so tykjast øll í landinum at vita hvør hann er, og hvat hann stendur fyri. Kom at kenna tey í mai 1963 í Kjøpinhavn, táið eg varð boðin út at njóta blíðskap í heimi teirra eftir eitt møti í Thorsgade 40 [...] neyvur í øllum lutum – bæði í gerðum og orðum. Um tað kann vera loyvt í hesum døgum at citera úr tí gomlu bókini við svartari permu, so er tað eitt serstakt skriftbrot, sum fyrst troðkar seg fram í sambandi [...] kom Rodmund (Roddi) hjá Knút skómakaranum framvið. Eg presenteraði báðar navnarnar. Og Roddi tók orðið beinanvegin og segði: ”Ja, vit eru nakrir fáir í Føroyum, sum eita soleiðis, og nevndi um ein í Sørvági
Í dag, fríggjadagin 18. november, verður Rodmundur í Liða, fyrrverandi yvirlækni í Havn, 80 ár. Rodmundur var í mong ár yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, og síðsta vetur greiddi hann í fimm sendingum hjá [...] fortíð og nútíð, lívið á bygd og í bý, heima og burturi og útbúgving og arbeiði. Foreldrini vóru Louisa fødd Lervig og ættað av Regni í Leirvík og Jacob Nielsen, Jacob í Liða í Nólsoy. Pápin var sjómaður og [...] seinni vitameistari. Arbeiðið bar við sær, at tey búðu í Nólsoy, í Vági, á Borðuni og í Mykineshólmi. Jacob sat á tingi fyri Javnaðarflokkin, valdur í Suðuroy, 1936-43. Louisa og Jacob fingu fýra børn: Rodmundur
Ovarliga í Geilini í Klaksvík standa húsini hjá Bergljót og Jóan Magnus Johannesen. Eini hvít hús við Kjølinum sum stórslignari bakgrund. Ein smalur vegur førir okkum niðan í túnið uttanfyri húsini við [...] inn í eitt gott og væl innrættað kjallararúm. Har hava tey ein eyka køk, goymslurúm og annað. Í niðastu hæddini er eisini eitt kontór, sum tey bæði brúka. Jóan Magnus siglir við við seismikkskipi í Noregi [...] sigur Jóan Magnus Johannesen. Ísak Johannesen í Klaksvík hevur teknað húsini, og hann hevur dugað væl at fáa húsini bæði snøgg og praktisk. Húsini eru í fýra hálvum hæddum, og trappur eru ímillum hæddirnar
liggur í løtuni klár uppi á Høgaleiti, har ætlanin er at fara til verka í summar. Hinvegin eru eisini smærri útstykkingar í teimum smærru bygdunum í kommununi. Í løtuni standa t.d. tvey sethús í gerð lið [...] samstarv við Nes kommuna um breytirnar í skúlanum; næmingar á Skála ganga í Stranda skúla og næmingar úr t.d. Funningi ganga í skúla í Runavík. Somuleiðis er havnin í Funningsfirði felags havn millum ta gomlu [...] stóra og sterka eind, sigur Rodmund. Hann er sjálvur tann, sum hevur staðið næstur í øllum arbeiðinum í hesi víðkanini at kommuni. Hinir limirnir í býráðnum og fólkið úti í teimum ymsu bygdunum skulu eisini
sum skal hjálpa og vegleiða kommununum í umhvørvismálum og ætlanin verður sett í verk sambært altjóða umhvørvisavtaluni, sum varð undirskrivað í Rio de Janeiro í 1992, men tað er ikki fyrrrenn nú, at [...] verður í Havn. Tvøroyrar Býráð vil í fyrra lagi hava hana at vera á Tvøroyri, har høli er tøk til endamálið. Í øðrum lagi kundi hon vera onkra aðrastaðni úti um landið. -Slík krøv hava tey ikki í Runavík [...] Tó heldur borgarstjórin í Runavík, at tað er neyðugt at hendan Lokal Agenda 21 skrivstovan liggur nøkunlunda væl fyri í onkrum fjølbygdum øki, tvs onkustaðni í miðstaðarøkinum í landinum. ?Einasta treyt
