Gásadali er eingin kirkja, men her er skúli og kirkjugarður – uttan at binda hesi tingini saman. - Er ein jarðarferð í bygdini, er vanligt, at líkið fer úr skúlanum. Skúlin í bygdini hevur verið brúktur [...] nakað í at ferðast. - Eg føldi tað soleiðis, at tað hevur altíð verið nógv brúk fyri mær her. Her var altíð nóg mikið at taka hond í. Heldur ikki havi eg sitið nógv við stokkum, tí eg havi altíð følt, at mín [...] meistarliga. - Jú, eg spæli bæði á harmoniku og munnharpu, og onkuntíð syngi eg við, tá eg taki harmonikuna. Tað er vorðið eitt sindur tyngri at hála og trýsta luftina í harmonikuni nú, men tað er kanska eisini
Handilin í Skúvoy er opin tríggjar dagar um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag. - Týsdag og hósdag havi eg opið tveir tímar fyrrapart og tveir tímar seinnapart, og leygardag havi eg opið til miðdags. [...] verður verandi burtur. Meinhard heldur, at hóast hann er komin nakað upp í árini, er tað gott at hava okkurt at fara upp til. - Umframt handilin, sum eg havi at síggja til, vóru fimm dagar við posti fyri ikki [...] hevur hann ikki bara verið handilsmaður. Hann hevur eisini verið fiskimaður, er skiparalærdur og hevur ført skip. Virkni maðurin í Skúvoy hevur eisini fleiri álitisstørv í bygdini. Hann er formaður í kirkjuráðnum;
hann. Tað er í góðum veðri, og fólk hoyggja, og tað er oftast í góðum veðri, at ferðslan í Saksunardali er størst. Skelti við vegin Borgarstjórin sigur, at vegurin gjøgnum Saksunardal bæði er smalur og [...] setti skelti upp, sum týðiliga vísa, hvar steðgiplássini eru. Hetta er ikki størsta íløgan, men eg haldi, at hetta kundi verið ógvuliga hent og hevði givið eitt enn betri rensl eftir vegnum, heldur borgarstjórin [...] trupulleikar havt av Saksun, tó at bygdin í ferðavinnuhøpi hevur verið nógv frammi seinnu árini. Eitt, sum hevur sett Saksun í serligt fokus, er gjaldsportrið, sum ferðandi hava noyðst at farið ígjøgnum, um
Jógvan Kruse, er samdur við Landsverk um, at hin longri tunnilin er hin betra loysnin. - Vit kunnu bara fegnast um, at tunnilsverkætlanin nú er so nær, sum vit duga at skilja, at hon er. Tað gleðir meg [...] at finna loysnir. - Soleiðis, sum eg havi skilt, fer tað at taka sløk trý ár at bora tjørnuvíkartunnilin, um nøktandi játtan verður á løgtingsins fíggjarlóg hesi árini, tunnilin verður bygdur. ##med5## [...] raktir, men tíbetur hava størri fólkaskaðar ikki verið um hesar leiðir enn. Váðin at koyra her er alla tíðina til steðar, serliga í Líðini, tey rópa tað, og her er bæði bratt og smalur vegur. Jógvan Kruse ásannar
flotanum Gadus kemur til Klaksvíkar. – Eg eri spurdur, um eg vil siga nøkur orð við móttøkuna, og eg havi sjálvandi játtað. Hetta verður aðru ferð, at eg sum borgarstjóri skal verða við til at taka [...] fólkaskúlin varð liðugur á sumri í 1971, og eg júst var fyltur 17, fór eg yvir á Flemish Kap á saltfiskaveiði við Pison. Eg var við tríggjar saltfiskatúrar og nakrar túrar á ísfiski – ella í hálvt [...] arbeiddi Karl Johansen heima í nakrar mánaðir, til hann á sumri í 1973 fór við Fjalshamri á svartkalvaveiði við Labrador. – Eg var bara tann eina túrin við Fjalshamri, men eg var eisini onkran túr
