Er økismenningin slept???

Í løgmansrøðu síni um ein mánaða ella so, fer løgmaður møguliga at boða frá, at ein landsstýrismaður hansara hevur slept hálvtannað ára gamla setninginum hjá samgonguni um økismenning

Í løgmansrøðu síni um ein mánaða ella so, fer løgmaður møguliga at boða frá, at ein landsstýrismaður hansara hevur slept hálvtannað ára gamla setninginum hjá samgonguni um økismenning.

8. apríl segði landsstýrismaðurin í vinnumálum í einum svari til fyrispurning mín um menning av útjaðaranum: ?Í tráð við samgonguskjalið arbeiðir Vinnumálastýrið við at broyta viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin. Endamálið er, at grunnurin í størri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum fortreytum.?

Hetta svar er samsvarandi avtaluni í samgonguskjalinum, men ikki samsvarandi veruleikanum, ið landsstýrismaðurin umsitur og hevur ábyrgdina av. Nýggjar vinnur síggja ikki dagsins ljós við hansara vilja, og Framtaksgrunnurin hevur framvegis ongar skyldur at virka fyri økismenning. Tvørturímóti liggur á ljóði, at hann harafturat roynir at draga tað sindrið, ið kann mennast vinnuliga í útjaðaranum, til Havnar.

Framtaksgrunnurin virkar sostatt stikk í stavn av ætlanum okkara, og ongar nýggjar vinnur síggja dagsins ljós.

Hvørjum verður bíða eftir, og hví fær landsstýrismaðurin ikki í lag at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum? Grunnurin varð fluttur á føroyskar hendur um ársskiftið, og tað kundu vit spart okkum, um hann ikki samstundis fekk broyttar viðtøkur at arbeiða eftir.

Í staðin fyri verður í fullari ferð arbeitt samsvarandi upprunaligu viðtøkunum um marknaðarbúskaparligar treytir ávirkan og kapitalavkast, sum so aftur treytaleyst hevur miðsavning við sær.

Framtaksgrunnurin fekk nýggjan formann um ársskiftið, og hevði hetta við sær, at sami maður mátti fara úr nevndini í Faroe Seafod, sjálvandi tí at talan var um ein habilitetsspurning.

Hetta forðar hinvegin ikki fyri, at formaðurin í Framtaksgrunninum samstundis situr sum stjóri í Atlantskolvetni, (Atlantic Petroleum), sum er felagsskapur av frægastu vinnulívsfyritøkum okkara, sum flest allar halda til í miðstaðarøkinum við Tórhavnar Skipasmiðju, sum einum tí sterkasta.

Nú kunnu vit sjálvandi fara at seta spurnartekin við habilitetsspurningin. Hvussu heppi er tað, at formaðurin fyri Framtaksgrunnin, ið skal hava sum endamál: ?í størri mun at menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum fortreytum,? samstundis situr sum stjóri fyri kapitalkreftirnar í miðstaðarøkinum.

Eftir galdandi viðtøkum hevur Framtaksgrunnurin ikki heimild til at ogna sær avgerðarmyndugleika í fyritøkum, hann setur pening í. Hetta kundi og kann han gera eftir viðtøkunum frá 21. november 1997, men kortini er tað er júst hesum, hann dyrgir eftir í ávísum førum.

Ein sannroynd er, at har marknaðarkreftirnar og kapitalurin hava leysar teymar, tekur miðsavningin seg upp. Hesum varð stuðla undir av undanfarnu samgongu, tá ið vit yvir Framtaksgrunnin fingu miðsavna fiskavirkini, men hesi gongd hevur sitandi samgonga avtalað at broyta soleiðis, at vit fáa viðtøkur inn, sum vilja fremja eina økismenning eftir handilsligum fortreytum.

Landsstýrismaðurin ger bara einki við málið, og virkar hann tí sum eitt livandi spøkilsi í andanum á teimum, ið undan fóru. Hann hevur soleiðis júst nú avgreitt eitt ferjuprojekt til skipasmiðjurnar í miðstaðarøkinum, uttan at geva vágbingum, klaksvíkingum oø. sum hava fullgóðar fakligar førleikar fyri at liðugtgera ein flótandi útlendskan skrokk til eina føroyska ferju, høvi til at bjóða uppá.

Tær frælsu marknaðarkreftirnar ? herrópið hjá vesturheiminum - sum tær einastu, ið skapa kunna vælferð, herja eisini á okkara leiðum. Tað er í prinsippinum bannlýst at fremja tiltøk, ið eru av útjavnandi slag, og fólk flest eru ímóti tí.

Verður tað hinvegin ikki gjørt, so fáa vit eitt skjótt vaksandi gap millum rík og fátøk. Verður tað hinvegin harafturat arbeitt so miðvíst, sum Framtaksgrunnurin og landsstýrismaðurin gera við at stýra almennum og privatum vinnuíløgum inn í miðøki, har alt tað almenna húsast frammanundan, sæst skjótt fyri endan á Føroyum sum einum oyggjasamfelag.

Vit eru fangaði í einari óndari mótsøgn, sum áleggur okkum at geva eftir fyri tí kapitalistiska búskapinum samstundis sum vit noyðast at umfordeila virðini, skulu vit øll vera verandi her. Sosialt rættvísi rennur seg í búskaparligt frælsi, og stór krøv verða tí sett tí politiska myndugleikanum.

Hesum krøvum kunna vit ikki renna undan, og eitt minstamark av sømuligheit er tí, at tann umsitandi myndugleikin, sum er landsstýrið, fylgir gjørdum avtalum í staðin fyri at reka politikk eftir egnum hjarta. Og tað skal vera her og nú.

Verður tað ikki gjørt her og nú, eigur løgmaður at kunngerða á ólavsøku, at hann hevur slept tí partinum av samgonguavtaluni, ið hevði til endamáls at varðveita Føroyar sum eitt virkið og livandi oyggjasamfelag.