, maritima tøkni, orkuframleiðslu og -nýtslu o.a.

Hetta slagið av íverksetarum hevur tørv á einum kveikjandi umhvørvi, har ið hugskot kunnu mennast, roynast og búnast. Við tíðini vilja hugskotini menna seg til at blíva greiðir málsetningar og strategiur um, hvussu ein veiting kann framleiðast, og hvussu ein marknaður kann røkkast, soleiðis at hugskotini fáa eitt handilsligt virði.

Í hesari tilgongdini - sum fevnur um at menna, at seta mál, at fáa íleggjarar og at stýra verkætlanini aftaná, at íleggjarar eru komnir við - hevur íverksetarin tørv á ráðgeving.

Tørvurin á ráðgeving og karmum í slíkari støðu hjá íverksetarum er víðfevndur, og kann neyvan bert blíva loystur við hendinga ráðgevingartímum ella internetportali o.l., har upplýsing kann fáast til vega. Heldur er tørvur á einum umhvørvi við fólki, sum sita við líknandi avbjóðingum, sum hava royndir, og sum eru sinnaði at læra frá sær. Á tann hátt kunnu íverksetarir innan vitunarvinnur ráðgeva og hjálpa hvørjum øðrum. Í sama umhvørvi skulu eisini vera fólk, sum hava førleikar og royndir til at taka sær av teimum strategisku pørtunum í íverksetanini, og sum hava førleika til at taka sær av teim meira formalistisku pørtunum í íverksetanini, tvs. bókhald, kontraktir og annað.

 

Áræði og førleiki

Einstaki íverksetarin, sum vil burðardygga nýskapan, gerst skjótt greiðir yvir, at íverksetan er tengd at førleika og áræði hjá tí, sum setur í verk. Tí vil einstaki íverksetarin eisini hava áhuga í einum vakstrarumhvørvi fyri nýskapan, sum leggur serligan dent á at stimbra um motivasjón og sjálvsálit hjá einstaka íverksetaranum. .

Royndir vísa, at íverksetarar hava lyndi til at halda fast við síni hugskot og eru bangnir fyri at samstarva við onnur. Mangan tykist sum um, at íverksetarar halda, at tað er betur at eiga alt av ongum heldur enn minni av nógvum. Men júst eitt skipað umhvørvi kann verða við til at tryggja, at samstarvshugurin gerst størri, m.a. tí íverksetarin hevur álit á umhvørvinum

Harumframt vilja møguleikarnir í einum nýskapanarumhvørvi verða stórir fyri mennandi virksemi og samstarvi í millum gransking, hægri útbúgving, vitan, menning, vinnu og kapital.

Íkastið hjá tí einstaka íverksetaranum er at bera síni hugskot/prosjekt og sína vitan/royndir inn í umhvørvi, meðan sami íverksetari fær ráðgeving, vitan og umhvørvi afturfyri.

 

Virksemið 10 falda í 4 ár

Royndirnar hjá Bitland eru higartil, at í umhvørvinum eru 12 fyritøkur, sum tilsamans telja um 25 fólk í Føroyum, og eitt líknandi tal av fólki, sum arbeiða hjá fyritøkunum uttanlands. Umhvørvið fevnir um 600m2 í miðbýnum í Havn, og 1. apríl verður víðka við 600m2 afturat.

Hetta virksemi er ment á handilsligum grundarlagi. Men heilt síðan stovnan hevur Bitland havt eitt fyrimyndarligt samstarv við fyrst Menningarstovuna, og nú SamVit. Samstarvið er ein orsøk til, at virksemi hevur hepnast so frægt higartil. Harumframt hevur Bitland tætt samband við tað ”etableraðu” føroyska vinnuna. Eik Banki, Royndin og Framtaksgrunnur Føroya eru høvuðseigarar í felagnum saman við 9 øðrum størri og smærri føroyskum fyritøkum.

Endamálið hjá Bitland er at stimbra nýskapan og altjóðagerð. Víðsjónin er at fáa nýskapan til høldar. Nýggjasta átakið er saman við Vinnuhúsinum og SamVit at leggja lunnar undir Trans Atlantic Climate Institute, ið er ein altjóða granskingar-, menningar- og útbúgvingarstovnur innan havumhvørvið í Føroyum, ið skal samskipa arbeiðið á havumhvørvisøkinum millum USA og Evropa. Henda íverksetan kann viðføra eina ørgrynnu av møguleikum fyri føroyska nýskapan – og vónandi fer Al Gore at viðvirka til, at altjóða marknaðurin fær áhuga fyri íverksetan í Føroyum á einum virkisøki, sum allur heimurin hevur áhuga í.

 

Átøk sum vilja framá

Um tað almenna vil leggja størri orku í íverksetan, so er gaman í at lætta um hjá teimum, sum vilja seta á stovn virksemi á føroyska marknaðinum.

Men um Føroyar skulu verða millum fremstu lond í 2015, so krevst vilji, dirvi og hugsjón til at røkka longur enn føroyska marknaðin. Tí eigur miðvíst at verða lætt um íverksetan, sum hevur til endamáls at gera føroysk átøk sjónlig á altjóða marknaðinum. Harumframt at menna karmarnar fyri vinnum, sum virðisøkja tøkni og vitan á altjóða marknaðinum. Einans á tann hátt kunnu vit fáa okkara ungu evnaríku fólk at seta búgv í Føroyum, aftaná at tey hava verið úti í heimi og nomið sær útbúgving.

Og tað má vera veruliga endamálið við íverksetan – at skapa grundarlag hjá komandi ættarliðum at seta í verk.