ahúsið, og har var tú bert nakrar dagar, tá ið Judi ringdi til mín og segði, at nú var mamma deyð. Góða, elskaða systir, vit bæði og Regin vuksu upp í Valinum, har Sverri eisini er føddur, og í 1953 fluttu [...] hava staðið saman og hildið nógv av hvørjum øðrum, tó var tú altíð okkara eygnasteinur og okkara samlingspunkt, tá ið vit vóru saman. Eftir loknan skúlagang fór eg í læru í smiðjuni og tað síðsta árið, [...] tú á kontórið at arbeiða. Í 1959 fór eg til Danmarkar at lesa, og í 1960 kom tú eisini niður á “Sorø husholdningsskole” og tá sóust vit av og til. Tá ið tú var liðug við skúlan, tosaði eg við teg um at blíva
sín fyrsta arbeiðsgevara, tá hon hevði kioskina og kendu tey hana sum ein góður arbeiðsgevari, bæði við rísi og rósi. Sjálvt um tey ofta vóru rættuliga ung, vísti hon teimum álit. Nú er so tómt norðanfyri [...] góður lutur. Hetta hevur unst okkum, og var Mary ein av teimum. At so nøkur av børnunum vóru javngomul, hevði uttan iva eisini sín leiklut. Fyrst tær báðar Kirstin og Durita, umleið eitt ár er í millum, [...] men tó sum tveir tvinnaðir tráðir og síðani komu teir báðir beiggjanir, bert ein mánaður ímillum. Men sjálvt um tey vuksu upp og seinni fluttu í onnur lond at ganga í skúla, var Mary altíð góð at heita
heim. Gumma varð fødd og vaks upp heima á Sandi í Sandoy. Sum ung genta búði hon eitt tíðarskeið í Havn, har hon arbeiddi á Kondittarínum. Seinni giftist hon til Klaksvíkar, har hon og maður hennara valdu [...] Gumma var eitt gott og deiligt menniskja. Altíð var hon so glað, so blíð og harumframt var hon altíð so góð við øll, ið vóru rundan um hana. Hon giftist við einum av okkara ommubeiggjum og varð harvið rópt [...] síggjast vit aftur." Má Harrin styrkja og troysta tykkum, ið eftir sita: Julian, Heðin, Inga Maria, Sigrun, Bjarki og Rúni. Ærað verður minnið um Mariu Vágstún. Bill, Jórun og Alberta
feigdarboðum og ómetaliga tungt var at koma ígjøgnum teir døpru dagarnar, sum komu í kjalarvørrinum, tí missurin var, og er, so stórur og óveruligur. Marita var nakað fyri seg og hetta merkti hana og umhvørvi [...] lættari at geva ? og kanska er tað júst hendan ímyndin av Maritu, sum hóvaði henni og okkum best? Marita fekk ikki nakað barn sjálv, men hon átti familju og vinfólk, sum vóru góð við hana eins og nógv takksom [...] hennara. Hon fór sum ung niður til Danmarkar at útbúgva seg til ljósmóðir og starvaðist á Ríkissjúkrahúsinum í drúgva tíð. Hon ferðaðist eisini víða, búði m.a. eitt skifti í Saudi-Arabia og setti hetta ein
vón og vónbrot, um ílagdan tokka til lívið og hinvegin lívsins stríð og fáfongd. Lívið, sum jú kann vera so várkent og vakurt, at tú tekur til tín orðini úr Skriftini: Sól statt still í Gibeon og tú, máni [...] juni. Fullsett. Fólkið sílar inn og flýtur spakuliga upp á pláss. Smædar heilsanir og varislig nikk, meðan andaktin sígur niður yvir fylgið. Onkur gongur til og frá og vísir teim seinastu ein sess. Lítið [...] r hennara. Marianna hevði sínar dreymar, síni ynski og vónir. Vøkur og stillfør vaks hon upp í tryggum og fjøltáttaðum heimi millum tvær systrar og ein eldri beiggja. Borin undir belti á sólheitum víddum
