russar stríðsvognar í krígnum í Ukraina, sum eru bygdir í 1960-unum. Eygleiðarar halda hetta vera tekin um, at russiski herurin er við at vera í uppisetri við nútímans hernaðarútgerð - í øllum førum stríðsvognum [...] verjumálaráðið sigur, at russar hava mist so nógva hernaðarútgerð í krígnum í Ukraina, at teir nú hava tikið 50 ára gamlar stríðsvognar í brúk. Bretsk fregnartænasta vísir á, at russum vantar tøk nútímans [...] verður aftrat, at slíkir gamlir stríðsvognar eru sárbarir fyri álopum. Tað gongur nú á fjórða mánaði við krígnum í Ukraina. Dagurin, tá Russland leyp á, var hin 24. februar - ella fyri stívliga trimum mánaðum
felagið bæði fær nýggjan stjóra og nýtt nevndarforfólk í ár. Í januar boðaði nevndin í Royal Greenland frá, at Mikael Thinghus leggur frá sær stjórastarvið í summar, sum hann hevur røkt seinastu 11 árini. Maliina [...] sum hevur sitið í sessinum síðani 2010. Hann heldur fram í nevndini. Landsstýrismaðurin í íbúðar- og samferðslumálum, Erik Jensen, gjørdi í síni røðu greitt, at nýggi stjórin skal búgva í Nuuk. ##med4## [...] hevur eisini yvir 12 ára royndir sum nevndarlimur í Bakkafrost og í nógv ár var hann sølumaður og marknaðarmaður hjá Føroya Fiskasølu. Nýggja nevndin í Royal Greenland sær soleiðis út: Maliina Abelsen,
Lógarbroytingin, sum kemur í gildi 1. juni, hevur eisini við sær, at revsingin fyri millum annað neyðtøku í útgangsstøðinum skal herðast. Í sambandi við, at lógarbroytingin kemur í gildið, hevur Føroya Politi [...] politinum í tíðarskeiðnum 1. januar 2018 til 25. mars 2022. Tað eru skrásett í alt 59 lógarbrot við sjálvstøðugum málsnummari. Fleiri lógarbrot kunnu tó undir málsviðgerðini verða knýtt saman í eitt mál [...] flestu lógarbrotini henda í privatum heimum. – Í flestu førum er hetta heima hjá gerningspersóni ella órættaða. Hetta kann vera ein ábending um, at gerningspersónur og órættaði í nógvum førum kenna hvønn
at skipini sleppa at umskipa í Føroyum. Politiski myndugleikin, sum í samgonguskjalinum setti sær fyri at loysa málið um óljóð frá skipum við bryggju, átti at haft áhuga í, at undantaksloyvir ikki vera [...] Í útvarpstíðindunum, týskvøldið 24. mai, segði stjórin í VØRN, at tað var eitt stórt framstig, tá russisku skipini, fyri meiri enn 10 árum síðani, fingu boð um, at koma til bryggju at umskipa, heldur enn [...] framstig at fáa skipini til bryggju, tí nú hevði VØRN eftirlit við skipunum. Men, fyri minni enn 1 mánaði síðani, í Degi og Viku 29. apríl, segði deildarstjórin hjá VØRN, at fiskiveiðueftirlitið hjá VØRN ikki
um limatalið í fólkakirkjuni. Her sæst, at 1. januar í ár vóru 41.857 limir her, og var hetta ein vøkstur uppá 256 limir upp á eitt ár. Hinvegin sæst, at limatalið er lækkað úr 78,6 niður í 78 prosent av [...] limatalinum í ár – 2022 – so sæst ein broyting í: Í dag er limatalið hækkað til 41.857 limir, og svarar hetta til 78,0 prosent. - Ja, hyggja vit eftir hagtølunum, síðani fólkakirkjan var yvirtikin í 2007, so [...] sum ein mótsøgn: Limatalið í fólkakirkjuni veksur alsamt, men samstundis staðfesta hagtøl frá Hagstovu Føroya, at talið av limum lækkar, um gjørt verður upp í prosentum. Fyrr í mánaðinum kom Hagstovan við
