Tann sonevnda »steeplechase«-renningin, á føroyskum rópt forðarenning, er ikki so vanlig heima hjá okkum. Tað er ikki so stórur áhugi fyri hesum slagnum av rennikappingum, og tí er sera sjáldan forðarenning [...] forðarenning á Svangaskarði, sum er einasta staðið í landinum, ið kann hýsa eini slíkari kapping. Kortini stillaðu tveir føroyingar upp í forðarenningini á Gutavallen í Visby mánadagin. Guttorm Sørensen hevði
samsvarandi avtaluni í samgonguskjalinum, men ikki samsvarandi veruleikanum, ið landsstýrismaðurin umsitur og hevur ábyrgdina av. Nýggjar vinnur síggja ikki dagsins ljós við hansara vilja, og Framtaksgrunnurin [...] fær landsstýrismaðurin ikki í lag at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum? Grunnurin varð fluttur á føroyskar hendur um ársskiftið, og tað kundu vit spart okkum, um hann ikki samstundis fekk broyttar [...] Framtaksgrunnurin ikki heimild til at ogna sær avgerðarmyndugleika í fyritøkum, hann setur pening í. Hetta kundi og kann han gera eftir viðtøkunum frá 21. november 1997, men kortini er tað er júst hesum
kirkja, og nógv vilja helst vígast har. Tí hava vit verið noydd til at siga, at vit kunnu ikki taka ímóti øllum. Ikki minst orsakað av øllum skriviarbeiðinum, sum kemur í kjalarvørrinum av eini vígslu. Ki [...] dámar at lýsa við, er nógv upptikin í hesum sambandi. - Sjálvsagt hava vit nógv at gera, og tað verður ikki minni av, at henda tíðin eisini er feriutíð hjá prestunum. Tí mugu teir, ið eftir eru, taka sær av [...] við, at nógv teirra búgva uttanlands og vilja sleppa heim at giftast. Onnur búgva heima, men vilja kortini giftast um summarið, tá ið nógv av teimum, tey vilja hava við í brúðleypið, eru heima í feriu. Og
og síðani vunnu føroysku kvinnurnar eisini 3-0 á Jersey. Her gekk alt kortini ikki so gott, og venjarin og spælararnir vóru ikki heilt nøgdir við føroyska spælið í hesum dystinum. ? Vit tóku statistikk [...] tann móti Cayman verður helst ikki so torførur, sum vit høvdu væntað. Cayman tapti 2-3 móti Jersey, sum vit vunnu 3-0, og tí kunnu vit rokna við, at liðið hjá Cayman ikki er so sterkt, sum vit høvdu stúrt [...] tveir av spælarunum eru skaddir. ? Enn hevur tað so ikki ávirkað so nógv, men sjálvandi hevði tað verið betri, um Hjørdis og Juanna eisini vóru tøkar, ikki minst Hjørdis, sum er sera góð at hava á miðjuni
royndu bæði strandingar og hósvíkingar at leggja alt í fyri at hótta Hvessingin, men tað eydnaðist ikki. Kortini hevur munurin onkuntíð verið greiðari, enn hann var hesa ferð. Hvessinur var eina lítla bátslongd [...] Kollfirðingur framvegis fremstur, men so var lánitíðin úti, og leikluturin hjá kollfirðingum minti ikki sørt um hann hjá teimum, sum í kapprenning verða nevndir harur, soleiðis at skilja at teirra uppgáva
hann heldur ikki, at tað er púra ómøguligt: ? Um vit sjálvir ikki roknaðu við møguleikanum, so hevði tað ikki verið nøkur meining í at kappast. Vit hava havt støðuga framgongd, og eg haldi ikki, at vit í [...] vit hava verið. Starturin Eysturoyingur hevur ongantíð ikki verið fremstur. Starturin er hvørja ferð góður, og hinir bátarnir hava higartil ikki megnað at vunnið tað innaftur, sum teir hava mist í startinum [...] at vit skulu geva okkara báti skyldina fyri, at vit ikki hava vunnið í ár. Vestmenningur hevur vunnið nógv undanfarin ár, og orsøkin til at vit ikki hava vunnið í fjør og í ár hevur fyrst og fremst verið
til venjing er javnur. Tað hjálpir ikki, at lopið verður frá í tíð og ótíð, tí møtir ein ikki upp; ja, so verður báturin ikki mannaður. Eykamenn eru í fótbólti, ikki í kappróðri, ger formaðurin í ÍF vart [...] í FM-kappingini, og tá hann ikki telur við, vegna tess, at róðurin á Skálafjarðarstevnu telur við. Gestirnir eru nógv fleiri í tali á FM-stevnunum, og tað hevur týdning; ikki minst fíggjarligan? ? Inntøkan [...] gamla ? Tað hevur verið ov nógvur sjálvdráttur í fyrireikingunum í ár, heldur ungi formaðurin sum kortini fegnast um, at so mangt ymiskt er á skránni. ? Vit hava í stóran mun brúkt gamla stoypiformin til
gjørdur fyribils. Filmur ella ikki; skegg og hár vuksu ótarnað. Hárið var nú vorðið somikið sítt, at eg noyddist at knýta tað í hala afturi á nakka. Annað árið varð filmurin kortini tikin upp. Áðrenn varð eg [...] fríggjadagin, fer hann at hava ein ordans pappírsdunga undur hondini. Men, fyrilesturin er ikki longur enn 20 minuttir kortini. Orsøkin til mongu ørkini er, at hann noyðist at prenta fyrilesturin við sera stórum [...] Vit vistu ikki, hvar í bygdini, Hans Jacob Hansen búði, og eins lítið visti lítli Fróði, ið gekk og spældi við hundahvølpar sínar í einum garði norðuri á Bakka, tá vit spurdu hann, hvar Hans Jacob búði
røktar. Um tær ikki verða tað, so má onkur annar sleppa framat, ið dugir. Og fjølmiðlarnir, við einum undantaki tiga. Hvat ger tað, um t.d. útvarpið sum sendir stóran part av samdøgrinum, ikki kann ofra nøkur [...] At fólk sum hava eina trøð við seyði á, og sum hava allar møguleikar at rudda fyri ull, ikki gera tað kortini, er tann reini óflýggjaskapur. Tá ið tey vita hvønn vanda tey koma tjaldrinum í. Tað er tað
gekk tað minni gott. Eg hevði satt at siga roknað við meira frá Ingun, men hon fann als ikki sítt spæl fram. Ikki tí, onkrar komu víðari, men hinar kvinnurnar í kappingini eru snøgt sagt so nógv sterkari [...] fyri okkum, men soleiðis er tað, og tað kanst tú ikki verja teg fyri ella mótmæla. Erland og Ragnar trektu favorittarnar beinanvegin og sluppu tí ikki at spæla ein »lættan« tvímansleik fyrst fyri líkasum [...] sjálvandi pengar, og har fær badmintonsambandið ikki serliga nógv. Gunnar Gregoriussen heldur annars, at umstøðurnar á Gotlandi hava verið í lagi, hóast tær ikki eru so góðar sum eitt nú í Havn ella á Jersey