handverkari og maskinmeistari, og hann var nógv ár pedellur í kommunuskúlanum. Tey fingu fýra børn, og nú passaði Margretha bæði børn og handil. Hon helt fast um tað gamla. Døgurðin var kl 12, og hevði onkur [...] andlátið av Margrethu í útvarpinum. Og kundi tað veruliga passa, at hon var 85 ár? Hon sum altíð virkaði so røsk og ung í sinni. Jú, hon hevði fingið eitt strik á ólavsøku og kom ikki fyri seg aftur. Margretha [...] Bert tað at kunna ganga runt í handlinum og hyggja at bókum var ein heilur ævintýrheimur hjá honum, og mong onnur munnu hava havt tað á sama hátt. Hjalmar og Elspa Maria fingu ikki fleiri børn enn Margrethu
skúla, var hon mær ein góður og nærlagdur fakligur vegleiðari. Hetta var so sera gott fyri meg og næmingarnar. Hon tryggjaði sær, at øll høvdu tað gott. Hon gav og gav og elskaði treytaleyst. Hon megnaði [...] vitja hana og syngja ungdómsins sangir fyri henni og saman við henni. Tað gjørdist ein rík løta, samstundis sum umstøðurnar vóru so syrgiligar og Liljan hevði mist sína vøkru rødd. Liljan og familjan: Familjan [...] var hennara eitt og alt. Liljan var gift við Oleif úr Skopun. Tey fingu børnini, Mikkjal og Annu Kristinu. Mikkjal er giftur við Sandru og Anna Kristina er gift við Remi. Anna Kristina og Remi eiga dóttrina
í Føroyum í umleið tveir mánaðir, og var hetta sum at trína inn í eina av barnabókunum hjá Astrid Lindgren. Mamma mín er elsta dóttur abba, og av tí at mamma var ung, tá ið hon fekk meg, var abbi enn í [...] í bestu árum, tá ið eg var barn. Abbi var bóndi, og átti hann bæði neyt og seyð, og minnist eg meg ongantíð at hava fingið neiligt svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur [...] eisini væl til. Fýra mjólkineyt átti hann, og tey vórðu mjólkað morgun og kvøld. Mjólkin fór í spannir, ið síðani vóru settar í eitt skáp, ið hekk á grundini hjá ommu og abba. Bygdafólkið ið keyptu mjólkina
ættað úr Elduvík og Hans uppi í Geil í Hvalvík. Lydia andaðist í januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin. Synirnir Torstein og Uni hava verið við tær á ferð í báti o.a. og kenna tí til ymisk [...] á sjógvi og landi íð tú hevur sagt teimum frá og lagt teimum lag á við hesum ymiska. Tú bleivst kendur millum fólk sum ein koyrilærari við sera góðum evnum at geva frálæru í bæði teori og koyring [...] eisini í fleiri ár og hevði bát í nógv ár, Sjóbúgvan, og mangan túrin hevur tú verið við honum í grind o.a.. Tín áhugi fyri øllum íð fyrifórst í náttúruni var stórur, eisini fyri fugli og hvussu hesin hevði
Tey fingu tvey børn, Herman sum er føddur í 1964 og Tóru, sum er fødd 1968. Ommubørnini eru fýra í tali, og tey vóru eitt og alt hjá ommuni. Andrias og Jonny høvdu vónað at fáa nøkur friðarlig ár í sínum [...] livandi kvinnan skuldi vera farin so ung. Men hetta var satt. Hon hevði verið sjúk í eitt ár, og her var einki at gera. Tað vóru ótrúliga nógv, sum kendu Jonny, og hetta var serliga í samband við sjúk [...] tríggjar pápabeiggjar og ein beiggja umframt onnur í síni ætt. Pápi Jonny, Herman, doyði eisini í góðum árum, 49 ára gamal. Jonny eigur tríggjar beiggjar. Herman og Edvard búgva í Hósvík, og Hans Jacob býr í