Føroyskur nevndarlimur í Royal Greenland

Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur valt ein føroyskan vinnulívsmann í nevndina í Royal Greenland

 

Johannes Jensen er nývaldur í nevndina hjá stóra grønlendska fiskivinnufelagnum, Royal Greenland

Risastóra grønlendska fiskivinnufyritøkan Royal Greenland hevur havt aðalfund. Tað er grønlendska landsstýrið, sum eigur felagið, og sum hevur gjørt av at velja Johannes Jensen í Havn sum nýggjan nevndarlim.

Johannes Jensen er stjóri í Gist & Vist, sum eigur Hotel Føroyar-samtakið við fleiri hotellum og matstovum. Hann hevur eisini yvir 12 ára royndir sum nevndarlimur í Bakkafrost og í nógv ár var hann sølumaður og marknaðarmaður hjá Føroya Fiskasølu.

Nýggja nevndin í Royal Greenland sær soleiðis út:

Maliina Abelsen, forkvinna

Niels Harald De Coninck-Smith

Johannes Jensen

Susanne Christensen

Arnannguaq Holm Olsen

Jesper Højer

Hesi fóru úr nevndini á aðalfundinum:

Karsten Høy

Tina Lynge-Smith

Regine Møller

 

##med2##

 

Á aðalfundinum herfyri legði felagið fram roknskap fyri 2021, sum hevði 326 milliónir krónur í avlopi – áðrenn sølu av trolarum.

Umsetningurin hækkaði 16 prosentstig til 6,64 milliardir krónur. Á aðalfundinum varð eisini gjørt av, at felagið skal lata eigaranum, grønlendska landsstýrinum, 112 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

##med3##

Eisini varð gjørt av á aðalfundinum, at tað framyvir verður Maliina Abelsen, sum skal standa á odda fyri nevndini, sum merkir, at felagið bæði fær nýggjan stjóra og nýtt nevndarforfólk í ár.

Í januar boðaði nevndin í Royal Greenland frá, at Mikael Thinghus leggur frá sær stjórastarvið í summar, sum hann hevur røkt seinastu 11 árini. Maliina Abelsen tekur yvir sum forkvinna eftir Niels Harald de Coninck-Smith, sum hevur sitið í sessinum síðani 2010. Hann heldur fram í nevndini.

Landsstýrismaðurin í íbúðar- og samferðslumálum, Erik Jensen, gjørdi í síni røðu greitt, at nýggi stjórin skal búgva í Nuuk.

 

##med4##

 

Johannes Jensen er nývaldur í nevndina hjá stóra grønlendska fiskivinnufelagnum, Royal Greenland

Maliina Abelsen er nýggj forkvinna í nevndina hjá Royal Greenland