Verður tað í dag – verður tað ein ordans veitsla

Landsliðisvenjarin er tættur sum fløskan um, men onkrar ábendingar eru kortini

##med2##

 

Tað eru nógvir føroyingar at síggja í gøtunum í Keypmannahavn og tað er sjálvandi tí at teir fara at hyggja eftir landsdystinum ímillum Danmark og Føroyar í Parkini í kvøld Tróndur Arge, sum sigur frá dystinum á FM1, sigur, at verður tað í dag, at føroyingar gera ein vørr, verður tað ein ordans veitsla í Keypmannahavn í kvøld.

 

Hann sigur, at føroyski landsliðsvenjarin hevur verið tættur sum fløskan og hevur ikki avdúkað nakað um, hvussu hann ætlar at manna liðið. Men Tróndur Arge sigur, at tey hava kortini fingið nakrar ábendingar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1, hvussu støðan er nú, nakrar tímar áðrenn dysturin byrjar.