Fótbóltur
Fimm av føstu spælarunum hjá Skála eru Jónhard Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen, Alexandur Johansen, Bogi Gregersen og Nenad Stankovic. Eingin av teimum var millum teir fyrstu ellivu á Skála liðnum sunnudagin. Bogi hevði skaða, meðan hinir sótu uttanfyri, so at aðrir kundu royna seg á Eiði. Hetta gevur ábendingar um, at Skála hugsar meiri um hálvfinaluna í steypakappingini, enn teir hugsa um landskappingina:
- Um vit enda sum numm ar 6 ella 7 í landskappingini kann gera tað sama. Vit eru leysir av botninum, og tað var eitt av málunum hjá okkum í seinnu hálvu. Nú hava vit fokus á steypkappingini, har vit hava møguleikan at koma í finaluna og vinna luttøku í Europa næsta ár, sigur Jónhard Fredriksberg.
- Vit hava nógvar góðar spælarar á Skála, og tí kundu vit broyta liðið eitt sindur til dystin ímóti EB/Streymi, so at allir verða klárir til hálvfinaluna mikukvøldið.
Nógv at rætta upp
Heilt so miðvísar hava fyrireikingarnar hjá KÍ til hálvfinaluna ikki verið. Í klassisku uppgerðini móti HB fekk KÍ av at vita sunnudagin, og einki er at ivast í, at tað tapið svíður meint í sjálvsfatanini hjá liðnum.
- Har eru í øllum førum nøkur ting, sum skulu rættast hjá okkum. Og í so máta er tað gott fyri okkum, at vit longu nú hava nýggjan dyst, sigur liðskiparin hjá KÍ, Atli Danielsen.
Um hópin sigur hann, at KÍ helst má vera Harley Bertholdsen fyriuttan. Hann hevði ein smávegis skaða undan dystinum móti HB, og tá hann ikki megnaði at spæla meira enn knappan tíma, er neyvan hugsingur um, at hann fer á vøllin mikukvøldið.
Eisini Símun Joensen fór út við skaða í dystinum í Havn, men roknað verður tó við, at hann verður tøkur mikukvøldið kortini.