fekk Rúna í 1988, tá ið hon varð vald í skúlanevndina í Klaksvík. Hon sat í nevndini í tólv ár. Í 1990 varð hon vald í nevndina fyri Norðoya Fólkafloksfelag, har hon í fýra ár var kassameistari. Í 1995 varð [...] vald í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og hon sat í tí sessinum, inntil hon fór í Løgtingið. Eftir løgtingsvalið í 2002 varð Rúna vald í ráðið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og har er hon formaður. Í apríl [...] Jacob á Geilini ella Sterki Jakku, sum hann ofta varð nevndur, var bóndi í Gerðum. Hansa og Benni eiga fýra børn - Rúna, Gudny, Victoria og Jákup. Rúna býr í Streymnesi, Gudny og Jákup búgva í Klaksvík
at SMS í Havn nú vendir kikaranum móti Skálafjørðinum. Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at sølumiðstøðin í høvuðsstaðnum ætlar at byggja eitt nýtt SMS eystanfyri vegin niðan á Hústoft í Lamba, sum [...] tíðindi. Handilsøki Sosialurin vendi sær til Rodmund Nielsen, býráðsformann í Runavíkar kommunu og spurdi hann beinleiðis, um SMS hevur søkt um øki til eitt SMS í kommununi. - Eg vil ikki ordiliga vátta ella [...] handilslívið í kommununi, sum Rodmundur tekur til. Runavíkar býráð hevur annars einmælt samtykt at leggja økið, sum er eystanfyri vegin niðan á Hústoft í Lamba, til handilsøki. - Neyðugt er í hesum sambandi
ið doyði sum tólv ára gamalur, Lina býr í Runavík, og Selma býr í Leirvík. Otto doyði í 1992, Sofus doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, og Arna doyði í fjør. Schwartz fór stutt eftir kríggið til [...] dreingir. Richard føddur í 1955 er giftur Annu Kjærbo í Havn. Tey búgva í Havnini. Amaliel føddur í 1958 er giftur Lenny Dalbø úr Syðrugøtu. Tey búgva í Norðagøtu. Súni føddur í 1963 er giftur Anitu Solmunde [...] búsettust í Klaksvík, har Schwartz eisini búði í umleið eina fjórðingsøld, áðrenn hann miðskeiðis í sjeyti árunum flutti aftur til Gøtu. Jenny býr í Havnini, Arna búði á Sandi, Jóhannes býr í Saltangará
helmingin av teininum fylgdust tær báðar, men tá Rigmor spakuliga fór at merkja okkurt í legginum, fór Borgarhjørt avstað í jagstranini eftir bronsunni. Tað eydnaðist henni eisini at renna seg upp á triðja [...] helt, at vit skuldu renna her úti, tá vit komu á stadion. Brádliga sá eg tó, at ein rennari kom í innaru geilini, har teinurin kring vøllin jú er styttri, og tað kostaði mær bronsuna. Tað var nú einki serligt [...] var á skránni hjá kvinnunum fríggjamorgunin. Her høvdu Føroyar Rigmor N. Arge og Borgarhjørt Holm við í kappingini, og tað var eisini skjótt greitt, at tær báðar ætlaðu sær at vera við hampuliga langt frammi
stýrislimur í ALV, kontaktpersónur fyri fysioterapeautar í praksis, nevndarlimur í Fysioterapeutfelag Føroya, umboð fyri Føroyar í umboðsráðnum hjá Danske Fysioterapeuter og varalimur í sama felag. Jónas [...] valdur til skrivara í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins, har hann eisini er varalimur fyri umboðið úr Suðurstreymi, Ásu Olsen, ið er næstformaður floksins. Hann er eisini næstformaður í Suðurstreymoyar Sj [...] Jónas er føddur í Reykjavík 20. apríl 1949, sonur Hallgerð og John Sivertsen. Hann er næstur av seks brøðrum. Jónas er útbúgvin fysioterapeutur og rekur sína egnu fysioterapistovu í Kollafirði, har hann