at eiga líka stóran skorstein, sum vit! Kanska eg eri umskyld sum konufólk, men orsaka meg, eg skilji ikki hesa trongdina eftir at samanlíkna stødd...! Er tað veruliga soleiðis, vit ætla at venda gongdini [...] Tvøroyri ER steindeytt - um vit ikki leggja saman við Hvalba! “Okkurt má gerast!” Og tað “okkurt” er eftir øllum at døma samanlegging. Umframt mjølfabrikk. Á borgarafundinum spurdi ein borgari: Hvat er ætlanin [...] útlendingar, ið koma frá uppaftur verri korum. Tað er eitt óhugnaligt hjálparloysi yvir hesum hugburði. Eitt er at vera raskur arbeiðsmaður. Nakað heilt annað er at vera trælur, sum ikki kann seta nøkur krøv
felagnum, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg. Seinastu árini hava skaðarnir verið drúgvir, og hóast eg havi gjørt alt fyri at koma fyri meg aftur, so hevur tað ikki eydnast í tann mun, sum eg hevði viljað [...] viljað. Tað ger mær ilt, at eg ikki havi verið førur fyri at verið á vøllinum, nú tá ið harðast leikar á, og gongdin ikki hevur verið, sum vit øll høvdu vónað. Hetta er tó ein partur av spælinum, og vónandi [...] dið er ein stórur heiður, og eg lati nú við gleði tann heiðurin víðari til Jann. Fyri meg fer tó einki at vera størri enn heiðurin at umboða øll tykkum. At eg kann siga, at eg við stoltleika havi umboðað
Varðin er laðaður. Tónleikurin fer yvir um kærleikans og hugans landamørk. Tí vit mugu kenna søguna úti og heima. Og vita, at prísurin at liva kann verða høgur. Men tað er ein uggi, at himmalin er fullur [...] hvussu vakurt tað er. At tónleikurin er tað góða samanspælið millum okkum menniskju. Tað er okkara dansur her á foldum. Sjálv kunnu vit bara liva, skapa, doyggja ella fara í hundarnar. Tað er rock and roll [...] gomlu og forstandandi mammu, er fyri mær eitt livandi prógv um kærar kvinnur í Klaksvík, sum hava verið frammanfyri sína tíð. Tú kanst eisini spyrja, hvar vit høvdu verið í dag, um okkara káti og skapandi
ella arbeitt við? - Høvuðsfilmarnir, sum eg havi verið við til, eru 'Typiskt' (2022), 'Nonstop' (2021) og 'KALL' (2020), sum eg havi leikstjórnað. Harumframt spældi eg eisini høvuðsleiklutin í stuttfilminum [...] íslendsku framleiðslunar. TAÐ gleði eg meg til. Hvørjar framtíðardreymar hevur tú? - Aftaná eg eri liðugur við mína útbúgving vóni eg, at eg havi ment mínar førleikar so nógv, at eg kann brúka filmsmiðilin til [...] hjartanum og sum eg kann vera errin av. Tá ið eg so komi aftur til Føroyar einaferð, vóni eg, at eg kann vera við til at menna føroysku filmsmentanina og filmsvinnuna. Eg vóni annars eisini, at eg fari at gerast
gott prát við fólk, ella bara frið at vera eg. Tá eg keypi inn havi eg varnast, hvussu ymiskt fólk keypa inn. Og at atburðurin er broyttur, síðan inflatiónin fór at gera um seg. Tað eru tey, sum skunda [...] flestu kunnu góðtaka og liva við. Eg veit væl, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Okkurt kundi verið gjørt betur. Og helst kundi okkurt verið gjørt skjótari. Men tað er ofta trupult at manerera í politikki [...] bæði í gerandisdegnum og í innkeypskurvini. Og tað er neyðugt. Tað er rætt. Og tað er rættvíst. -- Góði landsfundur. Nú vit tosa um rættvísi. Tað er og verður órættvíst, at lønarhækkingar verða latnar