Øll, sum hava áhuga fyri fótbólti, vita, at Føroyar spæla landsdyst ímóti Danmark í parkini í Keypmannahavn í kvøld.
Tað er ein hópur av føroyingum farnir til Keypmannahavnar at hyggja, umframt teir túsundtals føroyingarnir, sum búgva í býnum, og har um vegir. Føroysku áskoðararnor hava fingið sær miðstøð á Proud Mary pubbini á Vesterbrogade mitt í Keypmannahavn og hon er prýdd við føroyskum fløggum. Har er longu nakað av fólki komið saman til upphitingar og í løtuni eru fleiri hvítar, føroyskar landsliðsblusur at síggja enn tað eru reyðar, danskar blusur. Hitað verður upp í allan dag, og fjepparafelagið 12. maður fer at skipa fyri andlitsmálin, og øðrum og tann nýggi, føroyski landsliðssangurin verður eisini at hoyra - og tað ofta eisini.
Klokkan seks í kvøld verður farið í Parkina við almennu ferðsluni, antin býbussum ella toki. Hugsað var um at fara í skrúðgongu út í Parkina, men tað hava tey mælt frá av trygdarávum, tí trygdartiltøkini eru rættiliga strong.
Av Koronuávum verður eisini mælt til at møta Parkini heilt góðari tíð, tí øll skulu vísa koronupass og tað tekur tíð at kanna tey.