- Allar verkætlanir, sum eru í gongd, skulu gerast lidnar. Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Tey ásanna eisini, at neyðugt tí er við lántøku á 50 miljónir krónur, soleiðis at arbeiðast kann víðari [...] víðari við fleiri av teimum spennandi verkætlanum, sum koma at mynda býin í mong ár framyvir. Á skránni til býráðsfundin í Klaksvík í kvøld er uppskot um lántøku á 50 miljónir til viðgerðar. - Orsøkin til [...] peningur skal eisini útvegast til at gera verkætlanir lidnar. Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at tá sitandi býráð tók við hin 1. januar í 2021, var býráðið samt um, at kommunan skal stremba eftir at halda
sum búgva nærendis ávísum havnum í Føroyum. Hóast kanningin tekur útgangstøði í umstøðunum á Signabø, er myndin nakað tað sama í hinum stóru havnunum í Føroyum, undantikið í Tórshavn. Tað, at Føroyar geva [...] varð um í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 31.mars 2022, eru russisk skip og avleiddum virksemi í sambandi við umskipan millum skip við føroyskar havnir. ##med3## • 55 % av samlaðu ljóðmátingunum í tíða [...] ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð. Men sambært kunngerð nr. 157 frá 30. desember 2019 um fiskiskap hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2020 § 29
Tað er ringt lag á tíðindafólkum í bíðirúminum framman fyri Rættarsal 11 í rættinum í Odense í morgun. Fleiri eru longu í ferð við at skriva kærur, áðrenn rættarmálið ímóti føroyska Teiti Skoubo er byrjað [...] Annars er hann eisini skuldsettur fyri harðskap í 2019. Tað málið bíðar enn eftir avgerðini, tí Teitur Skoubo ikki kundi luttaka í rættarmálinum í januar vegna sjúku. /ritzau/ [...] hjá Teiti Skoubo vóru eisini í íbúðuni og fingu boðað løgregluni frá. Ákærdi er kendur fyri at vinna realitysendingina »Paradise Hotel« í 2019. Harumframt hevur hann verið við í sendingum sum »For lækker
amboðshandilin, so at hæddirnar í Vágsbotni vórðu tiknar í nýtslu. Amboðshandil á fyrstu hædd og búnýti á aðru hædd. Hetta var gongdin í handilshúsinum í Vágsbotni til miðskeiðis í 1980'unum, tá ið avgjørt var [...] innkeypscentrunum í Danmark. Í januar 2003 varð so ættarliðsskifti. Høgni Lützen, ið er fjórða ættarlið, tók við í amboðshandlinum á Skálatrøð. Her verður arbeitt eftir sama leisti. Her er tænastan í hásæti við [...] virkið klædnahandilin hjá Heinesen í Vágsbotni, har Miðlahúsið heldur til í dag. Har læt virkið ein amboðshandil upp, sum Valdemar Lützen yngri var leiðari í. Fyrst í 60'unum víðkaði Valdemar Lützen (yngri)
Um vikuskiftið vóru 40 hitastig máld í Spania, og tað er ikki hent í mai mánaði áður. Fleriri øki í Spania høvdu um vikuskiftið óvanliga høgan hita fyri árstíðina. Í 10 av teimum 17 landslutunum var boðað [...] Extremadura í útsynningi, Madrid og Castilla LaManca í miðøkinum og Aragan í landnyðringi. Ritzau skrivar, at í suðurspanska býnum Jaén vóru 40 hitastig skrásett fríggjadagin, og tað er ikki áður hent í Spania [...] Spania í mai mánaði. Fleiri staðni var náttarhitin oman fyri 25 hitastig. Nógvi hitin kemur av heitari luft, ið rekur inn yvir Spania úr Norðurafrika, og tað hevur sent hitan umleið 15 stig upp um miðalhitan