Soleiðis sum uppskotið um samkynd hjúnalag nú er orðað, verður bundið fyri, soleiðis at kirkjan verður ikki tvingað at signað eini samkynd hjún, sum eru borgarliga vígd.
Tað staðfestir umsitingini hjá løgtinginum.
Løgtingið viðger eitt uppskot um at loyva samkyndum at giftast borgarliga, men fleiri tingfólk hava ivast í um kirkjan eisini fær skyldu at víga samkynd.
Tey vísa á, at í grein 14, stykki tvey í hjúnabandslógini stendur, at hjún, sum eru borgarliga vígd, kunnu fáa kirkjuna at signað hjúnalagið.
Hetta tulka summi sum, at tey hava krav upp á tað. Og fyri at sleppa undan øllum iva, varð skoytt upp í, at lógin um samkynd hjúnaband kemur ikki í gildi, fyrrenn grein 14, stykki tvey í hjúnabandslógini er strikað, ella broytt, fyri at tryggja at samkynd hjún ikki fáa rætt til at verða signað í kirkjuni.
Men løgtingsfólk vóru framvegis ikki sannførd og tí vildu tey umsitingina hjá Løgtinginum um at siga sína meting av málinum
Løgtingsumsitingin sigur, at fyrri partur er púra greiður, tí har stendur, at lógin um at loyva samkyndum at giftast borgarliga, kemur ikki í gildi, fyrrenn grein 14, stykki tvey í hjúnabandslógini, er strikað.
Hinvegin er annar partur meiri ullintir, tí ongin veit, hvussu ein broyting í grein 14, stykki tvey, fer at verða orðað.
Vandi er fyri, at lógin fer at verða broytt soleiðis, at lógin um samkynd hjúnalag aldrin kemur í gildi, sigur umsitingin hjá Løgtinginum.
Hinvegin er tað niðurstøðan hjá umsitingini, at verður grein 14, stykki tvey, strikað, hevði eingin, við lógini í hondini, kunna kravt, at kirkjan skuldi signa eitt borgarligt hjúnalag.
- Ivamálið um, hvørt kirkjan hevði havt skyldu til at at signa eini samkynd hjún, hevði sostatt verið loyst.
Men hinvegin hevði tað ikki forða kirkjuni at signa eitt borgarligt hjúnalag, tí tað kann kirkjan gera av sær sjálvum, uttan mun til, um nøkur lógargrein er um hetta ella ikki, sigur umsitingin hjá Løgtinginum.









