takk góði Gud, at tú hevur svarið, tí tú sigur í orðið tínum, at áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, vóru dagar tínir taldir. Vit hugsa um teg, nú viðingar fara uppí fótbóltskappingina, tú vart ein undan [...] avvarðandi, mammuna og pápan, sum hava mist sín einkarson. Systrar sum hava mist tann einasta beiggjan. Børnini, sum hava mist sín fitta mammubeiggja, sum altíð hevði tol við tey. Og svágurin, ið hevur mist sín
fekst eina so góða íbúð úti á Argjum hjá Mallu og Jan. Har hevði tú tað gott og tey vóru so góð við teg. Men øll fólk vóru góð við teg – tað slapst ikki undan, so sum tú vart. Tú lat títt ljós lýsa menniskjum [...] gleði við at koma fimm dagar áðrenn, tey høvdu væntað teg. Tað vóru Freya og Line, sum skipaðu fyri tí saman við tær. Tóki og Jákup vóru so spentir, til tú skuldi koma – vísa tær hundin Walter og alt møguligt [...] lívið og tín føðingardag saman við tær. Thomas prestur talaði um teg og segði, at sjálvt um vit øll vóru skelkað og øll høvdu pínu í hjartanum, so skuldu vit ikki lata myrkrið og dapurleikan fáa valdið á
postávísing var 1.000,- kr. So har vóru nógvar postávísingar at skriva, mangan eisini fleiri til sama mann, - onkur fekk tríggjar, annar kanska 4 og fleiri postávísingar. Allar vóru tær skrivaðar og sendar sama [...] eisini prógvað, at hon dugdi til fulnar. Eftir at Johanna var gift, fór hon heim at arbeiða, meðan børnini vóru smá. Í styttri tíðarskeið var hon kortini til arbeiðis hjá m.a Zaharias Bech, snikkarameistara [...] fyri; og fortaldi m.a. at hon gleddi seg til at sleppa út at ferðast saman við Jonny í summar. Men nú vóru brádliga boð eftir henni. Johanna var longu í 1940 fyri tí vanlagnu - einans 6 vikur gomul – at missa
einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; soleiðis var tá. Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at [...] November hevði verðið 74 ára gamal. Foreldur hansara vóru Johan Hendrik Jacobsen av Glyvrum og Jütta Jacobsen, f. Jørgensen úr Miðvági. Tey vóru 5 systkin, Jóhanna er elst, so kom Hans, síðani Róland [...] í ár ein langabba/ommu dóttir. Uppvøkstur á Glyvrum, Barnaárini hjá babba vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið kundi sostatt keypast. Omma dugdi
Skelkandi vóru boðini, tá vit frættu, at Emma var farin. Hugtungt er, nú okkara elskaða kona, móðir, systir og omma ikki longur er millum okkara. Seinastu árini var Emma nógv merkt av sjúku, men kortini [...] nógvar góðar eginleikar, ein sterkur leiðari, ið sum fáur dugdi væl við fólki. Umhugsni og egið lyndi vóru aðaltættir í hennara útstráling. Emma Viderø Johannesen varð fødd 4. juni 1934 í Klaksvík. Sum ársgomul [...] mamman ansaði børnum og hevði egnan handil í heiminum. Emma var elst av trimum syskjum, brøður hennara vóru Ásbjørn og Sverri Viderø. Fyrstu árini gekk hon í skúla hjá Betty Arge og seinni í realskúla. Hálvvaksin
stóð á odda innan ítróttina, var maður Helmu, Hjalmar í Tøðuni. Tey høvdu m.a. tað til felags, at tey vóru eldhugaðI fyri ítróttini, og nýttu bæðI tíð og orku at menna hana. Og væl dugdu tey at fara við ungdóminum [...] barndómstíð, sum hon visti, hevði so ómetaliga nógv at týða seinni í lívinum. Og væl vignaðist. Børnini høvdu stóra virðing fyri mammuni og dugdu at síggja, hvussu nógv hon hevði gjørt fyri at skapa teimum [...] hollur stuðul, hann stóð altíð við hennara lið og royndi at skapa henni lættar, tá mest leikaðI á. Børnini, ommubørnini og versbørnini veittu sín dygga stuðul. Alt hetta merkti Helma, og hon gleddist. Helma
sjónum. Hon var sinniligur og gløggur eygleiðari, eisini hittinorðað og skemtilig. Hennara viðmerkingar vóru beinleiðis og beinraknar, men ongantíð beiskar. Hon var eitt dámligt menniskja, sum ein kendi seg [...] seg tryggan við. Rógvi og Bennrosa eiga fýra børn, sum øll eru vaksin og hava heim og familju. Børnini eru: Elin, Monrad, Rolf og Ragnar. Barnabørnini eru 13 í tali. Harafturat eru 2 langommubørn. Vit hava [...] grannalagnum. Hon var ósentimental og saklig um tað at vera sjúk. Hon var altíð røsk at finna evni, sum vóru meira lívsjáttandi, at tosa um. At halda urtagarðin vakran og fáa blómurnar at trívast var hennara
foreldrunum í Funningsfirði vóru trygg og góð. Tað vóru einans fimtan mánaðir ímillum teg og meg, og vit vuksu upp at kalla sum tvíburar. Mamma dámdi og dugdi væl at seyma, og vit vóru sum smágentur altíð eins [...] Danmark, og eg veit at tær longdist illa eftir mær. Tú fekst tína familju og eg fekk mína. Kortini vóru vit altíð saman. Sóust at kalla hvønn einasta dag. Vit búðu tætt við hvørja aðra og hjálptust altíð [...] savnast í barnaheiminum. Ikki bara vit systkin, men eisini familjur okkara. Mangar eru løturnar har børnini hjá okkum við tær á odda hava verið í fjøruni á krabbaveiðu. Seinnu árini sluppu eisini ommubørnini
byrjaði, vóru tað fingrarnir hjá Hjørleifi, sum numu tangentarnar. Men “soleiðis var ikki ídag”! – Hetta var ein løgin kensla. Havi kent Hjørleif frá tí eg var barn. Míni fyrstu barnaár vóru foreldur míni [...] seinni saman við Torgerð og børnunum festi búgv, grannar. Torgerð og Hjørleif giftust í 1954 og fingu børnini Turid, Eyð, Lív og Leif. Torgerð hevur verið Hjørleifi hollur stuðul. Hevur altíð havt ljóst og livandi [...] at hann spældi í kirkjuni og eg í Betesda. Vit samtalaðu, tá vit ivaðust um løgini, tá jarðarferðir vóru, og fólk kanska ynsktu onkran sang við løgum, vit ikki vanliga brúktu. Sum við jarðarferðina fleiri
fluttu inn í nýggju húsini í Uppsølum. Mamma og pápi vóru góð hjún og stuðlaðu hvørt øðrum í øllum. Tey fingu trý børn og fimm ommu- og abbabørn, sum tey vóru sera góð við. Mamma helt so fast um tað gamla og [...] maðurin, ið var úti í lønandi vinni og konan, sum tók sær av húsi og heimi – í øllum førum meðan børnini vóru smá. Hon helt tað vera spell, at ungar gentur ikki longur fóru út at tæna. Hon bar ymiskt víðari [...] til okkum. Tá ið vit vóru smábørn, fluttu omma, abbi og Petur, mammubeiggi, ið var ógiftur, úr Gøtu og inn til okkum at búgva, og har búðu tey so leingi, sum tey livdu. Í fleiri ár vóru vit átta fólk í húsi