leiklut sum arktisk tjóð, sigur Magni Arge. Hetta verður annar dagurin í Washington, har Magni Arge í dag á ráðstevnu greiddi senatorum og øðrum frá, hvørjar møguleikar hann sær fyri Føroyar í Arktis. [...] fólkatingsmaðurin frá leiklutinum hjá Føroyum í fiskiskapi í arktiska økinum, hvussu Føroyar í framtíðini kunnu brúkast sum maritimur tænastudepil, og hvussu vit í 1000 ár hava lívbjargað okkum her á leiðini [...] tekur stríðið fyri okkum, sigur Magni Arge. Báðir føroysku fólkatingslimirnir eru í hesum døgum í Washington sum limir í arktiska arbeiðsbólkinum hjá fólkatinginum.
svenskt filmslið er í Føroyum í hesum døgum í samband við upptøkur til eina nýggja sjónvarpsrøð, ið verður send á alnetinum. Í samband við upptøkurnar av sjónvarpsrøðini, ið verður upptikin í Føroyum og Svøríki [...] tey ynsktu at gera tað til ein part av sjónvarpsrøðini. So í samráð við ymisk dansifeløg verður skipað fyri føroyskum dansi á Vaglinum leygarkvøldið klokkan átta, har trivið verður í Ormin Langa. Fyris [...] Fyriskipararnir vóna, at so nógvir føroyingar sum gjørligt møta á Vaglinum, so tað eydnast at endurskapa serligu løtuna fyri einum ári síðani. Tað einasta, ið er neyðugt, er at møta á Vaglinum klokkan 20, og
Soleiðis sum uppskotið um samkynd hjúnalag nú er orðað, verður bundið fyri, soleiðis at kirkjan verður ikki tvingað at signað eini samkynd hjún, sum eru borgarliga vígd. Tað staðfestir umsitingini hjá [...] Hetta tulka summi sum, at tey hava krav upp á tað. Og fyri at sleppa undan øllum iva, varð skoytt upp í, at lógin um samkynd hjúnaband kemur ikki í gildi, fyrrenn grein 14, stykki tvey í hjúnabandslógini [...] samkynd hjúnalag aldrin kemur í gildi, sigur umsitingin hjá Løgtinginum. Hinvegin er tað niðurstøðan hjá umsitingini, at verður grein 14, stykki tvey, strikað, hevði eingin, við lógini í hondini, kunna kravt
kvinnum er í hesum døgum í Tallinn í Estlandi, har tær spæla eina mini kapping móti Estlandi, Lettlandi og Litava. U-19 genturnar sum fóru úr Føroyum sunnudagin, hava í dag spælt fyrsta dystin í kappingini [...] Litava í einum dysti, sum Litava vunnu 4-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-1 til Litava. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst hvør skoraði tað føroyska málið. Úr Estlandi verður sagt at [...] javnur, har føroysku genturnar ikki høvdu neyðuga hepni við sær. Komandi dystur hjá U-19 gentunum verður longu í morgun, tá Føroyar skulu spæla móti Lettlandi. Tann dysturin byrjar klokkan 11:00 føroyska tíð
Beinta í Jákupsstovu, dr.polit., sum í hesum døgum kannar hugburðin hjá føroyska býráðs- og bygdaráðslimum um teirra leiklut í kommunalpolitikki. Kanningin tekur útgangsstøðið í kommunuvalinum í 2012. Hetta [...] vóru lutfalsliga betri umboðaði í bý- og bygdaráðum enn restin av samfelagnum. Spennandi verður at vita, hvussu politikarafjøldin, sum varð vald í 2012, er samansett. Tað gekk eitt sindur afturá viðvíkjandi [...] vita hvussu tað gongur við tí lokala føroyska demokratinum. Hvussu er gongdin, tá talið av fólkavaldum minkar? Vandin er, at umboðanin verður meira selektiv, so hvørt sum kappingin harðnar. Tað sigur Beinta
í kvøld, so verður hildið fram at leita í morgin tíðliga - um 5.30 tíðina. Tað seinasta løgreglan veit um mannin er, at vitni hava sæð hann við VB húsið um klokkan 15.30 seinnapartin í dag. Í morgin fara [...] Fyrr í kvøld fór løgreglan undir umfatandi leiting í Vági, eftir einum 68 ára gomlum manni, sum hevur verið burturi í allan dag. Løgreglan hevur ikki funnið mannin, og hóast leitingin er steðgað fyri í
leita eftir einum 68 ára gomlum manni, sum er saknaður. Løgreglan veit ikki nógv at siga um málið júst nú annað enn, at maðurin hevur verið saknaður í allan dag, og nú verður farið at leitað. Myndin er [...] síðani, tá ið løgreglan var við tyrlu í Gøtu eftir politihundaførara og hundi. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at løgreglan fer undir at leita nú, hóast tað er myrkt. In.fo fylgir málinum.
breki. Tá tosað verður um autismu, eru tað eins nógvir ymiskir mátar at lýsa hugtakið sum tað eru persónar við hesum víðfevnda breki. Tó eru tað nøkur eyðkenni, sum tann við autismu og tey sum standa teimum [...] trupulleikar stinga seg upp í tann-árunum. Tað er her brekið verður meira sjónligt enn tá tey vóru yngri og tað er her, at frustratiónirnar yvir ikki at megna tað sama sum teirra javnaldrar gerst tygngjandi [...] fingið eitt framúr gott skúlatilboð í Føroya studentarskúla og tað er eitt frambrot at fegnast um. Men tað er eisini ein gerandisdagur hjá teimum, sum ikki megna at ganga í studentarskúla, hetta er tíverri
Hví man so vera? Mann tað vera lætt at liva, tá ein ikki verður viðurkendur, sum ein er skaptur? Hjúnabandið er millum mann og kvinnu verður sagt. Hví mundi hjúnabandið vera sett í verk av fyrstan tíð? [...] Jesus var á døgum nú, mundi læra hansara so verið uppaftur meira mild, nú vit hava havt bíbliuna at rætta okkum eftir í 2.000 ár? Eg trúgvi í onkrum føri ja. Men tað er uppgávan hjá teimum, sum hava lisið [...] foreldur og systkin, sum høvdu mist son og beiggja á ungum árum og sera brádliga og meiningsleyst. Sum eg skilji, vísa hagtøl, at í meðal eru fleiri sjálvmorð millum homoseksuell, enn tað eru millum onnur
hetta er sett í verk, hava vit so góð amboð, sum til ber til at hava ímóti teimum, sum vilja gera seg inn á okkara grundleggjandi rætt at drepa grind. Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindamálum [...] grindadráp. Og í næstum verða sostatt trý tiltøk afturat sett í verk, og tey hoyra øll undir Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum og útlendingamálum. Tað fyrsta tiltakið verður at seta eina kunngerð [...] umhvørvisfelagsskapum, sum eru á veg til Føroya at leggja seg út í grindadráp, verða vend á 12 fjórðinga markinum, soleiðis at tey aldrin koma nær í námind av eini grind, og enn minni til lands í Føroyum. Annað