Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Parkini í Keypmannahavn, har Føroyar eru undirtippaðar so tað stendur eftir í. Fyri lítlari løtu síðani var síðsta bríksl á Balkan, har føroyska U-21 landsliðið hevur stríðst og spælt ímóti heimafavorittunum í Serbia.
Máltalvan vísir 0-0. Føroyska liðið vísti heilt fantastiskan hugburð, og sum dysturin leið, vóru Føroyar einki aftanfyri mótstøðumenninar í fótbóltsspæli.
Í fyrra hálvleiki var bólturin heilt nógv á føroysku hálvuni, og tað vóru spentar støður í og kring føroyska brotsteigin, uttan at talan var um nógvar upplagdar málmøguleikar.
Sum seinni hálvleikur leið, vaks sjálvsálitið millum føroysku spælararnar, sum taklaðu neyvt og við tyngd, sum fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, sum tordu at bjóða av og sneiða framvið mótstøðumonnum, og sum spældu seg til málmøguleikar, samstundis sum teir hildu mótstøðumonnunum frá stórum málmøguleikum, hóast Serbia var meiri á bóltinum.
Føroyar vóru fleiri ferðir í góðum støðum, og stórar tíggju minuttir eftir steðgin var tað um reppið, at Føroyar skoraðu. Tað var í 57. minutti, at Jonn Johannesen við heilfluktara av brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru smekkaði til. Bólturin fór framvið málverjanum, men tíverri fór hann eisini dygst framvið handara stóla.
Liðformaðurin Magnus Holm Jacobsen noyddist skaddur av vøllinum, tá ið ein tími var farin. Tað var sjálvandi harmiligt, men teir, sum vórðu skiftir inn, vóru við til at bera liðið fram. Tá ið svenski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað týðuligt, at føroysku spælararnir fegnaðust um at hava vunnið eitt stig, meðan heimamenninir sóu rættiliga vónbrotnir út.
Serbia - Føroyar 0-0
U-21 landslið
EM undankappingardystur í Novi Sad í Serbia
Dómarabólkur úr Svøríki: Adam Ladebäck, Daniel Yng, Christian Tennstedt og Granit Maqedonci (4. dómari)
Føroyska liðið sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Børge Petersen, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim (Áki Johannesen, 90.), Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsenb, liðformaður (Gullbrandur Øregaard, 59.), Lukas G. Giessing (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 90.) – Ragnar Skála (Jónas Warner, 59.) – Jonn Johannesen
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Jóhann Hansson Joensen, Jóhan Renéson Thomsen, Ingi Jonhardsson, Aleksandur Ó. Jensen
Gult kort: Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney,