um sóttarhald, eru eisini Føroyar. Tað merkir, at fólk, sum koma úr Føroyum til Noregs, noyðast nú aftur í sóttarhald í Noregi. Frá at vera grønar í norskum eygum, verða Føroyar nú at rokna sum reyðgular [...] lætta í krøvum í samband við covid-19, og onnur lond og regiónir fáa harðari treytir við avmarkingum og sóttarhaldi, um fólk úr londunum koma til Noregs. Norska stjórnin sigur í tíðindaskrivi í dag, at [...] at broytingarnar fevna um fleiri regiónir í Norðulondum, Evropa og triðjalondum, sum londini í norskum høpi verða rópt. Nýggju reglurnar koma í gildi á midnátt náttina til mánadagin hin 19. juli. Frakland
(ii) trý vulkansk løg við gassi, funnin í eini oljuboring (Anne-Marie - Well 6004-8-1a), í borar ígjøgnum ein vulkanska áarósa í Hetlandsrennuni eystanfyri Føroyar og (iii) jarðgoymslueginleikar hjá tveimum [...] at finna í føroyska basaltháslættanum, og vónandi eisini vera við til at skapa ein góðan arbeiðshátt í sambandi við kanningar og nýtslu av vulkanskum jarðgoymslum, bæði í Føroyum, men eisini í øðrum vulkanskum [...] møguleikar fyri at brúka tulkingar av wire-line loggum frá boringum í sambandi við kanningar av jarðgoymslueginleikum, í breiðari marking, í føroyska basaltháslættanum. Ritgerðin ber heitið: "Investigation
Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn aftaná hann small um á vøllinum í EM-dystinum móti Finnlandi í Parkini Í Keypmannahavn ígjár. Longu 16 ára gamal fór Christian Eriksen víðari til Ajax Amsterdam í Niðurlondum [...] Teir kennast frá ungdómstíðini í OB á Fjóni í Danmark, og teir eru um sama aldur, eru 29 ár ella fylla 29 ár seinni í ár. Talan er um føroysku landsliðsspælararnir, Viljormur í Heiðunum Davidsen og Teitur [...] góðan betring. Talan er um eina sjónvarpsmynd tikin aftaná venjingardystin millum Danmark og Føroyar í Herning í fjør, tá Teitur Matras Gestsson ikki var so langt frá at bjarga einum brotssparki hjá Christiani
flýgur SAS millum Keypmannahavn og Vágar tríggjar ferðir um vikuna, mánadag, fríggjadag og sunnudag. Men frá 28. juni fer SAS at flúgva til og úr Føroyum hvønn dag uttan leygardag. Tað sæst í bíleggingarskipanini [...] ipanini hjá SAS, sas.dk Skandinaviska flogfelagið gavst at flúgva til Føroyar 1. oktober í fjør, tá ferðafólkatalið minkaði nógv, og SAS eisini skuldi krevja gjald frá ferðafólki fyri koronukanningarnar
ónøgd í miðstaðarøkinum, men Tobbi stóð fast við sína avgerð. Virksemi á skúlanum byrjaði á vári 2001 í hølum á Tvøroyri og í 2004 flutti Heilsuskúli Føroya, sum skúlin nú eitur, inn í Skúladepilin í Hovi [...] vilja sum Cato í Romverska senatinum bara eina einastu loysn - Carthago delenda est! ( Karthago má leggjast í oyði! ) – Heilsuskúlin í Suðuroynni má leggjast í oyði og stovnast av nýggjum í Havn. Úr Suðuroynni [...] verið í Suðuroynni og nomið sær útbúgving. Heilsuskúli Føroyar er ein av sólskinssøgunum í nýggjari føroyskari skúlasøgu. Skúlin er vælvirkandi og hvørt ár fáa vælnøgd lesandi prógv og leita út í arbeiðslívið
Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle sum yvirlivir hetta kappingarárið í donsku superliguni skulu hava nýggjan høvuðsvenjara. Constantin Gâlcã kom í starvið sum høvuðsvenjari hjá Vejle [...] spældi í sínari tíð 68 landsdystir fyri Rumenia millum 1993 og 2005, tá Rumenia hevði sítt besta tíðarskeið í nýggjari tíð. Viljormur Davidsen hevur leikt 49 landsdystir fyri Føroyar, og kann hann í venj [...] Vejle 6. mars í 2019. Constantin Gâlcã megnaði saman við Vejle at vinna sær uppflyting til superliguna farna kappingarár, og hetta kappingarárið er tað eydnast at yvirliva í superliguni. Constantin Gâlcã
Michael Pompeo í Keypmannahavn í juli í fjør. Í november skrivaðu Føroyar og USA undir partalagsyvirlýsing um økt sínámillum samstarv. Les eisini: Amerikanski uttanríkisráðharrin loypir Føroyar um Les eisini: [...] verða eisini á fundinum, sum verður í Keypmannahavn. Umframt mál av áhuga fyri ávikavist Danmark og Grønland, skulu millum annað samstarvið millum Føroyar og USA og støðan í Norðurhøvum og Arktis umrøðast.
ina. Aftaná at hava búð í Danmark í 30 ár, flutti eg aftur til Føroyar í 2001. Í stórbynum Keypmannahavn er nógvur billarmur, nakað ein serliga legði til merkis sum búsitandi í Indre By, og var hetta m [...] eru stødd í. Mítt spurtsmál er tí: HVUSSU ÆTLA TIT, AT OKKARA LAGNA SKAL HANDFARAST Í HESUM ÓFØRINUM VIT ERU STØDD Í? Hetta er sostatt eitt áheitandi neyðarróp um eina broyting, til tað betra í hesum sama [...] mínum keyptu vit eini hugnalig hús í tí natúrvøkru og friðsælu umhvørvinum á Signabø, og hetta einsvegna av, at eg fyri ein part hevði mínar røtur í firðinum. Lítið hevði eg í hyggju, at maður mín, árið eftir
inum Tórshavn í Keypmannahavn. Tá fekk hotellið handaðar tvær christianiasúkklur, sum fólk, ið búgva á hotellinum kunnu brúka. Hugskotið eigur Frida Solbjerg Augustinussen, ið er umboð í foreldrabólkinum [...] num hjá Krabbameinsfelagnum og partur av Team Rynkeby Føroyar liðnum í ár. Sonur teirra, Jónhard, hevur verið í krabbameinsviðgerð. Síðani 2018, tá familjan flutti heim aftur til Føroya, hevur tað at skaffa [...] skaffa eina súkklu til sjúklingahotellið verið ynski og hjartamál hjá Fridu. Í samstarvi við Team Rynkeby Føroyar og Ítróttarfelagið Treysti kom hon á mál. – Vit eru ógvuliga takksom fyri hesa gávuna,
dámar at halda veitslu í nassaraklæðum. Vit hava ikki brúsandi blóð í æðrunum. Vit eru ikki tann serstaka tjóð, sum Poul F. yrkti um. Eitt gosfjall býr í hvørjum føroyingi. Tað dukar í dreyminum, men tað brýtur [...] brýtur ikki út í sang ella út í máttmikla klagu. Tað slær bakk. Um tað ikki slær bakk, so gongur politiska skipanin í Føroyum í tómgongd. Júst nú hevur samgongan enn einaferð staðfest, at hon ynskir at [...] fetinum, at vit gerast limir í Norðurlandaráðnum ? Tá er føroyskur «uttanríkispolitikkur» ikki annað enn pseudopolitikkur, í so máta líkjast vit mest veingjaskerdu snjóugluni í stuttsøguni - essaynum - hjá