Fyrr í kvøld fór løgreglan undir umfatandi leiting í Vági, eftir einum 68 ára gomlum manni, sum hevur verið burturi í allan dag.
Løgreglan hevur ikki funnið mannin, og hóast leitingin er steðgað fyri í kvøld, so verður hildið fram at leita í morgin tíðliga - um 5.30 tíðina.
Tað seinasta løgreglan veit um mannin er, at vitni hava sæð hann við VB húsið um klokkan 15.30 seinnapartin í dag.
Í morgin fara løgreglufólk, løgregluhundaførari og hundur, tyrla og sløkkiliðsfólk undir at leita eftir manninum.
In.fo fylgir málinum.









