Beinta kannar hvussu fólkaræðið hevur tað

- Endamálið er at vita hvussu tað gongur við tí lokala føroyska demokratinum. Hvussu er gongdin, tá talið av fólkavaldum minkar? Vandin er, at umboðanin verður meira selektiv, so hvørt sum kappingin harðnar.


Tað sigur Beinta í Jákupsstovu, dr.polit., sum í hesum døgum kannar hugburðin hjá føroyska býráðs- og bygdaráðslimum um teirra leiklut í kommunalpolitikki. Kanningin tekur útgangsstøðið í kommunuvalinum í 2012.


Hetta er fjórðu ferð, at Beinta í Jákupsstovu ger eina slíka kanning, og eru gomlu kanningarnar savnaðar í bókini Kommunupolitikkur. 


- Eg spyrji hvørji tey eru, hvussu tey fíggja valstríðið, hvat tey leggja dent á í teirra arbeiði og hvussu tey uppliva kommunuarbeiðið. Tað vísir seg, at flest øll, óansæð støddina á kommununi, veruliga føla, at tey gera ein mun, sigur Beinta í Jákupstovu. 


Um man ynskir eitt fólkaræðið, har tey fólkavaldu eru umboðandi fyri veljaraskaran, so gongur tað ikki bara rætta vegin.


- Kanningarnar, sum vórðu gjørdar av fólkavaldum í 2000, 2004 og 2008 vístu, at veljarar, sum vóru fíggjarliga væl fyri og hava útbúgvingar, eisini vóru lutfalsliga betri umboðaði í bý- og bygdaráðum enn restin av samfelagnum. Spennandi verður at vita, hvussu politikarafjøldin, sum varð vald í 2012, er samansett. Tað gekk eitt sindur afturá viðvíkjandi javnstøðu millum kynini til síðsta val. Hinvegin kann tað vera, at tað er hend ein hugburðsbroyting millum menn, so at munurin millum politiskar raðfestingar hjá kvinnum og monnum er minkað? Hetta er nakrir av teimum spurningum, sum kanningin kanska kann geva ábendingar um, sigur Beinta í Jákupsstovu. 


Higartil hava umleið helmingurin av teimum fólkavaldu 206 kommunalpolitikarum svarað spurnablaðnum, meðan hin helmingurin hevur eina viku aftrat at svara. 


Ætlanin er at leggja fram fyrstu úrslitini á 100-ára haldi fyri almennan atkvøðurætt, sum Demokratia skipar fyri í Norðurlandahúsinum 30. apríl 2016.