elskaði tey. Tú sá tað sum eina stóra æra at verða biðin til gubba, og gekk tú upp í hendan leiklut við lív og við sál. Tú hálovaði øllum tí ið gubbabørnini gjørdu ella søgdu – og hervið gav tú teimum ta dýrabaru [...] Nina, Herborg og Jóhan Petur, lívið kennist svárt. Tit, ið fyri fáum árum síðani mistu mann og pápa, hava nú eisini mist son og beiggja. Troystin er, at ein dag savnast vit øll aftur heima hjá Harranum. Eg
stendur tómt,?fólk, ið ei teg kendu, hava seg forsømt. Køn vart tú blivin í teldu,?noy, ikki vart tú sum øll onnur eldru. Manga útferð vit báðar hava havt saman,?og tær hava verið til bæði gleði og gaman. Altíð [...] hoyra tína mildu rødd, ella títt stuttliga lyndi aftur, pínur meg.? Alt tað vit hava havt saman, allar tær samrøður vit hava havt, øll tey góðu minni tú hevur givið mær, liggja tætt at mínum hjarta.? Eg [...] men at tú eisini ein dag skuldi fara var óveruligt! Altíð hevur tú givið so nógva gleði frá tær, og lív var eisini altíð har tú vart.? Bara tað at tosa um teg í tátíð, kennist so skeivt. Omma góða, mær leingist
skal seta eina yvirskrift yvir lív títt, so vildu orðini verið hesi: Lívsvísdómur, lívsgleði, áræði, trúgv, kærleiki og trúfesti, og mong munnu tey vera, sum gjøgnum árini hava notið gott av hesum. Títt óvikiliga [...] Frelsara og tín ómetaliga persónliga styrki legði lunnar undir tað framúrskarandi lív, sum tú livdi, og sum so mong onnur hava notið gott av - og enn í dag njóta gott av. Í meðan eg siti og skrivi hesar linjur [...] tyktiskt sera óveruligt, tá vit løtu seinni øll stóðu rundan um teg, júst soleiðis sum tú elskaði tað, at hava alla familjuna samlaða um teg. Orð tykjast so fátøk, tá eg nú skal festa nøkur minningarorð um teg
ein miðdepil fyri forbøn og ákallan á Guð um linna og grøðing. Ólasa stutta lív hevur sett okkara lív í »relief« og vit hava hvør og ein fingið nakað at grunda á fyri Gudi. Hóast brekaður í eygum menniskjans [...] 25.01.01 Eg vil gjarna skriva nøkur orð um kæra systirson mín, Óla, sum untist eitt so sera stokkut lív her saman við okkum, og sum meginpartin av tíðini var álvarsliga sjúkur. Sorgin skræðir innan í okkum [...] vakra og vælskapta drong, sum vit fylgdu so áhugað frá fyrstu stund og veittu tey kærastu ynskir um lív og heilsu. Góða elskaða Randi systir, Jákup svágur og lítla fitta Victoria, vit syrgja og gráta við
murra Brókatátt fyri mær. Sigur tú Poul Mohr, so sigur tú eisini Skipasmiðjan. Henni vígaði hann sítt lív og hann var livandi ímyndin av hesum stóra arbeiðsplássi í Havn, sum hann gjøgnum nógv áratíggju við [...] uni í komandi oljuvinnuni. Hesi átta árini á Skipasmiðjuni undir hansara leiðslu vóru sera góð og hava givið mær nógvan lærdóm og virðismikla barlast. Tá starvið sum fyrsta sendifólk til Íslands varð lýst
unum, at tíðindini um eigaraskiftið hjá Dimmalætting kendist við sorgblídni. Í meira enn eina øld hava fólk havt eina støðu til Dimmalætting. Hon var blaðið, sum fólk antin ”elskaðu” ella sum sum tey [...] kensla. Tí uttan mun til, hvat ein helt um Dimmalætting, so varð hon lisin og diskuterað. Fekk langt lív Tað vóru royndir at geva eitt blað út í Føroyum áðrenn Dimmalætting, nevniliga Færingetidende. Av [...] Týsklandi í 1864, sum tað hevur verið greitt frá í røðini Hendur ið Sleptu. Ein blaðstjóri, sum kom at hava stóran týdning fyri blaðið var Rasmus Effersøe. Hann stuðlaði áhuganum fyri føroyskari mentan og máli
vóru um tykkum – takk fyri tað Katrin, Anna og Oddvør. Lív tykkara kundi tykjast at gerast nakað stutt, men fingu tit eitt sera ríkt og gott lív, ikki at gloyma deiligu børn og barnabørn tykkara. – Saknurin [...] mánaðir aftaná Róland bróðir, sum fór 17. september, 70 ára gamalur - Tað kennist sera tómt aftaná at hava mist allar 3 brøðurnar eftir bert 4 árum. Martin fór 21. september 2007 næstan 56 ára gamalur. Ikki
her longur. Títt lív endaði alt ov tíðliga, og tómrúmið er longu stórt. Seinasta tíðin hevur tó verið stríggin, og eg uggi meg við, at tú nú hevur fingið frið. Nógvar góðar løtur hava vit deilt, í Føroyum [...] Mouritsi Mohr Joensen: Løtunar byrjaðu, tveir dropar, tvey hjørtu, tvey lív. Onnur løtan støðgaði, ein dropi, eitt hjarta, eitt lív. Hvíl í friði, kæri bróður. [...] mær í, at mann kundi ikki siga Tommy Falkenberg uttan at siga HB. Okkara Havnar Bóltfelag, har vit hava deilt nógvar gleðiligar stundir og eisini summi vónbrot. Eitt tað seinasta tú segði mær var: Vit eru
Túrarnir til Grønlands saman við tær babba eru fast prentaðir í mínum minni. Náttúran og djórini hava altíð haft mín stóra áhuga, og tað visti tú babba. Tú rópti eftir mær, tá okkurt spennandi var, og [...] vóru glað. Vit gleddu okkum til at vit skjótt skuldu til Suður Afrika eftir okkara lítla barni. Nú hava vit fingið ein lítla son, og hann er uppkallaður eftir tær babba. Ein nýggjur Sámal í familjuni, vit [...] okkara mittpunkt. Vit eru von við, at tú ikki er heima hvørji jól ella til okkara føðingardagar. Vit hava ístaðin altíð samlast um tann dagin, tú kom heim. Hetta hevur verið ein dagur, har vit hugnaðu okkum
gloymdi hann ongantíð ættarrøturnar í Sandvík, og hagar vitjaði hann altíð tá høvi beyðst. Eftir at hava fingið prestsins hond á høvur ætlaði abbi sær sum flestir javnaldrar til skips. Men heimskríggið lá [...] við stuttum millumbili fyrst misti ommu og síðan móðurbróður. Men eingin livir sjálvur eitt langt lív uttan at føla miss og sakn. Tað visti abbi. Men vit halda ikki, at abbi føldi seg einsamallan – hann [...] m, ja, annars bara at vitja familjuna. Tá hamskiftist dagurin hjá okkum. Og so vildi tú so gjarna hava onkran av okkum at koma og ganga túr við tær; tí sum tú segði: í gomlu Havnini fanst tú, men ikki