50 miljónir til at fullføra verkætlanir

Tá sitandi býráð tók við, var býráðið samt um, at kommunan skal stremba eftir at halda allar teir sáttmálar og bindingar, sum bæði fyrrverandi og núverandi býráð hava undirskrivað.

- Allar verkætlanir, sum eru í gongd, skulu gerast lidnar.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Tey ásanna eisini, at neyðugt tí er við lántøku á 50 miljónir krónur, soleiðis at arbeiðast kann víðari við fleiri av teimum spennandi verkætlanum, sum koma at mynda býin í mong ár framyvir.

 

Á skránni til býráðsfundin í Klaksvík í kvøld er uppskot um lántøku á 50 miljónir til viðgerðar.

 

- Orsøkin til lántøkuna er, at dagførda fíggjarætlanin fyri 2022 vísir eitt hall á 18,8 miljónir, 20 miljónir til gjald av lániavdráttum, og peningur skal eisini útvegast til at gera verkætlanir lidnar. 

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at tá sitandi býráð tók við hin 1. januar í 2021, var býráðið samt um, at kommunan skal stremba eftir at halda allar teir sáttmálar og bindingar, sum bæði fyrrverandi og núverandi býráð hava undirskrivað.

 

- Tí er neyðugt við hesi lántøku, soleiðis at haldast kann fram við liðugtgerð av teimum verkætlanum, sum eru í gongd, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

Á heimasíðuni hjá kommununi í dag verður víst á nakrar av størru verkætlanum, sum antin eru lidnar ella komnar væl áleiðis, og hesar síggjast við at hyggja inn á www.klaksvik.fo

 

- Arbeiðið við fíggjarkarminum fyri 2023 er farið í gongd. Somuleiðis verður í næstum farið undir at dagføra langtíðar íløguætlanina hjá kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at skuldin hjá Klaksvíkar kommunu í løtuni er 311 miljónir, og við lántøkuni verður skuldin tilsamans 361 miljónir. Kommunan rindar 20 miljónir í avdráttum í 2022, og verður skuldin við ársenda 341 miljónir krónur.